hósdagur 10. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 10. mars 2005
5
Konsert fyri øll
Fuglafjørður: Mentanar-
húsið í Fuglafirði hevur
verið nógv frammi í sein-
astuni í samband við Prix
Føroyar-kappingina. At
hetta hølið er vælegnað
til konsertir, munnu tey
flestu helst vera samd
um.
Tað halda eisini tey
ungu í Heimamissiónini,
sum
leygarkvøldið
í
næstu viku skipa fyri
teirri árligu HMU-kon-
sertini á hesum staði.
Sagt
verður,
at
á
skránni verður nakað fyri
øll við áhuga fyri tón-
leiki. Tað hevur nevniliga
eydnast teimum at fáa
fatur á fýra rættiliga ym-
iskum bólkum til kon-
sertina. Teir fýra eru:
Ungdómskórið í Vágun-
um, Credo, Bjartur og
vinfólk, og kendi bólk-
urin I Am.
Umframt góðan tónleik
verður eisini andakt, okk-
urt til matna og video-
klipp á stórskíggja.
sb.
Tey veiða ikki
hjá okkum
Útlendsk
veiða:
Eitt
yvirlit
um
útlendsku
veiðuna vísir, at nógv
lond als ikki hava havt
skip í okkara sjóøki sein-
astu tveir mánaðirnar.
Skip úr Hálandi, Dan-
mark, Týsklandi, Írland,
Estlandi, Japan, Grøn-
land og enntá Íslandi
hava ongan fiskidag havt
í okkara øki í januar og
februar í ár.
Hinvegin hava russisk
skip havt 471 fiskidagar,
norsk 490, fronsk 103 og
bretsk skip 35 fiskidagar
hesar báðar fyrstu mán-
aðirnar av árinum. Sam-
anlagt hava hesi skipini
havt 1.099 fiskidagar.
sb.
Kelduvatn úr
Norðoya-
tunlinum
Klaksvík: Umsitingin í
Klaksvíkar
kommunu
hevur í eina tíð arbeitt við
møguleikanum at taka
kelduvatn úr Norðoya-
tunnlinum.
Slíkt arbeiði kostar
sjálvandi pening, og fyri
at koma víðari við kann-
ingararbeiðinum,
er
neyðugt við størri fíggj-
arligari heimild, og tí
hevur umsitingin gjørt
eina kostnaðarmeting.
Mælt verður her bý-
ráðnum til at 500.000 kr.
til verkætlanina, og at
peningurin verður tikin
av íløgukontuni "ymist í
samband við Norðoya-
tunnilin". Og hetta hevur
nú býráðið endaliga sam-
tykt.
sb.
Mánadagin byrjaðu
fólk frá Landsverki
arbeiðið við at
tryggja loftið í Leyna-
tunlinum. Arbeiðið er
mett at vara í umleið
tríggjar mánaðir
SAMFERÐSLA
Snorri Brend
Leynatunnilin: Hetta ar-
beiðið kemur at darva
ferðsluni so mikið, at tunn-
ilin verður stongdur fyri
allari ferðslu frá mánadegi
til fríggjadag frá kl. 8 til 19.
Meðan arbeitt verður fara
bilarnir at koyra eftir við
gamla vegnum framvið
Leynavatni.
Vegurin fram við Leyna-
vatni er einsporaður, og tí
hevur Landsverk sett upp
ferðsluljós fyri at leiða
ferðsluna so lætt gjøgnum
sum gjørligt.
- Roknast kann kortini
við eini bíðitíð uppá umleið
10 min. Heitt verður í hes-
um sambandi á fólk um at
sýna stórt varsemi og tol-
semi, upplýsir Landsverk.
Um næturnar og um
vikuskiftini verður tó koyr-
andi sum vanligt gjøgnum
sjálvan tunnilin.
Hetta vegastrekkið var
áður tað, sum bant flog-
vøllin og bygdirnar vestan
fyri við hin partin av land-
inum. Men so líðandi vaks
ferðslan, soleiðis at vega-
strekkið ikki var egnað til
hesa.
Í 1977 kundi Landsverk-
frøðingurin á fyrsta sinni
loyva
ferðslu
gjøgnum
henda 760 metrar langa
tunnilin.
Eingin ferðsla gjøgnum tunnilin
Teir arbeiða inni í tunlinum og koma at gera tað í næstan tríggjar mánaðir aftrat
Mynd: Jens Kr. Vang
Alt yvirskotið frá
teirri nýggju stuðuls-
búðini fer til arbeiðið
hjá donsku missións-
rørsluni Danmission.
Fleiri føroyingar
stuðla hesi rørsluni,
sum m.a. hevur knýtt
vinarbond millum
Føroyar og eitt stift í
afrikanska landinum
Tanzania
ENDURNÝTSLA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Tað er ikki á
hvørjum degi, at ein nýggj-
ur handil letur upp í Klaks-
vík.
Tá tað so umsíðir hendir,
kann ein líka so væl gera
eitt sindur burtur úr hesum.
Og tað er júst hetta, sum
danska
missiónsfelagið
Danmission og klaksvíks-
konan Malan Mýri ætla
komandi leygardag.
