mikudagur 9. mars 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 47 - 9. mars 2005
Í góðveðrinum mána-
kvøldið var Sosialurin
ein túr norðuri á Eiði,
tá ið bátarnir, sum
royna við snellu á
Norðhavinum og
leggja veiðina upp á
Eiði, komu aftur av
útróðri. Fiskiskap-
urin var smáligur;
flestu bátarnir høvdu
millum 200 og 300
pund eftir langan
dag. Besti báturin
hevði eini 700 pund,
og tað er ikki nakar
stórur útróðrardagur
í bestu norðhavstíð
VÁRTÍÐ
Orð & myndir:
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í flestu førum eru tveir
mans á hvørjum báti; í
onkrum føri bert tann eini.
Tíðliga verður loyst á
morgni, og seint verður
bundið aftur um kvøldið,
um veðrið er til vildar.
Hetta eru langir dagar, men
hugaligt er, tá ið fiskur er at
fáa. Smáligt hevur verið við
snelluni higartil í vár, og
torført er at spáa um,
hvussu seinni parturin av
vártíðini man fara at royn-
ast.
Veiðimaðurin missir ong-
antíð mótið. Annars hevði
hann ikki verið veiðimaður.
Hvør dagur er ein nýggjur
dagar – við nýggjum vón-
um og nýggjum møguleik-
um. Vignast seinna hálva av
vártíðini, kann vera, at
nakað er fingið burtur úr, tá
ið liðugt er, og bátarnir
aftur stevna suður gjøgnum
Sundalagið, haðani teir eru
komnir.
40-50 bátar
Meðan vit vóru á Eiði,
komu fleiri bátar aftur at
landi, men lítið hevði borið
til hendan góðveðursdag.
Einir 30 bátar høvdu lagt
fiskin upp, áðrenn vit fóru
avstað aftur, og besti bát-
urin hevði góð 700 pund.
Tað er besta norðhavstíð – men
Teir leggja til bryggju – eftir langan dag á
Norðhavinum. Á bryggjukantinum
gongur Tummas Súni við blokkinum og
skrivar niður, hvussu nógv bátarnir hava
Aftur ein snellubátur er komin inn um pierin – og bíðar nú eftir landingartørni. Tað gongur skjótt at landa bátarnar, tí
nøgdirnar eru so smáar
Ungur snellumaður leggur bátin til bryggju á EiðI
Stórur og vakur toskur, men nøgdirnar eru ikki stórar í bestu
norðhavstíð