hósdagur 10. mars 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 10. mars 2005
11
Stættarfløkja
Nú gorra tey alvorliga, tey, sum á rókum sita,
ikki minst tey, sum árliga svølgja hvørjum bita.
Sum geykaungin troðkar øll hini úr reiðri,
vilja hesir mentunarpávar, at bert teir skulu fáa meiri.
Nei, nú skal ikki ein og hvør av Pallebasa stætti
geva bøkur og fløgur út og ganga runt í hatti.
Nú skulu bara vit vælbjargaðu, vit akademisku, skúlaðu, argaðu,
øll tey professionellu, genialu og ikki hesi banalt, sentimentlu,
sleppa runt um trogið at dansa, vit eru jú so við, uttan vansa,
at ganga runt í akademisku háborgini og svansa.
Hvusssu kann nakar halda, at ein sjómaður, ein sovorin apa,
skal kunna skriva, syngja og skapa?
Og ein timburmaður, við hondum sum ein risi,
hvussu skuldi hann havt lisið?
Hvussu skuldi Palleba við sínum 7 ára skúla,
hvussu skuldi Pallina, den kúla,
hvussu skulu tey halda, at tey eru nakað?
Allar bøkur, fløgur og málningar, tey árliga út geva,
skuldi alt verið aftur í høvdið á teimum blakað!
Og sjálvt, um tey sjálv gjalda tann kassa,
sum vit professionellu eru sett at passa,
so meina vit akademisku, summi í hatti,
at í Føroyum er nokk við einum mentunarstætti.
Valdemar
GRÆKARISMESSA
Leygardagin 12. mars kl 15
skipar Føroyingafelagið í
Árhus fyri grækarismessu-
haldi í hølum felagsins,
Áarstovu. Áarstova liggur í
Vestergade 48 D.
Á skránni er felags-
sangur, køkur og kaffi.
Poula Lervig ber fram
røðu.
Øll - ung sum gomul -
stór sum smá - eru væl-
komin, siga tey úr Før-
oyingafelagnum í Århus..
Meira er at finna um
Føroyingafelagið í Árhus á
heimasíðu felagsins:
www.aarstova.dk
Brúkarasamrakið
Nakað, ið øll fáa, men
eingin vil hava. Soleiðis
er tað eisini við hesi
krúddaðu skinkuni, ið síð-
ani annan heimsbardaga
nógvastaðni hevur verðið
nýttur sum hernaðarmat-
ur. Serliga kent gjørdist
navnið tá Monty Python
gjørdi ein lítlan leik um
evnið. Í dag verður SPAM
vanliga eisini brúkt um
óumbiðnar teldupostar.
At senda slíkar postar er
farið at vinda alsamt
meira uppá seg. Hjá
summum kunnu teir koma
í so stórum tali, at teldu-
postadressan gert ónýti-
lig. Serliga óheppi er tað,
um alt ov ung fólk fáa
sendandi óhóskandi til-
boð.
Tað er ringt at meta um,
hvussu nógv av samlaða
teldupostsamskiftinum er
SPAM, men at siga, at tað
er umleið helvtin, er ikki
so langt av leið. Og tað
økist skjótt. Hvussu ber
tað so til, at onkur tímur at
sita og senda hesar postar
í hópatali. Tað er tað ikki
so ringt at finna útav. Um
tú
sendur
50.000.000
postar um dagin, og eini
4% keypa okkurt, verður
vinningurin ovurstórur.
Enntá fyri nær um einki
at gera til nyttu. Men tað
situr ikki einans onkur
hissini teldunørdur aftan
fyri allan hendan postin.
Talan er hinvegin um sera
væl skipað brotsmanna-
lið, ið virka um allan
heimin. Tey eru so sanni-
liga í fremstu røð, tá tað
snýr seg um nýmenning.
Og við at svara uppá post-
in á ein ella annan hátt
stuðlar tú hesum brots-
mannaliðum. Lat tí vera.
