mikudagur 9. mars 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 47 - 9. mars 2005
– Ein virkin økis-
menningarpolitikkur
er ein fyrimunur fyri
alt samfelagið, sigur
vinnuráðið í Vági
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skal syðra helvt í Suðuroy
mennast aftur, er tað neyð-
ugt at ein suðuroyargrunnur
verður settur á stovn.
Tað sigur Vinnuráðið í
Vági, sum umfatar syru
helvt í Suðuroy í eini
nýggjari frágreiðing um
støðuna í vinnuni í syðru
helvt í Suðuroy.
Men tað skal eisini nógv
annað til.
Vinnuráðið sigur, at ein
Suðuroyargrunnur má hava
eitt stovnsfæ upp á 50 -100
milliónur krónur
Hetta
skal
vera
ein
grunnur, sum kann stuðla
vinnuni í økinum við at seta
vágafúsan pening í vinni-
ligt virksemi.
Men av tí at talan er um
eitt vinnuráð fyri suðuroyar
syðru helvt, verður farið
eitt stig longur. Sostatt
verður enntá mælt til at
gera eitt almennan ella
hálvalmennan menningar-
grunn fyri Suðuroyar syðru
helvt.
– Men skuldi tað al-
menna sett á stovn ein
grunn fyri Suðuroyar syðru
helvt, er tað av avgerandi
týdningi, at hann verður
umsitin lokalt, tí tað er
umráðandi at tey, sum
stjórna grunninum, altíð
vita, hvussu støðan er í
økinum sigur vinnuráðið.
Ein grunnur fyri Suður-
oyar syðru helvt, kundi sett
vágafúsan kapital í nýggj
og eldri burðardygg virki,
ið hava fyri neyðini at økja
um vágafúsa kapitalin. Eis-
ini kundi tað almenna latið
ein slíkan grunn goldið og
umsitið flutningsstuðulin
til vinnuna í Suðuroyar
syðru helvt og í Suðuroy
sum heild, so at vinnan varð
javnt sett við vinnulívið
aðrastaðni í landinum.
Karmar eru ikki nóg
mikið
Vinnuráðið fegnast um at
nýggjur
Smyril
verður
bygdur, at djúphavn er
gjørd í Vági, samferðslu-
havn er gjørd á Drelnesi og
at berghol skal gerast ímill-
um Hov og Øravík.
Tað bøtir um karmarnar
fyri vinnulívinum í øki-
num, og tað fer eisini at
geva fleiri arbeiðspláss í
styttri tíð.
– Men hesi tiltøk hjálpa
tó ikki nóg mikið sum frá
líður, tí at betra um karm-
arnar fyri vinnuna, meðan
vinnan sjálv doyr, er eingin
loysn. Og høvuðstrupul-
leikarnir hjá vinnuni í løt-
uni eru heilt aðrir.
– Størstu trupulleikarnir
hjá vinnuni í Suðuroyar
syðru helvt, er væntandi
vágafúsur kapitalur, vænt-
andi almennar íløgur í pri-
vat virkir í økinum, flutn-
ingskostnaðurin
innan-
oyggja og flutningstrupul-
leikar innanoyggja og til
umheimin.
Vinnuráðið
sigur,
at
Myndugleikarnir mugu tí
bera so í bandi, at flutn-
ingskostnaðurin lækkar fyri
vinnuna í Suðuroynni, so-
leiðis at hon gerst javnt
stillað við aðrar partar av
landinum á hesum øki.
– Tað er eisini neyðugt at
fáa betri beinleiðis sam-
band ímillum Suðuroyar
syðru helvt og útlond, so
fiskavirkini í økinum fáa
fleiri framleiðsludagar um
vikuna.
Somuleiðis verður tað
avgjørt neyðugt at fáa fleiri
almenn arbeiðspláss til
økið. Hetta hevði ikki ein-
ans verið við til at stabili-
sera búskapin í økinum,
men hevði óivað viðført, at
fleiri vælútbúgvin fólk
vendu heimaftur til Suður-
oyar syðru helvt at búð.
– Fiski- og alivinnan
standa fyri uml. 55% av
øllum lønarútgjaldingum í
Suðuroyar syðru helvt og
tí merkist tað sjálvsagt, tá
ið privata vinnan er fyri
bakkasti.
Vinnuráðið heldur, at ein
stovnur, ið heilt avgjørt
kundi verðið fluttur til Suð-
uroyar, er Strandferðslan
– So leingi umsitingin er
so langt frá brúkaranum,
verður tænastan aldri full-
góð
Aðrir stovnar, ið kundu
verðið fluttir úr miðstaðar-
økinum, eru Fiskiveiðu-
eftirlitið, Realurin, Stuðuls-
stovnurin, Húsalánsgrunn-
urin, Skráseting Føroya fyri
Suðuroynna,
Fiskiveiðu-
eftirlitið, Tinglýsingin fyri
Suðuroynna, ALS fyri Suð-
uroynna og Toll- og Skatt-
stova Føroya.
Somuleiðis kundu aðrir
almennir stovnar, ið lítið og
einki beinleiðis samskifti
hava við borgaran, umframt
Grunnur við 50-100 milliónum