Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 48 - 10. mars 2005 UTTAN ÚR HEIMI Gosfjall ger vart við seg Gosfjallið Mount St. Helens, sum er ímillum býirnar Seatlle og Portland í útnyrðingspartinum av USA, er farið at gera vart við seg. Gjáranáttina var ein lítil jarðskjálvti í økinum, og stutt eftir sendi gosfjallið royk og dust einar tíggju til tólv kilometrar upp í luftina, og jarðfrøðingarnir á University of Washington søgdu í gjár, at teir vænta eitt rættiligt gos úr Mount St. Helens hvørja løtu. Ætlanin var at kanna gosfjallið nærri í gjár, um tað lat seg gera. Mount St. Helens hevur gjørt vart við seg av og á síðani seinasta heyst, eftir at jarðfrøðingarnir høvdu staðfest eitt ótal av veikum jarðskjálvtum tætt við gosfjallið. Danir keypa aftur bil Eftir minkandi sølu í longri tíð kunnu donsku bilasøl- urnar fegnast um, at nú eru fólk aftur farin at keypa bil. Í februar keyptu danir 6.438 persónbilar, og tað var heili 29 prosent fleiri enn í februar í fjør, tá 5.006 nýggir bilar vórðu seldir. Felagið hjá bilasølunum sigur, at heldur gongdin sær, verða kanska einir 140.000 bilar seldir í ár, og fyribils eru tekin til, at nógvir danir fara at keypa bil í vár, sigur felagið. Samstundis vísir tað seg, at nú keypa danir heldur smærri bilar enn fyrr, og 60 prosent av bilunum, sum vórðu seldir í februar, vóru tað, sum bilasølurnar kalla "smáir bilar". Hann bleiv ikki myrdur Vísindafólk, sum hava kannað leivdirnar av tí gamla egyptiska konginum Tutankhamon, eru komin til ta niðurstøðu, at kongurin bleiv ikki myrdur. Tað hava søgufrøðingar annars hildið leingi. Tutankhamon doyði í árinum 1319 fyri Kristi føðing. Hann var bara 19 ára gamal tá, og søgufólk hava hildið, at hann doyði í kríggi, ella at onkur myrdi hann. Her- fyri bleiv avgjørt at kanna deyðsorsøkina, og í gjár kunngjørdu vísindafólkini, at tey duga ikki at síggja nakað tekin um, at kongurin bleiv myrdur, ella at hann doyði í bardaga. Harafturímóti hava kanningarnar avdúkað, at Tutank- hamon breyt beinið, stutt áðrenn hann doyði. Sagt verður, at brotið var ikki hættisligt í sjálvum sær, men at tað kanska tók ilt fyri seg, og at kongurin doyði av bruna í beininum. Vísindafólkini hava kannað leivdirnar av Tutank- hamon við framkomnari útgerð, og higartil hava tey tikið umleið 1.700 myndir av líkinum. Ætlanin er nú at vita, um kanningarnar kunnu siga okkum nakað um, hvussu fólk livdu í Egyptalandi fyri 3300 árum síðani. Krokodilla etið 80 fólk Myndugleikar og vísindafólk hava fangað eina ovur- stóra krokodillu, sum hevur hildið til í Victoria-vatn- inum í Uganda. Krokodillan er fimm metrar long og vigar umleið eitt tons, og vísindafólk halda, at hon er um 60 ára gomul. Fólk, sum búgva í bygdunum nærhendis Victoria-vatn- inum, siga, at tann gamla krokodillan hevur gjørt av við fleiri fólk, og summi vilja vera við, at hon hevur etið ímillum 70 og 80 fólk. Í fiskivinnubygdini Luanga siga tey, at krokodillan hevur etið fimm av teirra fiski- monnum. Ugandisku myndugleikarnir viðganga, at nógv fólk eru horvin á leiðini, har tann stóra krokodillan hevur hildið til. Nú er hon flutt til eina serliga verndarstøð hjá myndugleikunum. Eitt lógaruppskot, sum hevur verið loyniligt, avdúkar, at Kina tryggjar sær rætt til at brúka vald fyri at