Ein stór foring fyri ar-
beiðinum ímóti SPAM er
USA. Meðan ES lóggáva
sigur, at tú skalt hava
givið loyvi til at fáa send-
andi óumbiðnan post, so
skalt tú í USA boða send-
aranum frá, um tú ikki
ynskir at móttaka meira
post. Tað vil siga, at í
Evropa skalt tú melda til,
meðan í USA skalt tú
melda frá. Og tíanverri
hevur restin av heiminum
hug at fylgja USA.
Tað ber til at gera sítt
fyri at sleppa undan
SPAM postum. Fyrst og
fremst er umráðandi, at
telduposturin ikki av sær
sjálvum verður latin upp á
telduni. Í Outlook DK
verður hetta gjørt undir
Vis>Layout. Nú ber til at
stýra, hvør postur verður
latin upp og ikki. Allur
teldupostur, ið tú ikki
kennist við, skal alt fyri
eitt strikast. Um SPAM
postur verður latin upp, er
møguleiki fyri, at hesin
hevur onkra slóð til teirra
heimasíðu,
har
løgna
navnið á slóðini merkir
tín teldupost bústaður, og
sostætt ber teimum boð
um, at tú ert til. Meira
týdningarmikið er tað, at
tú á ongan hátt svarar
postinum. Hevur tú fyrst
svarað, eisini um tú biðjur
um at verða strikaður úr
teirra
telduskrá,
vita
Spammararnir at tú ert til,
og flyta teg í eina serliga
premium skrá.
Hetta førir við sær, at tú
við tíðini fært fleiri og
fleiri Spam postar. Sum
ein eyka vernd er gott við
einum verjugarði, á ensk-
um firewall, og einum
serligum forriti at steðga
SPAM posti, á enskum
antiSPAM. Tað finnast
nógv góð forrit á alnótini,
bæði ókeypis og til keyps.
Ein verjugarður tryggjar
tær, at spammarar ikki
nýta tína teldu sum støð at
senda SPAM frá. SPAM
forritini steðga og/ella
strika SPAM.
SPAM
Tað er ringt at meta um, hvussu nógv av samlaða
teldupostsamskiftinum er SPAM, men at siga, at tað er
umleið helvtin, er ikki so langt av leið. Og tað økist skjótt,
sigur Brúkarasamtakið
Jákup Vang
Eitt tabuevni, sum hevur
verið svárt at skriva um, tí
vit hava verið bangin, er
tann sálarliga sjúkan. Tann,
sum fyri størsta partin er
litin upp í hendurnar á
psykiatarum og psykolog-
um.
Um vit skulu varpa ljós á
hesa sjúku, og tað skulu vit,
fyri yvirhøvur at kunna
geva veruliga hjálp, so
mugu vit fara í Bíbliuna,
sum er sannleikin frá Gudi.
Um vit spyrja, hvat sigur
Bíblian um hesa sjúku, so
stendur ferð eftir ferð, at
Jesus rak út illar andar,
»demonar«. Tað er nakað,
sum er tabu í okkara um-
hvørvi, í okkara sokallaða
framkomna vesturheimi.
Vit heilt einfalt ræðast at
tosa um tað.
Hetta tabuevni er so heitt,
at ein av okkara stóru præ-
dikumonnum avsannaði, at
nakar psykiatriskur sjúk-
lingur kundi vera plágaður
av illum andum. Eg sigi
hann ikki ringan fyri tað.
Vit eru ikki upplærd í okk-
ara umhvøri at takla slíkt.
Men Bíblian sigur, at
Gud ynskir at kasta ljós inn
í hesa myrku verð, at seta
fangar í frælsi, leiða teir út
í ljósið. Skrivað stendur, at
menniskjuni verða plágað
av djevlinum og hansara
einglum, illum andum,
»demonum«.
Men – Jesus er komin at
kasta Satan út við øllum
hansara sjúkdómsandum.
