hósdagur 10. mars 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 48 - 10. mars 2005
Týsdagin byrjaði
arbeiðið at flyta
gomlu læknahúsini,
sum stóðu beint
norðanfyri Tofta
skúla. Tey skulu
flytast inn Undir
Nesið, har eigarin er í
holt við at planera
eitt grundøki og fer at
stoypa eina grund til
húsini at standa á. Í
fyrstu syfti eru húsini
nú komin oman á
parkeringsøkið sunn-
anfyri Føroya Banka
at standa. – Eg haldi,
at nú er sloppið, sigur
Atli Poulsen, sum
hevur átikið sær at
flyta húsini
FLUTNINGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu árini hava gomlu
læknahúsini,
sum
Nes
kommuna hevur átt, verið
nýtt sum teldustova hjá
skúlanum. Nú skúlin skal
útbyggjast, verður gamla
fimleikarhøllin, sum er
bygd norður úr skúlanum,
tikin niður, og nýggj og stór
høll skal byggjast í staðin.
Læknahúsini stóðu eisini í
vegin fyri útbyggingini, og
tey hevur kommunan selt
Peturi Gaardbo, sum nú er í
holt við at planera eitt
grundøki og stoypa eina
grund Undir Nesinum á
Toftum, hagar húsini skulu
flytast í heilum líki.
Serlig uppgáva
Tað er AP Bilar & Maskin-
ur á Toftum, sum hevur
átikið sær at flyta gomlu
læknahúsini
fyri
Petur
Gaardbo.
Atli Poulsen, sum eigur
felagið, sigur, at teir hava
ongantíð áður átikið sær
eina slíka uppgávu, ið má
metast rættiliga serstøk.
– Vit byrjaðu klokkan 08
týsmorgunin at fyrireika
flytingina av húsunum, og
klokkan 22.30 stóðu tey á
parkeringsøkinum við Før-
oya Banka, niðanfyri skúla-
vegin.
Hann sigur, at nógv fólk
hjálptu til hendan dagin,
bæði lønt og ólønt, sum
hann tekur til.
– Vit høvdu einar 3-4
mans við í hesum arbeiði,
og Petur Gaardbo hevði eis-
ini einar 3-4 vinmenn at
hjálpa sær. Umframt hetta,
høvdu vit leigað stóra kran-
an hjá Tórshavnar Skipa-
smiðju, sum kann lyfta eini
100 tons og ein stóran
maskinvogn frá IR-Lastbil-
um.
Atli sigur, at áðrenn set-
ast kundi á húsini, skuldi
nógv fyrireikingararbeiði
gerast.
– Saman við øðrum
hevði Petur tikið kaminuna,
sum gekk upp í gjøgnum
øll húsini, niður. Hetta var
stórarbeiði, tí kaminan var
stoypt upp við jarnstengr-
um innan í betonginum.
Neyðugt var at bróta kam-
inuna niður um kjallara-
gólvið fyri at tryggja sær, at
hon var leys av húsunum, tá
ið tey skuldu lyftast upp av
grundini. Sum eg havi skilt,
tók hetta arbeiði tað mesta
av tveimum samdøgrum
hjá Peturi og hansara
monnum.
Hann vísir á, at neyðugt
varð at bróta hol inn í
grundina og leggja tveir
langdragarar og tveir tvør-
dragarar úr stáli undir
undirsløgini – og har drag-
ararnir krossaðu hvønn
annan, vórðu teir sveisaðir
saman.
– Síðan brutu vit inn í
grundina eftir øllum múr-
ankrunum, sum skuldu
skerast av, og hesi vóru
mong í tali.
Ongan veg
Atli sigur, at tá ið klárt var
at lyfta húsini av grundini,
lyfti kranin tey á stóra
maskinvognin, sum stóð
niðanfyri.
– Kranførarin segði, at
mátitólini hjá krananum
vístu, at húsini viga umleið
18 tons., og tað er nakað
meira, enn vit framman-
undan høvdu roknað við.
Mær er sagt, at tann, sum í
sínari tíð bygdi húsini, var
rættiliga væl gjørdur og
vildi ikki lata nakað av
hondum, sum ikki var í
lagi.
Tá ið gomlu læknahúsini,
sum eftir tátíðar mátistokki
eru rættiliga stór, vóru
komin at standa á maskin-
vogninum, vísti tað seg, at
tey fingust hvørki inneftir,
ei heldur úteftir vegnum, tí
tey fyltu so nógv á vogn-
inum.
– Hvørji vóru nú ráðini at
taka? Jú, her mátti kranin
aftur koma upp í leikin. Eg
var í iva um, hvørt kranin
fór at megna at lyfta húsini
oman av bakkanum – og
oman á parkeringsøkið við
Føroya Banka. Kranførarin
helt, at tað fór hann at
klára, um hann slapp niðan
um Føroya Banka at standa.
Atli sigur, at rættiliga
trongt var hjá krananum,
har hann stóð á lítla økin-
um, sum er omanfyri bank-
an – og niðanfyri høga
bakkan undir skúlavegnum.
