mikudagur 9. mars 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 47 - 9. mars 2005
BÚSKAPUR
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Í Danmark arbeiðir ein
"Velfærdskommision",
sum skal geva boð uppá
hvussu landið í framtíðini
skal klára framvegis at
hava
búskaparligan
vøkstur, og framvegis hava
eitt vælferðarsamfelg, sum
virkar og verður útbygt og
endurnýggjað.
Flyting til Eystur-
europa og Asia
Í eini ávegis frágreiðing
sigur hendan kommissión,
at umleið 5000 donsk ar-
beiðspláss verða árliga
niðurløgd í Danmark og
flutt til lond við lágum
lønum í Eystureuropa ella
Asia. Hetta rák fer at halda
fram. Tí er alneyðugt, at
Danmark eins og onnur
hálønar- og vælferðarsam-
feløg, støðugt er ført fyri at
seta annað og nýtt í staðin.
Tað ræður um at finna
uppá og byggja upp av
nýggjum.
Vælferðarkommissiónin
sigur, sambært Politiken
030305, at danskarar skulu
gerast betri til umstilling,
um globaliseringin ikki
skal taka støðið undan
vælferðini í Danmark.
"Dan-marks evne til at
konkurrere afhænger i høj
grad af, at vi kan produ-
cere varer og tjeneste-
ydelser, der har et højt
indhold af specialiseret
viden", skriva teir.
Útflytingin, ella ’out-
sourcing’, er tó bert ein
minni
partur
av
tí
konstantu umkalfatringini,
sum fer fram. Á hvørjum
ári verða 250.000 arbeiðs-
pláss í Danmark nirður-
løgd, tí virkir stongja,
minka um virksemi, ratio-
nalisera og effektivisera.
Men hinvegin verða nýggj
arbeiðspláss eisini sett á
stovn. Men í løtuni eru tað
ikki nokk til at javnvág
verður í roknistykkinum.
Tí vaks arbeiðs-loysi í
Danmark í januar.
Danmark hevur gjøg-
num tíðirnar dugað væl at
umstilla seg til nýggjar
tíðir.
Búskapur og valuta:
5000 donsk arbeiðs-
pláss flyta árliga
til láglonarlond
VINNUKRONIKKUR
Signar P. Heinesen
Alivinnan krýpur framvið
botninum.
Rækjuvinnan
lítir at reyðum tølum.
Flakavinnan hevur ilt við at
finna eina gongda leið og
fleiri skipaflokkar eru í
stórum trupulleikum. Hesin
er veruleikin, sum vit vakna
upp til og hetta er veru-
leikin, sum vit sovna við í
løtuni.
Øðrumegin hendan veru-
leikan hómast máttloysi.
Hetta máttloysi síggja vit í
mongum fiksum setning-
um, sum mong á almenna
pallinum royna at lesa
uttanat, soleiðis sum tey
hava lisið tað í góðum bók-
um
um
búskaparligar
gongdir í "teim londum, vit
samanbera okkum við". Vit
síggja tað eisini í mongum
smáputli, sum ábyrgdarper-
sónar fáast við eins og vit
sjálvandi eisini síggja hetta
máttloysi í mongum "puffi"
millum manna - frustra-
tiónir millum fólk, sum í
fleiri ár hava fingist við
slíkt, sum í botn og grund
eru ókoordineraðir aktivi-
tetir.
Hinumegin hoyra vit um
meir ella minni fantasi-
fullar ætlanir, sum roynt
verður at flota. Kanningar,
forkanningar, granskingar-
ætlanir í hesum og hasum.
Onkur roynir entá at byggja
heil virkir upp á slíkar ætl-
anir.
Føroyar framá
Løgmaður hevur blást í
lúður. Nú skulu vit royna at
finna felags stev aftur. Við
hesum orðum áliggur okk-
um, hvørjum einstøkum
okkara og hvørjum einstøk-
um virki, at finna best
hóskiliga leiklutin. Leiklut
okkara í javnvág við leik-
lutin hjá øðrum persónum,
skipanum og virkjum.
Lítil ivi er um, at í hesi
prosess koma vit at uppliva
frustratiónir, truplar av-
gerðir, truplar metingar út í
óvissuna og fáur kann seta
seg afturá og gera, halda,
hugsa og meina tað sama
sum í gjár. 10-15 ára lang
oyðimarkargongd skal av-
loysast av koordineraðum
aktivitetum. 10-15 ár við
fiksum setningum og fiks-
um loysnum skal avloysast
av gjøgnumhugsaðum hug-
tøkum og væl valdum
loysnum. Hugtøkini fáa vit
oftast uttan úr heimi. Onkur
mega vit uppfinna sjálv.
Men bert fá hugtøk uttan úr
heimi kunnu brúkast kritik-
leyst uttan týðandi tillag-
ingar til okkara mikrotjóð.
Hvat vita vit, hvat
hóma vit og hvat ber
ikki til at vita?
