Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 10. mars 2005 3 Trøllabund- in av Eivør Nýggja útgávan hjá Danmarks Radio Big Band við Eivør Pálsdóttir sum sol- isti er nú komin út. Útgávan hevði selt 5000 eintøk longu áðrenn útgávudagin TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Eivør Pálsdóttir er aftur aktuell á nýggjari fløgu- útgávu. Hesaferð er hon solistur á eini fløgu hjá heimskenda danska ork- estrinum, Danmarks Radio Big Band. »Trøllabundin« kallast útgávan, sum mánadagin komu í sølubúðirnar, og tað er fyrst og fremst tón- leikur hjá Eivør Pálsdótt- ir, ið er at finna á fløguni. Sterka røddin hjá Eivør fær góðan stuðul frá tí vælspælandi bigbandin- um, og tað hugtekur eis- ini ummælaran hjá tónleikablaðnum Gaffa. – »Trøllabundin« vísir eina aðra stíðu av talent- inum há Eivør enn henn- ara útgáva fyri trimum mánaðum síðani, sum var merkt av country og fólkatónleiki. »Trølla- bundin« vísir hinvegin eina Eivør, har fólkatón- leikurin er ein frumkraft, sum brennur í kroppi og sál, og sum hevur gott av mótspælinum frá DR Big Band, skrivar ummælarin Peter Studstrup. Hann heldur, at ikki minst sangurin »Nú brennur tú í mær« fer at gera konsertirnar við Eivør og DR Big Band verdar at uppliva. Hósdagin í næstu viku byrjar á konsertferðin hjá teimum í Danmark. Tey leggja fyri í Frederiks- værk, og síðani gongur leiðin til Føllenslev, Næst- ved, Keypmannahavn, År- hus, Halkær og Aalborg. Seinni fara Eivør og Big Bandið á konsertferð í øðrum europeiskum londum. Teitur til USA Teitur Lassen, sum í hes- um døgum er við at gera enda á einari konsertferð til fleiri europeisk lond, fer seinni í hesum mán- aðinum at spæla í USA. Tríggjar konsertir eru komnar á skránna í USA, og tær verða í New York 15. mars, Austin í Texas 18. mars og í Los Angeles í California 23. mars. ek – Um vit skulu hava almennar loftmiðlar, so mugu teir eisini verða við í tøkniligu menningini, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður ÚTBYGGING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður við mentamál- um, legði beint undan freistini fyri framløgu í løg- tinginum eitt uppskot fram um digitalisering av al- mennu loftmiðlunum. Í uppskotinum verður staðfest, at fram til 2008 skulu brúkast 20 milliónir krónur til at moderniserað tøknina hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum. – Um vit skulu hava al- mennar loftmiðlar, so mugu teir eisini verða við í tøkni- ligu menningini, sigur Jógv- an á Lakjuni, landsstýris- maður við mentamálum. – Digitaliseringin í Út- varpinum og Sjónvarpinum byrjaði fyri fleiri árum síðani. Útvarpið er komið nakað longri enn Sjónvarp- ið, men nú skal arbeiðið gerast liðugt. Tað verður mett, at stovnarnir klára ikki hesa útbyggingina sjálvir, og tí er neyðugt við serligari játtan. Neyðugar útbyggingar Jógvan á Lakjuni vísir á, at fíggjarnevndin hjá løgting- inum hevur kravt at fáa eina meira neyva ætlan fyri útbyggingarnar í Útvarpin- um og Sjónvarpinum, um pengar skulu játtast á fíggjarlógini, og tað er fyri at lúka hetta krav, at nýggja lógaruppskotið er lagt fyri tingið. Løgtingið hevur játtað fimm milliónir krónur til útbyggingarnar í 2005 við teirri treyt, at eitt lóg verður løgd fyri løgtingið, og tað er hon nú. – Alt gongur móti digital- isering, og tí eru útbygg- ingarnar hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum neyðugar, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður. Sjónvarpið skal hava útgerð, so tað kann senda beinleiðis frá hendingum kring landið, og Útvarpið skal tryggja sítt savn. Tað eru nakað av tí, sum liggur í arbeiðn- um at digitalisera loftmiðlarnar. Lands- stýrismaðurin við mentmálum biður nú um heimild frá løg- tinginum at brúka 20 milliónir krónur til hesar útbyggingar LOFTMIÐLAR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Digitaliseringin av Útvarp- inum og Sjónvarpinum skal nú gerast liðug. Tað heldur landsstýrismaðurin við mentamálum, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um digitalisering av al- menna loftmiðlastovninum. Í uppskotinum biður Jógvan á Lakjuni um heim- ild at digitaliserað Útvarpið og Sjónvarpið fyri í mesta lagi 