– Men tað eydnaðist før-
aranum at fáa kranan niðan
um bankan og lyfta húsini
upp av maskinvogninum,
taka tey inn ímóti kranan-
um og síðan seta tey á økið
sunnanfyri Føroya Banka.
Nú er sloppið
Hann vísir á, at her verða
gomlu
læknahúsini
nú
standandi, til grundøkið hjá
Peturi Gaardbo Undir Nes-
inum er kárt – og grundin,
sum húsini skulu setast á,
er stoypt.
– Nú meta vit, at tað er
sloppið, tí vegurin inn
Undir Nesið er góður og
breiður. Tá ið vit fara at
flyta húsini, tekur stóri
kranin tey í trimum lyftum
oman á høvuðsvegin, har
tey aftur verða sett á
maskinvognin og koyrd upp
á pláss, sigur Atli Poulsen.
Gomlu læknahúsini flutt í heilum líki
– Har sluppu øll at
bjóða seg fram, og
síðan valdi Norðoya-
tunnilin fimm fyri-
tøkur burtur úr til at
geva tilboð. Hetta er
ein góður máti, tí tá
sleppa fleiri virkir
undan at arbeiða til
onga nyttu, sigur
John Eli Olsen, stjóri
hjá El-Service á Skála
ÚTBJÓÐINGAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í Sosialinum herfyri fýltist
stjórin hjá El-Service á
Skála, John Eli Olsen á, at
føroyskir
arbeiðstakarar
ikki altíð fáa høvið at bjóða
upp á tey stóru arbeiðini,
sum tað almenna stendur
fyri. Í hesum sambandi
nevndi hann eisini nýggja
bygningin hjá Føroya Tele í
Hoyvík.
– Tað, sum eg meinti við
í samrøðuni, var, at høvuðs-
entreprisan var útlendsk.
El-arbeiðið varð tó gjørt av
føroyingum, men hetta ar-
beiði varð ikki boðið út.
Norðoyatunnilin
John Eli Olsen vísir á, at
útbjóðingin av el-entre-
prisuni til Norðoyatunnilin
var gjørd við eini pre-
kvalifisering. Hetta merkir,
sigur hann, øll sluppu at
bjóða seg fram. Síðani
vórðu fimm fyritøkur vald-
ar burtur úr til at geva til-
boð.
– Hetta haldi eg vera
skilagott, tí so skulu ikki
fleiri virkir gera tilboðs-
arbeiði til onga nyttu. Eg
haldi, at henda útbjóðingin
er ein tann besta, sum vit
higartil hava verið við til.
Útbjóðingartilfarið
er
nevniliga soleiðis háttað, at
øll el-virkir kunnu bjóða
upp á somu útgerð, men
hesi kunnu eisini koma við
betringum og uppskotum.
John Eli vísir á, at í hes-
um førinum verða tilboðini
»vektaði«, soleiðis at ein
stórur partur snýr seg um,
hvussu tú sum arbeiðs-
takari ætlar tær at loysa
uppgávuna – eitt nú við
manning,
fyriskipan,
heilsu, trygd og umhvørvi.
– Hetta ger, at eitt virkið,
sum bjóðar seg fram, noyð-
ist at gera sær ómak við til-
boðnum, og samstundis fær
leiðslan fyri P/F Norðoya-
tunnilin fleiri uppskot til
loysn av uppgávuni.
Óseriøsir bjóðarar
Stjórin hjá El-Service held-
ur, at hesin hátturin í størri
mun átti at verið brúktur, tá
ið stór arbeiði verða útboð-
in.
– Hesin hátturin gevur
eisini
byggiharranum
møguleika at lúka óseriøsar
bjóðarar burtur úr, áðrenn
sjálvt tilboðið skal gevast.
John Eli Olsen vísir á, at
uttanlands er tað soleiðis, at
bjóðar tú upp á eitt arbeiði,
har neyðugt er við t.d. 10
fólkum, skulu í minsta lagi
20 fólk vera í starvi hjá
fyritøkuni.
– Hetta verður kravt, tí
tað ikki verður mett serliga
skilagott at byggja eitt virki
upp á eina einstaka upgávu,
sigur stjórin hjá El-Service.
Skilagóð útbjóðing hjá Norðoyatunlinum
At flyta eini so stór sethús av grundini í heilum líki er ikki smávegis uppgáva. Tá ið læknahúsini
vóru komin at standa á stóra vogninum, fingust tey hvørki inneftir ella úteftir skúlavegnum
Mynd: Rúna Sivertsen
- Kranførarin sigur, at húsini viga eini 18 tons, og tað er meira,
enn vit frammanundan væntaðu, sigur Atli Poulsen, sum eigur
fyritøkuna, AP Bilar & Maskinur. Hetta er fyrsta uppgávan av
slíkum slagi, sum felagið hevur átikið sær
Mynd: Rúna Sivertsen