Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Amnesty í Føroyum ynskir at forða fyri harðskapi móti kvinnum. Løgmaður og aðrir politikkarar hava somuleiðis sagt seg stuðla hesum arbeiði AMNESTY Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Havn: – Harðskapur móti kvinnum fer ikki bert fram í øðrum londum. Hann fer eisini fram í okkara landi – hvønn einasta dag! Hetta hendir ofta heima við hús, har bæði kvinnur og børn átti at følt seg trygg. Henda harðskapin kunnu vit á ongan hátt góð- taka, hóast hann fer fram innan fyri húsins fýra vegg- ir, sigur Annika Sølvará, forkvinna í Amnesty Før- oya Deild. Týsdagin lat deildin upp eina serstaka framsýning í SMS, har ljós varð sett á støðuna hjá kvinnum kring allan heimin – serliga teim- um kvinnunum, sum eru úti fyri harðskapi av ymiskum slagi. Til tiltakið var eisini løg- maður og aðrir politikkarar bodnir, og kundu teir bæði geva eina hond í stuðli, men eisini seta sína hond á arbeiðið ímóti hesum harð- skapi. At tað er neyðugt at gera okkurt við hetta vísa hag- tølini greitt: Ein av trimum kvinnum er onkutíð í lívin- um fyri harðskapi. Fleiri teirra doyggja eisini av hesum harðskapinum. – Hetta má steðgast. Og tað er í okkara hondum at fremja hetta í verki, sigur Annika Sølvará. Ikki bert paragraffir Felagsskapurin Amnesty hevur nú sett sær fyri at hetta evnið skal á dags- skránna um allan heimin. Ein hevur leingi verið greiður yvir henda harð- skapin, men fyri júst einum ári síðani tók felagsskap- urin eitt stig til at steðga hesum. Og tað er tað ar- beiðið, sum heldur fram her á landi. Aðalskrivarin í Amnesty International, Irene Khan segði, tá hetta átakið varð sett í gongd, at harðskapur móti kvinnum er ein sjúka. – Henda sjúkan etur mergin í øllum samfeløgum í øllum heimsins londum. Tað er ikki bara nakað, sum hendir øðrum. Tað hendir eisini tær, vinum tínum og familju tíni. – Ikki fyrrenn vit øll siga: "Nei, eg vil ikki at hetta skal henda", kunnu vit gera enda á harðskapinum, siteraði Annika frá aðal- skrivaranum. Europaráðið hevur somu- leiðis staðfest, at harð- skapur móti kvinnum er størsta einstaka orsøkin til deyða ella avlamni hjá europeiskum kvinnum í aldursbólkinum 16 til 44 ár. Av hesi orsøk mælir fe- lagsskapurin tí til at lógir og reglur verða gjørdar, sum verja kvinnurnar og børnini, og sum samstundis ger tað møguligt at steðga teimum, sum fremja harð- skap. – Tað er kortini eisini neyðugt við stuðli og hjálp til tey, sum eru fyri harð- skapi. Lógir og reglur mugu sjálvandi fylgjast. – Harðskapur móti kvinnum snýr seg ikki bert um paragraffir, men eisini um hugburð. Vit ynskja tí at broyta henda hugburðin, sum sigur "Tað er ikki nakað, ein kann ella skal blanda seg í", sigur Annika. Eftir hetta høvdu so Jó- annes Eidesgaard, lands- stýrismenn og løgtingsmenn og øll onur høvið at seta sína hond á ein bannara sum stuðul til hetta átakið. Væl varð tikið undir við hesum, tí eftir lítlari løtu var ikki nógv pláss eftir til fleiri hendur. 8 Nr. 48 - 10. mars 2005 Harðskapur í mongum londum Stóra Bretland: "Eg veit ikki rættiliga, hvat tað var, sum hetta kvøldið fekk meg at ringja eftir løgregluni, men eg svari altíð, at tað var, tá ið eg sá meg sjálva turka upp mítt egna blóð". Lorraine úr Bret- landi varð javnan buk- að í átta ár, áðrenn hon segði nøkrum frá tí. "Fólk spyrja meg, hví eg ikki bara rýmdi, men maður mín lovaði altíð ilt og gjørdi, sum hann hevði lovað. Eg ræddist hann ræðuliga illa. So endar tað við, at tú livir við tí, og tað verður heilt vanligt, tú lagar teg eftir tí, tú klárar tað, tú krógvar tað". Í Stóra Bretlandi fáa hjálpartænastur eina uppringing hvønn mi- nutt í miðal um harð- skap heima hjá fólki. Saudiarabia: Fimtan skúlagentur brendu inni og tíggjutals aðrar vórðu illa løstaðar, tá ið eldur kom í skúlan, tær gingu í. Hetta hendi tann 11. mars í 2002 í Mekka, Saudi- arabia. Átrúnaðarløg- reglan forðaði teimum í at sleppa burtur, tí tær vóru ikki í høvuðklæði og høvdu ongar skyld- menn at fylgja sær til hús. Løgreglan varð søgd eisini at forða bjargingarmonnunum í at koma framat skúlan- um. Eysturslovakia: "Hon segði við meg: "Verður tú aftur við barn, so doyrt tú. Kanska doyrt tú longu í dag. So tú mást skriva undir her". Eg var bangin og skrivaði undir". Ein 22 ára gomul Romakvinna sigur frá, hvussu ein sjúkrasystir fekk hana at játta at lata seg sterilisera, tá hon lá á skurðborðin- um og skuldi eiga. Í Eysturslovakia kom ein kanning fram á eina skipan, har kvinn- ur av romafólkinum vórðu tvungnar at ger- ast lívssørar. Í flestu førum góvu læknar og sjúkrarøktarar teimum skeivar ella hóttandi upplýsingar fyri at fáa tær at samtykkja at verða steriliseraðar í samband við keisara- skurð. Við síni hond ynskti løgmaður, Jóannes Eidesgaard at stuðla arbeiðinum at verja kvinnur móti harðskapi. – Eg vil fegin medvirka til at steðga hesum, sigur hann Ein hond móti harðskapi Karsten Hansen fær hjálp at koyra máling á hondina, frá m.a. Anniku Sølvará (vm.). Aftaná setti hann eisini sítt handamerki á bannaran, sum stuðul til arbeiðið móti kvinnuharðskapi