Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 48 - 10. mars 2005 Eitt álvarsmál, sum vit oftani hava umrøtt á hesum stað, er deyðarevsingin í USA. Tað er okkara sannføring, at tað - at heimsins ríkasta land og landið, ið breggjar sær av at vera fólkaræðisins vøgga og sum vil prædika moral og manna- rættindi í øllum øðrum londum, hevur felt niður í sína lóg- gávu at menniskju skulu kunna takast av døgum – er størsta brot á mannarættindini hugsast kann. Hóat vit á ongan hátt kunnu taka undir við teimum brotsgerð- um, sum verða framdar móti ósekum menniskjum, taka vit heldur ikki undir við lógásettu skipanini, har tað almenna kann taka menniskju av døgum. Tað er nevniliga einki, sum bendir á, at hesin revsiháttur hevur nakra preventiva ávirkan. Hagtøl vísa, at deyðarevsing minkar ikki um brotsverkini. Tað eru tí heilt onnur tiltøk, sum skulu til fyri at forða fyri mongum av brotsverkunum. Eitt nú størri sosialt rættvísi, minni fátækradømi, meiri undirvísing og størri tolsemi. Hóast vit kunnu fegnast um, at tað ikki eru allir statir í USA, sum hava deyðarevsing í sínum skøldri, og hóast fleiri og fleiri statir avtaka deyðarevsing ella linka hesa, so er tað framvegis ein sannroynd, at tað almenna USA – Gods own country – gongur á odda at fremja deyðarevsing. Tað liggur einki aftan fyri Kina og onnur lond, har mannarættindini framvegis ikki verða vird. Vit kunnu tó fegnast um, at tað kortini henda framstig. Eitt av hesum framstigum hendi nýliga, tá Hægstirættur við 5 at- kvøðum fyri og 4 ímóti, tók eina heldur óvanliga og kolvelt- andi avgerð: í framtíðini er tað ikki loyvt nøkrum stati í USA at taka ungfólk av døgum, uttan mun til hvørja brotsgerð tey hava framt. Deyðadómar, sum eru feldir móti ungum ameri- kanarum tvs. undir myndugleikaaldur, verða broyttir til lív- langt fongsul. Hetta er ein stórsigur fyri demokratiið og fyri mannarætt- indini. Og ikki minst fyri tey mongu kring allan heim, sum hava stríðst fyri at fáa USA at avtaka deyðarevsingina. Hetta er eitt stig á leiðini fram móti at fáa deyðarevsingina heilt avtikna. Eina revsing, sum hoyrir miðøldini til. Hundraðtals dømi eru um, at ósekir amerikanarar, serstakliga littir, eru tiknir av døgum í elektriska stólinum. Prógvini móti teimum vóru í nógvum førum svik og lygnir, sum hvítir rasistar pentaðu saman – oftani saman við eini hvítari løg- reglu og eini hvítari jury. Oftani fingu og fáa brotsfólkini, her serstakliga fátæk og litt, ikki neyðugu løgfrøðiligu verjuna, tí tey hava ikki pening til tess. Tey eru offur fyri eini rasistiskari skipan, eini skipan, sum byggir á primitivu herrópinini í Gamla Testamenti: eygað fyri eygað og tonn fyri tonn. Eini skipan, sum ikki tekur hædd fyri, um allir borgarar fáa somu møguleikar at vaksa upp í einum demokratiskum samfelag. Eini skipan, sum heldur enn at brúka samfelagsins ognir til at skapa menning fyri øll, sleppur teimum ríkastu undan skatti og øðrum skyldum. Øllum hesum stendur núverandi forseti USA, Georg Bush sum garantur og verji fyri. Hann hevur heimsmet í avrætt- ingum sum guvernørur í Texas. Saman við nýútvalda løg- málaráðharra sínum Gonzales vildi hann ikki iðra einum tí einasta deyðadømdum í Texas øll árini hann sat sum guvernørur. Tað má tí vera ein dyggur smeitur fyri hann, at Hægstirættur nú hevur sett forboð fyri at taka unglingar av døgum. Men tíverri – so fer sami Bush helst skjótt at seta "sínar" høgraheykar í Hægstarætt, nú skiftast skal út, og tá er vandi fyri, at hóast alt toleranta tilgongdin, sum nu er, verður steðgað og vit aftur fara at uppliva eitt USA, har hevndar- hugurin í øllum sínum nyansum aftur verður settur í hásæti. DAGSINS MEINING Sosialurin Eitt stig á leiðini VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Leila Solmunde Formaður í MBF Nú kjakið um ílegurgransk- ing er komið á breddan í Føroysku miðlunum, byrj- aði kjakið við at lýsa hvussu nógvur peningur var í gransking og í ílegu- tilfeinginum (genmassan- um) í Føroyum. Inntøku- møguleikarnir og menning av einum fjøltáttaðum vinnulívið, vóru yvirskrift- irnar vit sóu í bløðunum. Boðið varð til framløgu um ílegugransking úti í Al- mannamálaráðnum, har samgonga og fjølmiðlar fingu framlagt, hvat ílegu- gransking snýr seg um. Vit kunnu undrast yvir at tey, ið varða av tilfonginum ikki vórðu boðin við. Eg eri ikki sørt hørm um, at kjakið hevur fingið hesa byrjan, uttan at nakað politiskt kjak hevur verið um grundarlagið