hósdagur 10. mars 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 10. mars 2005
9
Televarpið
fer nú at
senda NRK 1
Televarpið fer frá 1.
apríl 2005 at senda
norsku public
service rásina NRK
1. Rásin verður at
finna í øllum
grundpakkunum
hjá Televarpinum
SJÓNVARP
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Hetta er enn eitt stig
at tryggja føroyingum
dygdargott
norður-
lendskt sjónvarp og
samstundis
menna
norðurlendska public
service-rásúrvalið hjá
Televarpinum,
sigur
Laila Hentze, stjóri í
Televarpinum. Saman
við DR-rásunum kann
Televarpið nú sum
tann einasti veita hald-
arum sínum tær bestu
og mest viðkomandi
norðurlendsku public
service-rásirnar, sigur
hon.
Aðrar
broytingar
verða eisini framdar í
Televarpinum 1. apríl.
Tónleikarásin
VH1
verður tikin úr rásúr-
valinum, og Rás 1 og
God Channel fara at
skiftast um at senda á
somu rás.
Broytingarnar hava
ongar príshækkingar
við sær.
– Televarpið arbeiðir
framvegis við at víðka
um sendinetið. Í mars
og í apríl fara íbúgvar-
nir í Hvalvík, Streym-
nesi og Kvívík at
síggja Televarpið. Við
hesari
útbyggingini
røkkur Televarpið uml.
75% av føroysku hús-
arhaldunum. Kanning-
ar um víðari útbygg-
ingar verða somuleiðis
gjørdar í ár, sigur Laila
Hentze.
At senda NRK 1 er enn
eitt stig at menna
norðurlendska public-
service-rásuúrvalið hjá
Televarpinum, sigur
Laila Hentze, stjóri í
Televarpinum
Í samband við tiltakið
hjá Amnesty Inter-
national týsdagin,
sang Lena Andersen
nøkur løg á Torginum
í SMS. Í hesum sam-
bandi høvdu vit eitt
lítið prát við hana
AMNESTY
Annika Isfeldt og
Guðrun Jacobsen
"Seinasta fløgan hjá mær
hevur selt avbera væl í
Føroyum, og í ár fari eg so
at royna meg í Danmørk.
Fyrsta stakfløgan hjá mær
kemur út einaferð í vár, ella
í summar. Og eg vóni, at
tað fer at ganga væl", sigur
Lena og smílist.
Í løtuni býr Lena í Kana-
da, og tað dámar henni væl.
"Pápi mín er uppvaksin í
Kanada, og tí havi eg altíð
følt meg væl har. Har er ein
heilt onnur mentan, eitt
heilt annað mál, og eg
haldi, at fólkini eru meira
opin enn í Føroyum. Men
um tú lærir ein føroying at
kenna, verður hann sjálv-
sagt meira opin."
Lena fortelur um fram-
tíðarætlanir hennara:
"Tað næsta verður, at eg
fari til Kanada at arbeiða,
og tá ið fyrsta stakfløgan
hjá mær kemur út í Dan-
mark, ætli eg mær til Dan-
markar at marknaðarføra
hana."
Amnesty og "Amy"
Lena var í SMS fyri at
stuðla tiltakinum hjá Am-
nesty International.
"Eg haldi, at tiltakið móti
harðskapi móti kvinnum er
ein góð søk at stuðla. Tað er
eitt super tiltak. Man er ein
rødd fyri tey sum eru kúg-
að. Og eg haldi, eg geri mítt
besta við at vera góð við
míni medmenniskju".
Spurd um sangirnir, hon
syngur her í dag, hava nak-
að við evnið at gera svarar
Lena:
"Ja, nøkur løg passa til
tiltakið. Serliga nýggi sang-
urin "Amy".
Hann snýr seg um eina
gentu, sum ikki hevur tað
gott. Hon torir illa at liva,
og hon er í eini bíðistøðu,"
endar Lena.
– Ein góð søk at stuðla
- Tað er eitt super tiltak. Ein er ein rødd fyri tey, sum eru kúgað, sigur Lena Andersen, sum her
syngur saman við manni sínum Niclasi Johannesen á guitara
Býráðið í Porkeri
hevur keypt hús og
fær nú munandi betri
umstøður
HØLISVIÐURSKIFTI
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Porkeris Býráð er flutt í
nýggj høli og hevur nú
munnandi betri viðurskifti
at virka í og nú er vítt til
veggja, í mun til undanfarin
høli.
Talan er um hús mitt í
bygdini. Húsini eru upp-
runaliga bygd sum sethús í
fimmtiárunum. Tey hava
m.a. verið læraraíbúð og
eisini hava læknaviðtalu-
høli verið í húsunum.
Kommunan hevði eisini
part av húsunum eitt skifti,
frá 1975 til 78.
Í 1974 og til fyrst í níti-
árunum átti Føroya Banki
húsini og húsaðist í teim-
um. Porkeris Býráð hevur
nú keypt húsini frá einum
felag hjá Hera Hjelm. Talan
er tó í fyrstu syftu um leigu
av húsunum í tvey ár, men
leigan gongur inn í keypið.
Skrivstovuútgerð og ann-
að innbúgv er við í keypin-
um. Húsini eru í trimum
hæddum og fáa kommu-
nalu politikararnir í Porkeri
við hesum rúmari ræsur at
virka í.
Porkeris býráð í nýggj høli
Fyrsti fundur var í nýggju
húsunum týsdagin, Porkeris
býráð; Sigmundur Olsen,
Gunnbjørn Petersen,
varamaður fyri Hans Eli
Bech, Eli Frederiksen,
borgarstjóri, Lars Djurhuus,
skrivari, Anna Djurhuus,
varaborgarstjóri og Mikkjal
Sørensen
(Mynd: D.Olsen)