forða øllum taiw- anskum roynd-um at loysa seg frá Kina KINA Árni Joensen fartekst@mail.dk Uppskotið hevur ligið á borðinum hjá kinesisku stjórnini leingi, men al- menningurin frætti ikki um tað, fyrr enn tað bleiv lagt fyri ein fund í fólka- kongressini týsdagin. Í uppskotinum stendur millum annað, at Kina hev- ur rætt til at brúka vald fyri at tryggja sær, at Taiwan ikki tekur nakað stig til formligt sjálvræði. Her- megi verður ikki nevnd í uppskotinum, men eygleið- arar í Beijing siga, at upp- skotið, sum nú er lagt fyri fólkakongresina, er øðrvísi orðað enn tað upprunaliga uppskotið hjá stjórnini. Í tí upprunaliga uppskotinum stóð, at Kina hevur rætt til at brúka hermegi ímóti Taiwan, ætlar landið at taka formligt sjálvræði. Tað broytta orðalagið merkir helst, at Kina tilskilar sær rætt til at seta onnur enn hernaðarlig tiltøk í verk, skrivar Reuter. Fólkakongressin fer at atkvøða um uppskotið hjá stjórnini mánadagin, og tað er lítil ivi um, at tað verður samtykt. At uppreistrarleiðarin Aslan Maskhadov er deyður er ein dyggur smeitur fyri kekenska uppreisturin ímóti russum, men tað merkir ikki, at uppreisturin er av KEKENIA Árni Joensen fartekst@mail.dk Eru tíðindini frá russisku herleiðsluni røtt, bleiv Aslan Maskhadov funnin á einum skansa undir jørð tjúgu kilometrar norðan fyri kekenska høvuðsstaðin Groznyj fyrradagin. Tals- maðurin hjá teimum russ- isku myndugleikunum í Kekenia segði, at ætlanin var at taka uppreistrarleiðar- an á lívi, men at tað lat seg ikki gera, tá lívverjarnir hjá Maskhadov fóru at skjóta. Ovastin fyri russisku her- monnunum í Kekenia, Ilja Sjabalkin, hevur greitt frá, at skansin hjá Maskhadov var soleiðis hátaður, at teir russisku hermenninir noyddust at brúka spreingi- evni fyri at sleppa inn í hann. – Hann doyði av spreingingini, segði Sjabalkin, generalur, við russisku tíðindastovurnar. Seinni vísti russiska sjón- varpið myndir av tí deyða Maskhadov, og fleiri keldur váttaðu, at hann var deyður. Við deyða Maskhadovs hevur tann kekenska upp- reistrarrørslan mist tveir av sínum leiðarum. Tann fyrri var Dzjokhar Dudajev, sum doyði í 1996, eftir at russ- iskir hermenn vóru komnir eftir, hvar hann fjaldi seg. Myndugleikarnir í Moskva hava alla tíðina hildið uppá, at Aslan Maskhadov hevur havt tætt tilknýti til muslimska yvir- gangsmannin Sjamil Basa- jev, og at hann tí hevði med- ábyrgd av fleiri yvirgangs- atsóknum í Moskva og aðra- staðni í Russlandi. Ímillum hesar atsóknirnar var gísla- tøkan á skúlanum í Beslan tann 1. september í fjør, sum kostaði 326 mannalív. Eygleiðarar eru ójavnir á máli um, hvat nú fer at henda í Kekenia. Summir halda, at tann hóvligi vong- urin av kekensku upp- reistrarrørsluni fer at nýta deyða Maskhadovs sum eitt høvi til at tingast við russar um frið, tí tilburðurin fyrra- dagin er ein staðfesting av, at uppreistrarmenninir hava tapt bardagan. Aðrir eygleiðarar siga seg stúra fyri, at deyði Maskha- dovs kann fara at elva til meiri ófrið í Kekenia og fleiri álop í Russlandi. Skuldi tað hent, at Sjamil Basajev kemur at standa á odda fyri uppreistrinum, nú Maskhadov er deyður, er lítil ivi um, at bardagin við russar fer at harðna. Kina hóttir Taiwan Kann elva til fleiri álop Russiska sjónvarpið vísti myndir av tí deyða Aslan Maskhadov