Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 10. mars 2005 7 Stjørnurnar saman á palli Hvør sær hava tær langt síðani prógvað, at tær eiga sítt serliga pláss á tónleikaliga stjørnuhimmalinum. Og nú fara Eivør, Guðrun og Lena so fyri fyrstu ferð á pall saman. Tað er nevni- liga eydnast kvinnu- blaðnum Kvinna at savnað tær tríggjar á stórari felags konsert í Keypmannhavn í summar KONSERT Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hvør á hvør sína hátt fara tær beint inn í hjørtuni á áskoðarnum, hvørja ferð tær trína fram á palli. At síggja tær allar, Eivør, Guðrun og Lenu sam- stundis á sama palli ljóðar sum ein dreymur, men nú ger kvinnublaðið Kvinna dreymin til veruleika. Tað er nevniliga eydnast at savna tær tríggjar stjørnur- nar til ein stóra felags kon- sert í Falkoner Centrinum í Keypmannhavn 4. juni. Við konsertini vónar Kvinna ikki bara at røkka sínum lesarum uttanlands, men eisini at geva øllum høvi at hoyra framúr væl syngjandi havfrýrnar, verð- ur sagt í nýggjasta Kvinna. Ambitiøst Hóast tær tríggjar song- stjørnurnar uttan iva eru sera upptiknar av øðrum konsertum, vóru tær allar beinanvegin fúsar at vera við á felags konsertini, tá Kvinna heitti á tær, sigur Edvard Nyholm Debes, samskipari. Edvard er eis- ini kapelmeistari í orkestr- inum, sum er sett saman til júst hesa konsertina. – Hetta er eitt sera am- bitiøst projekt, so tónleikar- nir eru valdi við umhugsni. Tveir eru danir, sum báðir hava spælt saman við nógv- um av teimum bestu tón- leikarnum í Danmark, so er vit tveir føroyingar og tvær kórgentir, sigur Edvard. Skráin á konsertini er løgd serliga til rættis til tær tríggjar songkvinnurnar og júst hetta høvið. Enn er tó ikki komið heilt á mál við skránni, so Edvard kann ikki avdúka meir beint nú, men lovar eina stóra konsert á sera høgum støði í einum framúr góðum konsertsali. 3 stjørnur Guðrun Sólja Jacobsen kom sum eitt stjørnuskot, men prógvaði skjótt at hon var annað og meir enn ein stjørna bert tað eina kvøld- ið. Hon vann ikki bara kapp- ingina, men flest øll hjørtu í ríkunum, tá hon stóð har fyrstu ferð í Stjerne for en aften og sang "Promise me", so gásahúðin prikaði um allan kroppin. At tað ikki eydnaðist at vinna seinasta umfarð, er kanska bara eitt tekin um, at Guðrun er eitt ov stórt talent til eina kapp- ing, har onnur seta treytir- nar. Nú vil hon royna seg sjálv, og onnur fløgan hjá henni er longu komin. Tað kann tykjast sum, at tað er lítið eftir, sum Eivør Pálsdóttir ikki hevur roynt innan tónleikin. Tað fer neyvan ein dagur, uttan at vit hoyra okkurt nýtt og áhugavert frá unga sang- fuglinum úr Gøtu. Nýggja fløgan hjá Eivør saman við Danmarks Radios Big Band er júst komin á gøt- una, og beint nú er hon á konsertferð í Kanada sam- an við Bill Bourne. Lena Andresen hevur ser- liga roynt seg í Kanada, men í ár hava hon og mað- urin Niclas Johannesen ætl- anir um at hava fleiri kon- sertir í Danmark og aðra- staðni í Europa. Lena hevur líka frá byrjan arbeitt sera miðvíst við síni yrkisleið sum tónleikari, og tað hev- ur givið úrslit. Nú hava hon og