Hann, Jesus, sigraði á
Krossinum á øllum Satans
veldi. Um vit ikki síggja
hetta í eyguni, men stinga
høvdið í sandin, so er als
ongin hjálp at fáa.
Um psykiatarar veruliga
ynskja at hjálpa sálarsjúk-
lingum, so mugu teir eyð-
mýkja seg og ákalla Gud
um hjálp. Og – tað krevur,
at teir sjálvir taka við trúgv
á Jesus Kristus. Tí – hvussu
kann ein blindur leiða
blindan?
Tað er einki at øast við, at
eg sigi, at tey psykiskt
sjúku eru plágað av illum
andum. Bíblian sigur, at vit
øll verða plágað av djevlin-
um og hansara »demon-
um«. Og – tað er einans við
hjálp frá Jesusi, vit vinna
sigur.
Skrivað stendur: Standið
djevlinum ímót, fast í
trúnni, so skal hann víkja
frá tykkum.
Víðari, í Opb. bókini kap.
2 v. 11.: Teir hava sigrað
hann (Satan) við blóði
lambsins og við orð vitnis-
burðar síns. Teir elskaðu
ikki lív sítt – líka til deyð-
an.
Tað dugir ikki at fylla
sjúklingar við øllum hand-
an slag av kemiskum medi-
kamentum, at doyva tey
niður, og taka frá teimum
teirra fría vilja. Ikki tí, eg
trúgvi at sumt medisin er
gott og at sjúklingarnir
tørva tað. Men nógv, sum
verður nýtt, er ikki av tí
góða.
Psykiatarar brúka nógv
narkotisk líknandi evnir,
sum eru beint fram »de-
monframkallandi«.
Ætla
teir at samskiva við djev-
ulin um menniskja sálir, so
fara teir rættiliga skeivir. Tí
Satan er bara komin fyri at
ræna, oyða og drepa. Hann
er faðir lygnanna. Jesus er
komin fyri at vit skulu liva
og hava lív í yvirflóð.
VIÐMERKINGAR
Eg eri ljós heimsins
Poula Lervig heldur grækarismessurøðu í Århus
Bjarni Djurholm
Nú Poul Michelsen aftur
var í blekkhúsinum um
Postverkið, er samanum-
tikið lítil munur millum
sjónarmið og lógaruppskot-
ið. Tí er ilt at skilja allan
larmin.
Fólkaflokkurin
boðar eisini landsstýrinum
frá 11. februar, at flokkurin
tekur undir við umlegging-
ini. Havi fyri ordans skyld
kannað, hvat PM hevur
sent til løgmansskrivstov-
una, men har vita tey einki
um nakað bræv.
Tað vera sjálvsagt nógvar
viðmerkingar og uppskot til
broytingar í løgtinginum
um postverkið, sum sam-
gongunnar og ikki minst
fólkafloksins
umboð
í
Vinnunevndini
fara
at
greiða - ikki minst vinnu-
rekandi at gagni. Har er PM
ikki limur, men fyri tað
verður uppskotið í góðum
hondum.
Farnu 6 árini hevur fólka-
flokkurin stríðst fyri fyri at
fáa einskiljingar á lunn.
Hetta eydnaðist ikki. Nú er
vend komin í. Saman við
javnaðar- og sambands-
flokkinum fer fólkaflokk-
urin í næstum at leggja
fram einskiljingarskrá, sum
verður søgulig. So - fat
mod Daniel (Poul).
Fólkaflokkurin
hevur
verið eyðkendur av sátt og
semju tað undirritaði minn-
ist. Hvat varamaðurin ann-
ars heldur um undirritaða
kunnu onnur meta um.
Bara spell, um ónollurnar
og persónliga brikslið, sum
hevur eyðkent tjóðveldið,
fara at smitta fólkaflokkin.
Tí eru míni ráð til vara-
mannin, vend kanónunum
úteftir og ikki inn í flokkin.
Hetta er so seinasta við-
merkingin á hesum sinni.
Ikki træta, Poul