mikudagur 9. mars 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 9. mars 2005
31
Landssjúkrahúsið
FO 100 Tórshavn
Sjúkrarøktarfrøð-
ingar til E3/E2
3 føst størv,á brøk 0,7 og 0,8 og 0,9 sum sjúkra-
røktarfrøðingar í skiftandi vaktum á E3/E2 á
Landssjúkrahúsinum, eru leys at søkja til setan,
frá 1. apríl 2005 ella eftir avtalu.
E3 er ein medisinsk deild við 9 seingjaplássum.
Sergreinin á deildini er uppvenjing av sjúklingum
við apopleksia cerebri og við dis. sclerosu.
Røktarstarvsfólkið hevur eitt tætt samstarv við
nógvar ymiskar fakbólkar, t.d.
fysioterapeutar,
ergoterapeutar og talupædagog. Dentur verður
eisini lagdur á gott samstarv við avvarðandi og
við primertænastuna.
E2 er ein røktardeild við plássi fyri 10 eldri búfólk-
um.Vit ynskja starvsfelagar við huga og hegni til
at taka sær av eldri fólki. Dentur verður lagdur á
góðan moral, etisk virði, positiva menniskja-
áskoðan og góð samstarvsevni.
Krøv til umsøkjaran
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøð-
ingur
• góð samstarvsevni og góðar royndir við
tvørfakligum samstarvi
• hollar royndir og fakligan áhuga innan sjúkra-
røktina
Vit kunnu bjóða
• eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðs-
umhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samarbeiði
• innleiðslu
Upplýsingar um størvini eru at fáa við at ringja
telefon 304500 til Monicu Brickmann, virkandi
deildarleiðara, lokal 6012 ella til Ásu Poulsen,
leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102, e-post
asap@lsh.fo
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggj-
armálaráðið.
Umsóknarfreistin er 29. mars 2005 kl. 12.00.
Skivlig umsókn,merkt "umsókn til starv",við av-
riti av prógvum, CV, autorisatión, viðmælum e.l.
skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn.
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst
meira um størv við at klikka á leinkjuna "starvsfólk"
anhang, har tað ikki gevur
meining at tulka somu
royndir inn í orðið. Vit
kunnu - og skulu - granska
í Føroyum, men soleiðis
sum orðið verður brúkt í
altjóða høpi ber ikki til at
brúka setningin "at vit
skulu satsa uppá gransk-
ing". Setningurin er mein-
ingsleysur, soleiðis sum
hesin
setningur
verður
brúktur aðrastaðni, tí vit
hava einki "granskingar-
umhvørvi" á einum ein-
støkum fakøki, sum ger, at
hesi fólk kunnu gerast ein
miðdepil fyri hetta gransk-
ingarøkið. Tá ið eitt ganda-
orð verður brúkt til at
byggja eina loysn á, fáa vit
ta fiksu loysnina. Tí noyð-
ast vit í tí einstaka førinum
at umseta tær royndir, sum
onnur gera, til okkara um-
hvørvi. Hetta er sjáldan
nøkur einføld umseting.
Eitt kjak uttan
gandaorð
Í tíðarinnar strategisku ana-
lysu er tað vanligt at remsa
hóttanir og møguleikar,
styrkir og veikleikar. Í
mongum viðgerðum fáa vit
at vita, at í tí altjóðagjørda
vitanarsamfelagnum
eru
heilt aðrir og betri møgu-
leikar enn teir, sum vóru í
ídnaðarsamfelagnum. Tað,
sum vit sjáldan hoyra er, at
hesir møguleikar eru truplir
at taka við hjá tí lítla, ríka,
útibyrgda samfelagnum í
Atlantshavi. Eitt meira
realistiskt boð uppá hesa
gongd er, at tað áliggur
okkum í Føroyum at skapa
og byggja upp nakrar
møguleikar á nýggja al-
tjóða leikvøllinum. Tá ið
vit hoyra roynd fólk í vinn-
uni tosa um teirra ger-
andisdag, hóma vit hendan
veruleikan.
Gandaorðini í løtuni eru
slík sum gransking, privati-
sering, fremmandur kapi-
talur, innlendis kapping,
liberalisering o.o. Vit
hoyra nógv kjak, men lítið
hevur verið at hoyrt ella
sæð til hesi hugtøk í eini
samanhangandi
meting
havandi í huga føroysk
viðurskifti anno 2005 -
sum í praksis merkir, at vit
skulu meta hesi viðurskifti
havandi í huga 50.000
borgarar úti í Atlantshavi í
einum
altjóðagjørdum
heimi. Vit hoyra fólk leggja
øðrum teirra motiv til last
eins og nógv halda okkum í
Føroyum verða ov kon-
servativ. Men eg skilji ikki
støðuna so eintýðugt. Eg
skilji fullvæl, at vanligi
borgarin er varin. Harvið er
politikarin eisini varin.
Nógv av tí naiva práti um
at opna seg mótvegis um-
heiminum er veruleikafjart.
Sjálvandi skalt tú sum
boksari sláa viðhvørt, men
meginparturin av tíðini í
ringinum fer til at verja seg.
Sama er galdandi í ein-
hvørjum fótbóltsdysti eins
og í hvørjum kríggi. Verjan
er fortreytin fyri sigrinum.
At leggja seg skerflatan
fyri mótstøðuni er snøgt
sagt tápuligt, og vit fáa løn
sum fortjent, tá ið vit gera
tað. Veruleikin har úti á
altjóða marknaðinum er
beinhørð kapping til strik-
una - og tað er ein kapping
um hvørt einstakt arbeiðs-
pláss. Stjórar á stórum fyri-
tøkum, politikarar í høgum
sessum og kongalig verða
send til arbeiðis í førum,
sum vit mangan halda vera
"smáttaríir" í teirra huga-
heimi.
Til ber
Hvat sigur so ein realistisk
meting av støðuni? Ber
okkum 50.000 borgarum í
Føroyum til at skapa og
reka eitt nýmótans vinnulív
í altjóðagjørda heiminum
uttan einans at dúva uppá
annaðhvørt tilfeingi í sjó-
num, undir havbotninum
ella í mannakyknum? Mín
meting er, at tað ber til.
Hesa meting byggi eg á teir
førleikar, sum Føroyar fyrr
hava víst í verki saman-
hildið við tann veruleika,
eg haldi meg hóma har úti í
heimi.
Onkursvegna havi eg
eina hóming av, at hesuferð
fer tað at hepnast at sam-
ansjóva mangar kreftur,
sum so ella so geva sítt
íkast til eina felags menn-
ing. Um hendan meting
vísir seg at verða røtt ella
skeiv veldst ikki sørt um
tað íkast, tann einstaki
leggur í sína dagligu atferð,
heilt frá tí, ein sigur, yvir
tað ein ger og til tað, ein
setir kross við, tá ið okkara
politisku
umboð
skulu
veljast.
Ein av teim stóru upp-
gávunum, sum ein og hvør
borgari í landinum hevur -
men serliga tey, sum hava
formliga
ella
veruliga
ábyrgd av at savna kreft-
urnar - er at byggja upp eitt
skapandi,
konstruktivt
samskifti, sum leggur dent
á tað, sum kann byggja upp
og leggja minni dent á tað,
sum ørkymlar kjakið. Upp-
gávan er at stuðla upp undir
veruligu umstøðurnar hjá
fólki at leggja kreftur í
felags tøk - og rætta eina
hond, tá ið ein okkara
snávar.
∆Lesið
- so eru tit við