Tá letur nevniliga upp ein
sonevnd
stuðulsbúð
í
Klaksvík, har møguleiki
verður at ogna sær brúkt
klæði og brúktar lutir í stór-
um tali.
Allur innkomni pening-
urin frá søluni av hesum
lutum fer til tað víttfevnda
missiónsarbeiðið sum Dan-
mission ger í Afrika, Mið-
eystri, Asien og í Danmark.
Markering við lít
Í øðrum londum er rættiliga
vanligt við slíkum stuðuls-
búðum, og tað eru fleiri
missiónsrørslur sum fáa ein
rættiliga stóran part av inn-
tøkum sínum júst frá slíkari
sølu.
Nú leygardagin verður so
høvið hjá klaksvíkingum
og norðoyingum annars at
keypa í eini slíkari stuðuls-
búð í Klaksvík.
Í eina tíð hevur verið
arbeitt við hesi ætlanini, og
nú er komið so mikið væl
áleiðis, at dyrnar verða
lætnar upp á fyrsta sinni í
hølunum, sum eru riggað til
eitt slíkt endamál.
Ein slík løta fer ikki aftur
við borðinum uttan at hon
skal markerast. Og tað
verður hon eisini við lít.
Byrjað verður kl. 10 við
at snórurin inn í stuðuls-
búðina verður kliptur av
fýra persónum: bispinum
Hans J. Joensen, borgar-
stjóranum í Klaksvík Stein-
bjørn O. Jacobsen, sam-
skiftisskrivaranum í Dan-
mission Torben Holm og av
Malan Mýri, sum er leiðari
av stuðulsbúðini.
Eftir tað verða øll boðin
innar til kaffi og rund-
stykkir, har landsskrivarin í
Danmission,
Ruth-Inge
Gregersen fer at siga nøkur
orð. Hans J. Joensen heldur
síðani eina stutta andakt, og
fer eisini at siga frá vinar-
sambondunum millum Før-
oyar og eitt av stiftunum í
Tanzania, ið nevnist Karag-
we.
Borgarstjórin í Klaksvík
fer somuleiðis at siga nøkur
orð, áðrenn samskiftis-
skrivarin í Danmission
sigur frá tí týdningi, sum
slíkar stuðulsbúðin hava
fyri arbeiðið hjá missións-
rørsluni.
Vónað verður, at undir-
tøkan verður góð til upp-
latingina leygardagin. Og
at henda undirtøkan fer at
vara við í framtíðini.
Nýggjur handil stuðlar missión í fleiri londum
Tað eru ikki smávegis
umleggingar sum
standa tí Psykiatriska
Deplinum á Lands-
sjúkrahúsinum fyri í
næstum. Spurning-
urin er um hesar
umleggingar eisini
fara at kosta størv
SÁLARSJÚK
Snorri Brend
Landssjúkrahúsið: Sam-
bært einum uppskoti, sum
nú er til hoyringar verða
onkrar deildir lagdar sam-
an, meðan aðrar mugu
minka um seingjartalið.
Ein annar partur av upp-
skotinum er at samskipa
vaktarskipanina
millum
fleiri av deildunum.
Endamálið við umlegg-
ingunum er at savna tær
aktivu viðgerðardeildirnar
við akuttfunktiónum fyri
seg, og búdeildirnar við
fastbúgvandi fyri seg.
Hetta verður gjørt við tí
fyri eyga at fáa betri
góðsku og kontinuitet fyri
hesar bólkar av sjúklingum,
og samstundis fáa ein meira
rationellan rakstur av deild-
unum.
Til hoyringar
Sambært uppskotinum, er
ætlanin í fyrsta lagi, at
samla teir sjúklingar, sum
eru fastbúgvandi á psyki-
atriska deplinum á deild 4,
deild 5 og á deild 7.
Hetta fer at hava við sær,
at sjúklingarnir frá deild 6
verða fluttir yvir á deild 4
og deild 7, og at deild 4 og
deild 5 verða lagdar saman
til eina deild undir somu
leiðslu og vaktarskipan.
Í øðrum lagi er ætlanin,
at virksemið á dagdeildini
verður integrerað í eitt
samlað dagtilboð, saman
við ergo- og fysioterapi og
klubbanum. Í hesum sam-
bandi verður arbeitt við at
endurskoða og samskipa
tilboðið um psykiatriska
rehabilitering til innlagdar
og ambulantar sjúklingar.
Í triðja lagi skulu allir
sjúklingar, sum ikki eru
fastbúgvandi, framyvir bert
verða innlagdir á deild 1,
deild 2 og á deild 3. Seingja-
talið á deild 2 verður sett
niður til átta sjúklingar, og
deildin er framvegis ætlað at
verða afturlatin. Frammøtið
á deildini skal endurskoðast
og vaktarskipanin sam-
skipast við deild 3.
Endaliga avgerðin um
broytingarnar verður ikki
tikin fyrr enn starvsfólkið
og umboð teirra eru hoyrd,
sambært fyrisitingarlógini
og starvsfólkapolitikkinum
á Landssjúkrahúsinum.
Avgerðin verður eftir
ætlan tikin áðrenn hálvan
apríl, og hava starvsfólk og
umboð teirra nú møguleika
at koma við skrivligum
viðmerkingum henda kom-
andi mánaðin.
Færri sengur geva betri rakstur