Niclas fingið ongan minni ein fyrrverandi um- boðsmannin hjá The Beat- les sum manager, eftir at hesin var tikin á bóli eftir at hava hoyrt fløguna "Can’t erase it" hjá Lenu. At hesar tríggjar før- oysku songkvinnurnar hava tað í sær, sum skal til, fyri at koma upp á tindarnar á altjóða tónleikapallinum, man neyvan nakar ivast í, sum kennir teirra tónleik og ikki minst teirra framúr góðu røddir. At uppliva tær saman á palli verður uttan iva ein heilt serstøk uppliv- ing fyri áskoðarnar, men eisini fyri tær tríggjar hevur hendan konsertin ein heilt serligan týdning. Ella sum Lena sigur við Kvinnu – Eg vóni at hendan kon- sertin kann hjálpa okkum fram í Danmark, men vit skulu njóta konsertina. Tá ið alt kemur til alt, snýr tað seg um tónleikin, og tað skulu vit ikki gloyma, sigur Lena, sum eins og Eivør og Guðrun er sera spent uppá løtuna í Falkoner Centrinum 4. juni. Atgongumerki til kon- sertina kunnu i fyrstu syftu keypast umvegis heimasíð- una hjá Kvinnu, www.kvinna.fo. Seinni verða tær eisini at fáa á billetnet.dk 4. juni fara tríggjar av okkara størstu songstjørnum - Eivør, Guðrun og Lena - fyri fyrstu ferð á pall saman. Mynd: Kvinna / Per á Hædd og Finnur Justinussen TÍÐINDASKRIV Kvinnukórið Suð úr Klaks- vík, stjórnað av Steinvør Fonn, fer fyrst í mai mán- aða at hava nakrar festligar og øðrvísi konsertir. Tær hava fyri tað mesta sungið klassiskt, sálmar, sangir, negro spirituals og nakrar sangir úr onkrum sangleik- um, men teir seinastu mán- aðirnar hava tær fyrireikað seg til nakrar eitt sindur villari og festligari konsert- ir, enn tær áður hava gjørt. Talan er um ABBA løg, kendar gospel-sangir og nakrar kendar jazzklassik- arar, sum tær fara at fram- føra 4. mai í Mentanarhús- inum í Fuglafirði, 6. mai í KÍ-høllini í Klaksvík og 7. mai í Norðurlandahúsinum í Havn. Arnfríð Lutzen, Nikolina Rubeksen, Tóra við Keldu og Steinvør Fonn vera solistar. Fyri at geva hesum sangunum og konsertunum ordiligt lív, hevur Suð fingið eitt gott orkestur at spæla til allar sangirnar. Teir eru: Magni Husgaard á tangentum, Mikkjal Hvannastein á guitar, Høgni Klakkstein á trummum og Agnar Lam- hauge á bass. Og sum eitt eyka "pust" hava tær eisini fingið nakrar dansarar at dansa til nøkur av løgun- um. Tær vera Unnur S. Fonn, Malan Hansen, Sunrid Mørkøre, Debora Bringsberg og møguliga nakrar afturat. Fyri at nevna nøkur av løgunum, kunnu vit nevna "Dancing Queen", "Joyful, Joyful" úr Sister Act II og "Fly Me to the Moon". Ragnhild Ellingsgaard verður frásøgukvinna. Føroya Banki er høvuðs- stuðul. Annars hava Klaks- víkar Kommuna, Menta- málaráðið, Føroya Bjór, Norðoya Sparikassi og At- lantic Airways eisini stuðl- að tiltakinum. Um tit ynskja at vita meir um Suð, kunnu tit fara inn á teirra heimasíðu: www.sud.hello.to Festligar konsertir við Suð: Komið aftur í 70’ini og minnist ABBA! – Týsdagin skrivaði kórleiðarin hjá Suð undir avtalu við Føroya Banka, sum verður høvuðsstuðul á konsertferðini hjá kórinum Mynd: Norðlýsi Í besta 70ara stíli fara Suð kvinnurnar á stóru tónleikapallirnar í Føroyum í mei mánað Mynd: Blitzfoto