Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 48 - 10. mars 2005 – Flaggdagin fáa toftamenn og vest- menningar hvør sín lítlan trolarar SKIPASMÍÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Teir síggja ikki út av so nógvum, har teir standa innast í byggihøllini á skipasmiðjuni í Havn, meiri og minni innballaðir. Men tað eru altso tveir smáir trolarar, sum standa har. Ætlanin hevur alla tíðina verið, at teir skulu verða lidnir flaggdagin 25. apríl og tað er framvegis ætlanin. Talan er um tveir smáir trolarar, sum skulu trola á landleiðini. Annar trolarin kemur í flotan fyri Hansu Mariu á Toftum og hin kemur ístað- in fyri Dúgvuberg í Vest- manna. Trolararnir kosta góðar 10 milliónir, hvør. Teir eru slakir 20 metrar langir og 100 bruttotons. Skrokkar úr láglønarlondum Hóast tað er Tórshavnar Skipasmiðja, sum smíðar trolararnar, koma skrokk- arnir langvegis frá, tí teir eru nevniliga smíðaðir í Gdansk í Póllandi. Ì heyst vórðu skrokkarnir sleipaðir til Føroyar, og síð- ani vórðu teir tiknir upp og settir inn í byggihøllina á Skipasmiðjuni, har teir verða gjørdir lidnir. Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, sigur, at hetta er nakað, sum vit mugu lata okkum lynda, at skipabygging stendur fyri stórum broytingum. – Ikki bara hjá okkum, men í øllum vesturheimin- um er gongdin tann í sam- bandi við skipasmíð, at skrokkarnir verða smíðaðir í Póllandi og øðrum lág- lønarlondum. Hann sigur, at tað krevur nógvar arbeiðstímar at smíða ein skipsskrokk og tí er tað alt ov dýrt at gera tað í Føroyum og í vesturheim- inum sum heild. – Kostnaðarstøðið í Før- oyum og í vesturheiminum annars, ger, at alt arbeiðið, sum krevur nógvar mann- tímar, endar í láglønarlond- um. Gunnar Mohr sigur, at hóast tað í hesum føri er talan um smáar bátar, hava reiðararnir spart eina milli- ónaupphædd við at lata skrokkarnar gera í Póllandi, afturímóti at gera teir í Føroyum, so tað er rættiliga stórur munur á. – Hetta er ikki ein gongd, sum vit hava nakra ávirkan á, tí tað er ongir aðrir møguleikar, skulu vit vera kannpingarfør. – Hetta er ein arbeiðs- máti, sum riggar væl og tí verður hetta gongdin fram- yvir, leggur hann afturat. Stjórin á Skipasmiðjuni sigur, at avleiðingin av hes- um er, at hetta slagið av handverki er minkað mun- andi her um okkara leiðir. Sjálvandi verður altíð brúk fyri slíkum handverk- arum til umvælingar og smærri arbeiði, men tey stóru arbeiðini á hesum øki, verða trupul at fáa henda- vegin í framtíðini. Men hóast skrokkarnir verða gjørdir uttanland, er nógv arbeiði eftir og á Skipasmiðjuni hava teir arbeitt fast uppá trolararnar síðani í november. Gunnar Mohr sigur, at nú er meiri tómligt í ordrabók- unum hjá skipasmiðjuni. Ongin nýbygging er á skránni, so tað eru bara umvælingar at dúva uppá. – Kortini eru onkur skip í væntu, sum skulu á skipa- smiðjuna til umvælingar. Eini 150 fólk arbeiða á Tórshavnar Skipasmiðju. Vágs Býráð tekur nú stig til at sovna ein suðuroyarbólk, sum skal umboða alla oynna úteftir, tá ið felags áhugamál eru á skránni SAMSTARV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vágs Býráð fer nú at taka stig til at stovna ein suður- oyarbólk. Tað samtykti býráðið á fundi týskvøldið. Talan er um ein bólk við umboðum úr øllum teimum sjey kommununum í Suð- uroynni og hesin bólkurin skal so umboða alla oynna, tá ið felags áhugamál eru á skránni, eitt nú mótvegis landsins myndugleikum. – Eg haldi at tað er tørvur á einum felags stovni í Suð- uroynni sum kann umboða alla oynna, so vit øll draga somu línu, tá ið mál av fel- ags áhuga eru á skránni, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági. Borgarstjórin sigur, at eitt dømi um mál, sum hevur felags áhuga fyri alla Suð- uroynna, er ferðaætlanin hjá Smyrli ímillum Suð- uroy og Havnina. Nú skal nýggj ferðaætlan leggjast og í tí sambandi er høvi at gera viðmerkingar til tað nýggju ferðaætlan- ina. Kirstin Strøm Bech heldur, at tað kundi verið eitt sjálvsagt evni hjá ein- um felags kommunalum suðuroyarbólki at viðgjørt ferðaætlanina. Men talan er sjálvsagt eisini um nógv onnur mál, sum eru av felags áhuga fyri alla oynna. – Tað er ikki tí, at sam- band ikki er ímillum kom- munurnar, tá ið mál av felags áhuga eru á skránni, tí tað er tað. Men tað hevur ikki verið nakað skipað samstarv, men tað er so ætl- anin at fáa nú. Málið er nú lagt í eina serliga nevnd undir býráðn- um. Tað verður nú fíggjar- nevndin, sum verður víðk- að við einum limi úr sam- bandsflokkinum, sum nú skal viðgera málið víðari. Nevndin skal nú orða eitt skriv, sum skal sendast øllum hinum kommunun- um fyri at vita um áhugi er fyri at stovna ein slíkan suðuroyarbólk. So fæst at vita, hvat hinar kommun- urnar siga. Nevndin skal eisini gera uppskot um endamál fyri bólkin. Hetta er ikki fyrstu ferð, at roynt verður at skipa eitt felagskommunalt samstarv í Suðuroynni. Seinast í áttatiárunum varð ein felagskommuna skipað, men hon livdi bara nøkur heilt fá ár. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi Tvøroyrar Býráð eina roynd at skipa eina fel- ags kommunu, men tá vóru vágbingar ikki áhugaðir. Nú eru tað so vágbingar, sum taka stig til at royna enn einaferð. Vágbingar taka stig til samstarv um alla Suðuroy Verða lidnir flaggdagin Teir síggja ikki út av nógvum í stóru byggihøllini á Tórshavnar Skipasmiðju. men talan er altso um tveir trolarar, sum skulu vera lidnir flaggdagin