Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 48 - 10. mars 2005 Hendan býarmyndin er ikki nógv broytt seinastu hundr- að árini. Hóast nógv fólk ferðast her hvønn dag, eru tað ikki nógv sum vita hvussu gomul trøini við H. N. Jacobsens Bókahandil eru. Tey trý trøini eru plantaði í 1882. Av tí at ungdómurin hevði til fragd at klatra í hesum trøum, tók býráðið stig til at fáa eina grótlað- ing við gittarverju gjørda rundan um tey í 1923. Tað var Nyholm Debes smiðju- meistari, sum gjørdi gittar- verjuna. Tað kemur ikki fram í gomlu tíðinabløðunum hvør gjørdi grótlaðingina, men um onkur av lesarun- um veit tað, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Jo- hannessen á telefon: 314647 / 273168. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Havnar leksikon: Trøini á Vaglinum eru frá 1882 Næstu ferð hava vit myndir av konfir- mantum frá 1915 og 1937 Myndaeigari: Føroya Fornminnissavn TÍÐINDASKRIV Boðað verður frá ættarstevnu hjá Símuni og Jacobinu Hansen, á Koltursmýruni, í Skopun. Ættarstevnan verður hildin í Ung- mannafelagshúsinum Samljóð í Skopun vikuskiftið 23. og 24. juli. Øll sum kenna seg í slekt niður frá Símuni og Jacobinu Hansen, á Koltursmýruni, eru vælkomin at tekna seg til stevnuna. Ættin eftir Símun og Jacobinu Hansen er: 1. Elisa Hansen, Skopun 2. Súsanna Katrina Hansen, Skopun 3. Suffía Hansen, Skopun 4. Óla Jacob Hansen, Skopun 5. Jóan Hendrik Hansen, Skopun 6. Wenningsted Hansen, Skopun 7. Óla Christian Hansen, Skopun Synirnir hjá Jóhan Hendrik og Súsonnu Hansen 1. Óla Jacob Hansen, Skopun 2. Símun Hansen,Skopun 3. Tummas Enok Hansen,Vestmanna 4. Óli Hansen, Skopun 5. Jacob Eli Hansen, Skopun 6. Kjartan Hansen, Sønderborg, Danmark 7. Bjarni Hansen, Skopun 8. Trúgvi Hansen, Skopun 9. Oddmar Hansen, Vestmanna 10. Tórfinnur Hansen, Skáli Børnini hjá Wenningsted Hansen og Elsupu 1. Súsanna Katrina (Sannetrina) Jensen, Sørvágur 2. Símun Hansen, Skopun 3. Tróndur Juul Hansen, Skopun 4. Jacobina (Inna) Jacobsen, Sørvágur 5. Jensia Lauritsen, Sørvágur 6. Julina (Lula) Jacobsen, Sørvágur Óla Christian og Elisabeth Hansen 1. Jacob Eli Hansen, Skopun (ættleiddur, bróðursonur Óla Christian) 2. Eivind Egholm, Drammen, Noregi (ættaður úr Vestmanna, uppvaksin hjá Óla Christian) Kostnaður fyri ættarstevnuna er: Vaksin 250,00 kr Børn 7 - 16 ár 100,00 kr Børn 0 - 6 ár Ókeypis Tekningin fer fram við at flyta luttakara- gjald á kontu: ÆTTARSTEVNA 2005 nr.6460- 1701799 í Føroya banka Minnist til at upplýsa navn og aldur á øllum luttakarum saman við flyting-ini. Ættarstevna hjá Símuni og Jacobinu Dagurin 10. mars. Eðla. Einki halgimenni er við hesum navni, men sipað verður kanska til enska abbadissu Sanktu Etelredu, sum doyði 10. mars í 626. Helst týska navnið Adelheid, hin ediliga.