fyri lógar- smíðinum m.a. hvør eigur rættindini til granskingina og ílegutilfarið, hvussu tryggja vit, at tað ikki verður vinnulig endamál, ið koma at stýra granskingini, hvussu tryggja vit frælsi hjá tí einstaka í samband við ættarbandsskráseting o.s.v MBF hevur haft lógar- uppskotið til ummælis, og vit hava gjørt okkara við- merkingar til hettar, fyri okkum so týðandi mál. Limirnir hjá MBF koma eyðsæð at hava ein týðandi part í ílegugranskingini í Føroyum, og vit eru sjálv- andi glað um, at skjøtul nú er settur á granskingina. MBF er av tí fatan, at tað er gott at skapt verða fyri- treytir fyri gransking í Før- oyum, so vit kunnu fyri- byrgja og lekja sjúkur, men hetta má altíð fara fram við trygdini hjá tí einstaka, ið luttekur í granskingarætl- anini, í hásæti. Tað lógaruppskotið sum fyriliggur skal sameina 3 ymisk atlit, sum hála í hvørt sítt heraðshorn, og tí kunnu tey lættliga koma í andsøgn við hvørt annað. 1. Verjan av einstaklingin- um í samband við gen- gransking. 2. Granskingaratlit, her uppií at taka støðu til hvønn veg gransking í Føroyskum ílegum skal bendast, um granskingin er nóg munadygg og um granskingin fer eina leið sum er etisk forsvarlig. 3. At fá pening burturúr tí tilfeingi, sum liggur í genmassanum í Føroy- um frá medisinfyritøkur v.m. Okkara sjónarmið í MBF er, at sama fyrisitingarliga eind, ikki eigur at umsita øll trý økini. Hetta kann føra til, at sami persónur, sum skal verja einstakling- in og taka støðu til gransk- ingina, eisini skal gera granskingarsáttmálar, ið kunnu hava nógva inntøku við sær, og tá er skjótt at koma í eina tvístøðu, har ringt kann verða at velja, hvørjum hann skal tæna. Avtalur við stór medi- sinalfeløg er ikki bara av tí góða, og so langt í frá tí. Medisinalfeløgini hava nógvar pengar, meiri enn nakar kann ímynda sær, og tað er skjótt at verða keypt- ur av teimum um at sleppa at granska í "populerum" sjúkum. Àhugin fyri sjúk- um, sum ikki eru so út- breiddar, eru tað møguliga ikki so nógvir pengar í, og tí er tað skjótt, at tað eru pengarnir sum stýra og ikki granskingin. Og hvør skal so hava allar hesar pengarnar, sum vinnan nú er so spent uppá at kunnu forvinna. Skulu sjúkrahúsini hava teir, so at betri viðgerð kann fáast? Skulu feløg í MBF fáa peningin, tí tey eru ein stórur partur av tí tilfeingi sum ílegusavnið hevur brúk fyri? Ella skal peningurin kanska í landskassan, og harvið er vandi fyri einari inntøku, ið lættliga kann koma at stýra granskingini. Her eru ómetaliga nógvir etiskir spurningar, sum vit fyrst og fremst eiga at taka upp, uttan at hugsa verður um pengar. Tað má ikki verða so, at vit bert granska við vinning fyri eyga, og skulu vit hava nakran vinn- ing, so má tað verða at lekja sjúkur og bøta um brek. Alt hitt eigur at koma aftaná. Vit skulu og eiga at skilja ímillum vísind, loyni- ligt atlit til sjúklingar og forrætning. Hesi 3 atlit kunnu bert gjøgnumførast, um trygd er fyri, at sami persónar ikki umsitur øll trý atlitini. At enda vil eg leggja aft- urat, at ílegugransking er eitt sera eymt og álvarsamt mál. Vit eru inni á einum øki, har innastu bond okk- ara verða skrásett og lýst, og í hondum á fólki og statsvaldið har tú ikki kanst taka nakað aftur. Tú ert bundin av, at hava álit á teimum sum granska, sum geva loyvi til skráirnar og ongantíð mugu hugsa pen- ingaligan vinning fyrst. Tí eiga vit greitt at fáa í lóg, hvussu og hvør skal hava ábyrgd av hvørjum, og tryggjast skal at tað ikki eru sami persónar. Leygarkvøldið, græk- arismessukvøld, verð- ur hugnalig samvera í Eydnuni á Oyrar- bakka. Á skránni eru hugleiðingar um bygdarlív og um- hvørvi, felagssangur og undirhald. GRÆKARISMESSA Nú grækarismessa er í hondum verður skipað fyri ymsum tiltøkum kring landið. Grækarismessu- kvøld, 12. mars kl. 20, verður skipað fyri hugna- kvøldið í Eydnuni. Edmund Joensen fer at hugleiða um ymiskt úr nærumhvørvinum, og Ing- vard Fjallstein fer við myndum og teksti at greiða frá túrum úr sjálvsama umhvørvinum fram við Stórá við Norðskála - av Móstøðuni og niðan í Lokkafelsdurin. Tórhild Hansen fær vitj- an av Zacharis Hansen, Hansu Fjallstein og Marthu Johannesen í sendingini Amore á Rás 6 við skemti- leikinum um kærleikslív fyrr og nú. Harafturat verður burtur- luting, felagssangur, kaffi og køkur. Aftan á hugnakvøldið spælir Bergur Jacobsens Dansiband til góðan dans. Er endamálið við ílegugransking at tjena pengar? Grækarimessuhugni í Eydnuni