20 milliónir krónur. Tað verður mett, at Út- varpið hevur tørv á umleið seks milliónum krónum fyri at gera sína digitaliser- ing lidna, meðan Sjónvarp- ið skal brúka einar 14 milliónir krónur. Landsstýrismaðurin ætlar tí at brúka fimm milliónir krónur um árið fram til 2008 fyri at gera digitalis- eringina av Útvarpinum og Sjónvarpinum lidna. Løgtingið steðgaði játtan Útvarpið fór undir sína digitalisering miðskeiðis í nítiárunum, meðan Sjón- varpið byrjaði í 2001. Í árunum frá 2001 til 2003 vóru játtaðar samanlagt 12.6 milliónir krónur til hesa tøkniligu menning, men í fjør steðgaði løgtingið játtanini, tí hon vildi hava eina løgtingslóg at halda seg til og ikki bara játta pengar yvir fleiri fíggjarár. Hendan løgtingslóg er nú borin í løgtingið sum upp- skot. – Endamálið við lógini er at fáa politiska undirtøku fyri liðugtgerð av digitalis- eringini av Útvarpi og Sjónvarpi Føroya. Við eini slíkari verklagslóg ber til hjá landsstýrismanninum at tilrættaleggja virksemið fyri fleiri fíggjarár, og hev- ur landsstýrismaðurin so- statt heimild til at gera av- talur, ið fevna um fleiri fíggjarár, sigur Jógvan á Lakjuni í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Goymslan skal tryggjast Útvarpið hevur í eini 10 ár arbeitt við at digitalisera sína framleiðslu. Hetta merkir millum annað, at øll framleiðsla av sendingum og øðrum fer fram á teldu og verður goymd talgild. Fyrstu árini varð útbygt í smáum, men við játtanini á fíggjarlógini árini 2001 til 2003 kom rættilig gongd á útbyggingina. Tá fekk Út- varpið umleið tríggjar milliónir krónur til arbeið- ið, og játtanin varð millum annað brúkt til at digitalis- era tey flestu av upptøku- hølunum og at gera nýggjar støðir til redigering av upp- tøkum. Nú verður mett, at tað kostar einar seks milliónir krónur at gera arbeiðið í Útvarpinum liðugt, og hesir pengar skulu millum annað brúkast ein net, sum skal knýta saman tær digitalu eindirnar í Útvarpshúsin- um, at digitalisera studio 1, sum er samantvinna við Útvarpshøllina, og at keypa ein nýggjan upptøkubil, sum skal brúkast sum kontrollrúm í Útvarpshøll- ini og til at gera upptøkur uttanfyri húsið. Harafturat verður eisini arbeitt við at digitalisera savnið hjá Útvarpinum og at hava neyðuga trygd í tí sambandi. Vilja kunna senda beinleiðis kring landið Digitaliseringin av sjón- varpinum byrjaði í 2001. Í fyrstu verkætlanini varð dentur lagdur á redigering, og seks nýggj digital redig- eringsrúm vórðu gjørd. Næsta verkætlanin fevndi um eitt servararúm og eitt sendirúm. Servararúmið knýtir allan telduteknikkin í sjónvarpshúsinum saman. Sendirúmið er ein teknisk- ur miðdepil, og um hendan miðdepil fer alt tilfar, ið verður sent, og alt tilfar, sum verður móttikið um fylgisvein. Ætlanin var at gera sendi- rúmið liðugt í 2004, men av tí, at játtan ikki fekst, er henda eindin ikki tikin í brúk enn, og tí skal ein part- ur av teimum 14 milliónun- um, sum Sjónvarpið hevur brúk fyri, brúkast til at gera nýggja sendirúmið liðugt. Millum alt annað, sum Sjónvarpið skal brúkast pengar til, er ein nýggjur upptøkubilur, sum bæði kann brúkast sum kontroll- rúm í Sjónvarpnum og sam- skipa upptøkur uttanfyri húsið. Verandi upptøkubil- ur er 20 ára gamal og í ringum standi. Ein onnur ætlanin er at keypa ein sonevndan SNG- bil, sum ger tað gjørligt at senda umvegis fylgisvein til sjónvarpshúsið í Vørðsl- uni. Hetta vildi gjørt tað møguligt hjá Sjónvarpinum at senda beinleiðis frá hendingum ella tiltøkum kring landið. Rationalisera Ein av fremstu málunum við eini digitalisering av al- mennu loftmiðlunum er at gera teir tíðarhóskandi í einum nýggjum sjónvarps- heimi, har tann digitala tøknin stendur í miðdepl- inum. Landsstýrismaðurin við mentamálum sigur tó eisini í viðmerkingunum til lóg- aruppskotið, at eitt annað av endamálunum er at rati- onalisera umsitingina av stovnunum og og pro- grammframleiðsluni. Loftmiðlar mugu fylgja við tøkniliga Útvarpið og Sjónvarpið mennast fyri 20 milliónir Útvarpið og Sjónvarpið skulu næstu árini útbyggja tøkniliga fyri samanalagt 20 milliónir krónur. Landsstýrismaðurin við mentamálum biður løgtingið um heimild til hesa útbygging