Vit vita, at hóttanin fyri
eystan er 10-15 ára gomul
og at fyrsta aldan longu
hevur floymt yvir londini
kring okkum. Tað er hesa
alduna, vit kenna á okkum í
løtuni í sambandi við fiski-
vinnuna.
Aldargamlar
traditiónir, arvur frá teim-
um, sum undan gingu og
eitt gott arbeiði millum
okkara fólk í høvuðsvinn-
uni - bæði í leiðslu, sølu og
framleiðslu - er við til at
halda hóttanini burtur eina
løtu enn. Men vit vita, at vit
mega flyta okkum so ella
so. Hesa fyrstu alduna
nevndu framtíðargranskar-
ar seinnu helvt av áttati-
árunum fyri "blue collar
revolution", tí tað vóru fólk
í
arbeiðsklæðum,
sum
máttu lúta fyri kappingini
frá teimum við lágum løn-
um fyri eystan.
Vit vita eisini, at grund-
arlagið í dag vil fara undan
okkum. Mangt bendir eisini
á, at eins og vit í 1998-99
vistu, at alivinnan við tá-
verandi kós vildi renna seg
í eina kreppu og at hendan
kreppan fór at koma knapp-
liga, vita vit eisini, at flaka-
vinnan, sum vit hava kent
hana seinastu hálvu øldina,
knappliga missir sítt nú-
verandi grundarlag. Við eitt
ber einki til av tí, sum bar
til í gjár.
Vit vita, at tann næsta
aldan er yvir okkara grann-
ar í løtuni. Teldukøn og
onnur høgt útbúgvin fólk í
háglønarlondunum mega
lúta fyri kappingini. Hesa
alduna nevna tey "white
collar revolution" - tað eru
tær hvítu skjúrturnar og
slipsini, sum nú mega lúta.
Vit vita, at eisini hendan
hóttanin er yvir okkum.
Vit vita nógv annað
eisini, men í hesum høpi er
tann mest týðandi vitanin
hon, at vit skulu rokna við
at gera nógvar royndir út í
óvissuna, áðrenn ítøkiligar
verkætlanir hepnast í ein
slíkan mun, at tað munar
samanborðið
við
teir
vinnumøguleikar,
sum
gleppa okkum av hondum
næstu árini. Hetta er gald-
andi fyri okkara fiskivinnu
eins væl og tað, vit í dag
nevna "aðra vinnu".
Tí tað ber heilt einfalt
ikki til at vita, hvør møgu-
leiki hepnast og hvør ikki
hepnast. Ein skipað gongd
út í óvissuna verður tann
smala gøtan, sum vit noyð-
ast at stíga út á. Ein hómar
eina gongda leið, fær onnur
við uppá at brúka orku - og
halda á, skifta kós, bora
fyri, meta um, stíga eitt fet
longur, detta og reisa seg
aftur. Aftur og aftur og aftur
og aftur. Tá ið ein er fyri-
lagstur, tekur annar við.
Onnur hugskot. Somu hug-
skot, men aðrar arbeiðs-
hættir. Somu hugskot og
somu arbeiðshættir, men
við betri royndum at byggja
á. Somu hugskot, men í eini
aðrari tíð.
Í sama mun sum vit seta
órealistisk krøv til, hvat ber
til at vita, vilja vit liggja í
einum kyksendi, har vit
søkka djúpari og djúpari,
tess meira vit royna at berja
okkum upp. Skulu vit vinna
framá, noyðast vit at stuðla
uppundir hjá teimum, sum
royna sítt besta - eisini har
onkur snávar ella "ger
okkurt býtt".
Møguleikar
ella fantasi
Ein møguleiki er fantasi til
tann dagin, hann hepnast.
Tá er sama fantasi ein
veruleiki. Vit kunnu sum
eitt dømi hugsa um, hvussu
stórur partur av okkara
búskapi í dag er knýttur at
svartkjafti, sum fyri fáum
árum síðani var sjálv
ímyndin av "áttatiárunum",
tá ið hetta hugtak enn varð
nýtt um "tað markleyst
skilaleysa". At vit noyðast
út í tað "fantasifulla" er lítil
ivi um. Tann avbjóðandi
spurningurin er, hvussu vit
finna eina javnvág millum
fantasi og møguleikar.
At skapa møguleikar
burturúr nøkrum fantasi-
fullum er eitt handverk,
sum vit vita meira og meira
um. Fólk kring allan knøtt-
in granska í hesum og
royna at seta orð á. So
smátt fáa vit greiðari og
greiðari úrslit, sum vit sjálv
kunnu royna í verki. Størsta
hóttanin móti menningini
er ikki fantasi. Øvugt er
fantasi eitt av mest týðandi
tilfeinginum í menningini.
Størsta
hóttanin
móti
menningini er gandaorðið
og tann fiksa loysnin.
Eitt gandaorð er eitt við-
komandi orð, sum er tikið
burturúr sínum samanhangi
- oftast úti í heimi - og sett
inn í ein samanhang, har
orðið - og øll tann vitan,
sum er bygd inn í hetta
orðið við áralongum roynd-
um - verður sett í ein sam-
Millum fantasi og máttloysi