Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 10. mars 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Petra 30 ára starvsdag Í dag, hósdagin 10. mars, hevur Petra Frederiksberg, í Klaksvík, arbeitt í Heygabúðini í Klaksvík í 30 ár. Harvið hevur hon verið í starvi í Heygabúðini í meiri enn helvtina av tíðini, sum Heygabúðin hevur verið til. Tað var síðst í fjørutinum, at Jógvan Højbro, sáli, fór undir handilsvirksemi á Heygum. Tá ið Petra kom í Heygabúðina í 1975, var mat- vøruhandilin framvegis í hølunum, har gávubúðin nú er. Í 1982 varð flutt í bygningin, har matvøru- handilin síðani hevur verið. Burtursæð frá Edith og Bjarta, sum er stjóri, hevur eingin verið í nánd av at arbeiða so leingi í Heyga- búðini, sum Petra hevur gjørt. Hon er eitt álitisfólk. Kennir alt arbeiðið og øll viðskiftafólkini ógvuliga væl, og hon er høgra hond hjá stjóranum. Petra, sum er fødd 18. september í 1956 og sostatt er 48 ára gomul, var smágenta, tá ið familjan flutti úr Funningsfirði og til Klaksvíkar at búgva. For- eldrini eru Ulla og Sven Hansen. Tær eru tvær systrar - Petra og Elma - sum báðar búgva í Klaks- vík. Petra var liðug við skúlagongdina í Klaksvík í 1973, og síðani 10. mars í 1975 hevur hon arbeitt á sama staði, í Heygabúðini. Petra er gift Erlandi Frederiksberg í Klaksvík, og tey eiga eitt hugnaligt heim í Torvgøtu. Anja er teirra eitt og alt. Hon býr í Danmark, og omman og abbin í Klaksvík fylgja væl við í, hvussu tær báðar abba- og ommudøturnar - Sára og Emma - trívast niðri. Vit takka Petru fyri gott samstarv øll hesi árini og ynskja henni og hennara alt tað besta. Hósdagin millum klokkan 14 og 16 hevur Heygabúðin móttøku í sambandi við 30 ára starvsdagin hjá Petru Frederiksberg. Starvsfelagarnir Frá 18 - 23. februar vitjaðu norski fólka- heilsufrøðingurin Per de Lange og konan Monica í Føroyum, har Per helt almenna fyrilestrarøð í Adventskirkjuni í Havn um fólkaheilsu. Per er ritstjóri á heilsutíðarritinum Sunnhetsbladet Per og og konan, Monica Lange, hava áður verið í Føroyum, har tey hava havt konsertir, og Per hevur hildið fyrilestrar. Endamálið við ferðini hesuferð var at halda fyri- lestrar um fólkaheilsu, men eisini var høvi til at hoyra tey upptraðka saman við sangi og tónleiki í samband við onkrar av fyrilestrun- um. Fyrilestrarnir í Advents- kirkjuni vóru hesir: "Átta lyklar til góða heilsu", "Vónarinnar lívfrøði", Hvat er heilsugóður kostur", "At hava tað gott saman", "Heimsins heilsa og okk- ara", og "At stýra strongd og tilfeingisuppbygging". Leygarkvøldið 19. februar helt hann fyrilesturin "Tón- leikur og góð heilsa" í Frelsunarherinum. Fyrilestrarnir snúgu mest seg um, hvat tann einstaki kann gera fyri sína egnu heilsu, og hvussu hann kann bera seg at hesum viðvíkjandi. Per de Lange hitti eisini Pál Weihe, yvirlækna, og Hans Paula Strøm, lands- stýrismann í heilsumálum. Eisini tosaði hann við Arm- garð Arge í sendingini "Til- vera" í Útvarpi Føroya. Per de Lange er føddur í 1948 og uppvaksin í Aren- dal í Norra. Hann hevur doktaraheiti í fólkaheilsu- frøði frá Loma Linda uni- versitetinum í Kalifornia. Í løtuni rekur hann Senter for Helse og Livsstil í Oslo og er umframt ritstjóri á heilsutíðarritinum Sunn- hetsbladet, sum eisini er kent í Føroyum. Í einum av komandi bløðum verður skrivað um ætlanirnar hjá Landsstýrinum