Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

stovnar, ið kunna avgreiða størsta partin av sínum samskifti elektróniskt, kundu eisini at verið fluttir til útjaðaran, sigur vinnu- ráðið í Vági. Ein bati fyri alt samfelagið So er tað tann stóri spurn- ingurin um økismenning yvirhøvur loysir seg fyri samfelagið. Men tað heldur Vinnu- ráðið í Vági – Ein sterkur útjaðari gevur stórt búskaparligt avkast av sær, sum kann gjalda ein stóran part av almennu útreiðslunum. Ráðið sigur, at í løtuni kastar Suðuroyggin einar 100 milliónir krónur av sær um árið til búskapin í restini av landinum. Spurningurin er so, hvussu nógv Suðuroyggin kundi kasta av sær, um vinnulívið var styrkt? – Tað er ringt at siga, men ivaleyst hevði úrslitið verið munandi størri. Eitt, sum eisini talar fyri økismenning, er tann stóra miðsavningin, ið er farin fram seinastu mongu árini. Hendan miðsavning er kanska ikki tilætlað, men hon hevur í hvussu so er lagt eitt sera stórt trýst á miðstaðarøkið, tí vit hoyra javnan um, hvussu stórur tørvurin í miðstaðarøkinum er á bústøðum, barnagarðs- plássum, røktarheims- plássum, skúlastovum o.s.f.r. Verður útjaðarin mentur við at partar av almennu umsitingini verða fluttir hagar, hevði ein partur av starvsfólkunum kanska fylgt við, og sostatt hevði trýstið á miðstaðarøkið minkað. – Ein tílíkari útjavning av almennu umsitingini ímill- um økini hevði sostatt gjørt umstøðurnar betri, bæði í útjaðaranum og í miðstað- arøkinum, sigur Vinnuráðið í Vági. Nr. 47 - 9. mars 2005 27 m skal blása lív í aftur Suðuroy Menningarætlan í sjey punktum Vinnuráðið í Vági sigur, at skal Suðuroyar syðra helvt mennast aftur, verður tað neyðugt við fleiri tiltøkum. Eftir teimum kanningum, sum ráðið hevur gjørt, er niðurstøðan í teirri nýggju frágreiðingini, at neyðugt er við eini menningarætlan í sjey punktum. Nøkur punkt eru neyðugt at fremja beinanvegin, men punktini 6 og 7 eru meiri langtíðarloysnir. Og hetta er so tað, sum vinnuráðið sigur skal til fyri at fáa økið á føtur aftur: 1. Suðuroyargrunnur við 50-100 milliónum í stovnsfæi verður settur á stovn (ein afturbering av ov nógv goldnum landsskatti). 2. Flutningskostnaðurin skal broytast. 3. Menningarstjóri skal setast. Landið og komm- unurnar í Suðuroy skulu fíggja hann í fimm ár. 4. Fleiri almenn arbeiðspláss, skulu stovnast, eitt nú miðnámsskúla og ellisheim í Vági, Strandferðsl- an eigur at flytast suður, heim fyri minnisveik, heim fyri sinnisveik og aðrar almennar tænastur, skulu skipast. 5. Suðuroyargrunnurin yvirtekur bygningin hjá Fiskavirking í Vági sum part av stovnsfænum frá Føroya Landsstýri. 6. Suðuroyargrunninum fær nýggj fiskiloyvi at um- sita í økinum. 7. Skatta- og kostnaðarútlíkning av útjaðara sam- stundis skal ein bólkur við umboðum frá komm- unum á økinum, vinnuni og landsmyndugleik- unum, verður settur at stinga út í kortið eina langtíðarætlan fyri Suðuroynna. Nú er deydligt á havnarlagnum í Vági. Skal lív fáast í aftur, verður neyðugt við almennum tiltøkum, sigur Vinnuráðið í Vági