viðvíkjandi fólkaheilsuni. Sum rithøvundur hevur hann skrivað eina røð av greinum um fyribyrgjandi heilivág og heilsu umframt handbøkur um at leggja av at roykja. Hann ger hvørja viku út- varpssendingar í nærvarpi í Norra og hevur fyrilestrar á skúlum og ymiskum felags- skapum og hevur í tí høpi verið í Svøríki, Danmark, Ruslandi, Englandi og USA og aðrastaðni. Við á ferðini var konan Monica, sum er úr Onglandi og út- búgvin sjúkrarøktarfrøð- ingur. Tey sungu saman og "kryddaðu" fyrilestrarnar við teirra sangi, sum eisini fæst á fløgu. Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður, bróðir, mammubeiggi og pápabeiggi Jørleif Frederiksen Norðdepil andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávur. Tøkk til starvsfólk á B7 á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til tykkum øll, ið á ymiskan hátt hjálptu til. Familjunnar vegna Kirstin, Eilif, Dua, Eva, Sørin, Anna Monica og Per de Lange: Sangur og fyrilestrar um at hava tað gott Monica og Per de Lange. Per er ritstjóri á heilsutíðarritinum Sunnhetsbladet, sum eisini er kent í Føroyum Mynd: Magnus Gunnarsson Mikudagin 9. mars fylti Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen listakvinna á Eiði 55 ár. Sigrun er fødd og upp- vaksin á Eiði. Longu sum smágenta sást at henni dámdi væl at tekna, og at tað lá væl fyri hjá henni. Hon var í mong ár virkin í sunnudagsskúlaarbeiði í heimbygdini. Sum 21 ára gomul fór hon í 1971 á Glypotekets Tegneskole hjá Askou Jensen í Keypmannahavn, og í 1973 kom hon á det Kongelige Danske Kunst- akademi, har hon gekk til 1980. Hon hevur havt nógvar listaframsýningar, bæði í Føroyum og í øðrum Norð- urlondum sum t.d. Íslandi, Danmark og Svøríki. Eisini hevur hon havt framsýning- ar í Grønlandi og í Týsk- landi. Saman við øðrum føroy- ingum tók Sigrun stig til eina listaframsýning í New York í 2000. Tá Hanstholm kommuna fyri fáum árum síðan hevði vitjan av drottningini, var Sigrun boðin av kommun- uni í Hantsholm at hava eina listaframsýning í sam- bandi við vitjanina. Tá flutti Sigrun fram røðu og handaði drottningini ein málning. Fyrstu árini vóru mynda- evnini hjá Sigrun mest naturalistisk við denti á at lýsa dagligdagin hjá van- liga føroyinginum. Seinni er meira symbolikkur í málningunum - teir hava ein boðskap, sum fær fólk at steðga á og hugsa, sum onkur hevur tikiðtil; mynd- irnar hjá Sigrun festa seg á nethindina. Sigrun hevur mangan fingið góð skotsmál frá ummælarum her heima eins væl og úti í heimi. Millum listafólk verður hon mett at vera eitt hitt mest originala listafólk í landinum. Í mong ár hevur Sigrun verið skrivari í felagnum Føroysk Myndlistafólk. Nú er hon nývald í stýrið fyri Listasavn Føroya. Frá 1998 til 1999 búði Sigrun saman við familjuni í eini lítlari bygd í Eystur- grønlandi. Hetta sást eisini aftur í teimum listaverkum, sum komu frá hennara hond tað tíðarskeiði. Har lærdi hon eisini kynstri at fletta kóp, soleiðis sum grønlendingar gera tað. Hon er eitt náttúrumenn- iskja og dámar væl at ganga í náttúruni. Sigrun er abbadóttir navnframa listamannin Niels Kruse. Foreldrini eru: Brynhild, f. Kruse, og Gunnar Andreasen, bæði av Eiði. Hon er gift við Tordi Niclasen úr Sørvági. Tey eiga trý børn: Maria, 24 ár, Pætur, 20 ár, og Heini, 18 ár. Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen 55 ár