Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sitrandi list Stór og dramatisk strok og evarska fínar, næstan skroypi- ligar strikur. Spenn- ingurin millum listar- liga stílin hjá ungu listamonnunum Jan Nybo og Bruno fær teirra felags framsýn- ing í Leikalund at sitra og hveppa seg við. Men gnístini hava sína heilt egnu javnvág LISTAFRAMSÝNING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo – Eina fløsku av reyðvíni ella eina kannu av kaffi á borðið og tónleikin for frá. Perfekt. So kunnu vit báðir fáa rættiliga nógva tíð at ganga við at mála saman, siga teir báðir Jan Nybo og Bruno Eysturstein. Teir halda tað eisini vera stuttligt at sýna fram sam- an, tí tað gevur nýggjan íblástur, men listarliga líkj- ast teir báðir ungu lista- menninir ikki nógv. Og tað er kanska júst tí, teirra felags framsýning í Leika- lund riggar so væl. Meðan tú gongur millum rúmini, har málningarnir hanga, kemur spenningurin mill- um stilistiskt figurativa stílin hjá Jan og symbolska, surrealistiska úttrykkið hjá Bruno serliga týðiliga til sjóndar - sum dragast málningarnir at hvørjum øðrum eina løtu, meðan teir næstu løtu skúgva hvønn annan frá sær aftur. Dramatiska linjan Myndin hjá Jan, sum bjóð- ar vælkomin á framsýning- ina, hevur heitið Tænarin, hóast Jan ikki rættiliga hevur gjørt upp við seg sjálvan, um hon kanska heldur ímyndar Fanan sjálvan, sum hann situr har, uttan andlit og krógvar okk- urt aftanfyri ryggin við aðrari hondini, meðan hann rættir hina fram. Myndin minnir ikki sørt um okkurt hjá Francis Bacon, har menniskja er farið hálva- vegna í upploysn, og temat- iskt ganga ófullfíggjaðu kropparnir eisini aftur í hinum myndunum, um enn í einum øðrvísi stíli, sum avdúkar hansara fasinatión av linjum. Tær tríggjar myndirnar við felagsheitinum Andlit minna mest um andlit, høgd í stein, og munurin teirra millum er í grundini bara, at onkur skákar sær eitt vet til síðis. Tað er nokk til at geva myndini eitt heilt nýtt, men ongantíð menn- iskjaligt úttrykk. Ógvuliga sigandi fyri stílin hjá Jan, hava eyguni í andlitunum ongar pupillur, eins og hansara kroppar ongi andlit hava. Skalt tú leggja nakað symbolskt í hesar myndir- nar, er tað freistandi at sipa til maskuspæl og fasadur, men tað er ikki symbolikk- urin, sum upptekur Jan mest. – Eg eri ótrúliga hugtikin av, hvat ein einsamøll linja kann gera við ein málning. Hon kann fáa myndnina at sitra og flyta seg uppá heilt óvæntaðar mátar. Ein ein- føld strika, og tú hevur ein heilt annan málning. Tað er jú ótrúligt, sigur Jan. Einfaldi men samstundis yvirdramatiseraði stílurin hjá Jan hevur okkurt stum- filmakent yvir sær. Og Jan dylur heldur ikki yvir, at týsku ekspressionistisku filmarnir frá 1920unum, so sum Nosferato og Metro- polis, eru ein av høvuðs- keldunum til íblástur. List í kaffi Í listaheiminum hjá Bruno er tað spenningurin millum kaos og ró sum hugtekur, ikki bara soleiðis í allari al- mindeligheit, men í sínum mest ekstrema úttrykki, sum tað serliga kemur til sjóndar í myndunum av akrobatinum. Hvørja ferð hann vísir seg, er tað í onkr- ari yoga líknandi støðu, har hvør smálutur, heilt niður í minstu fingurnegl er tekn- aður út í æsir. Í fleiri av myndunum er sami akro- batur samstundis umgyrdur av einum kaosi av blóð- reyðum plettum, sum mest- sum eru slettir niður á myndina av tilvild. Myndirnar "Skóg" eru meir einsháttaðar og rólig- ar, men framvegis eitt áhugavert eksperiment. Tær eru nevniliga málaðar á høvdinum og síðani vend- ar við. Hvønn veg, tú velur at venda teimum, er upp til tín, men munurin millum kensluna av at verða tog- aður uppeftir ella niðureftir gjørdist rættiliga týðiligur, tá listamaðurin vendi aðrari myndini við. Hóast symbolska og súrrealistiska myndamálið gongur aftur í flestu mynd- unum hjá Bruno, tykist tað, sum at tað serliga eru til- farsligu og teknisku eks- perimentini, sum er størsta drívmegin. Tað er onki at ivast í, at Bruno fyrst og fremst er ein framúrskar- andi teknari, sum er sera tilvitaður um, hvørji út- trykk hann kann mana fram við teimum ymsu teknikk- unum. Hann aftar seg eitt nú ikki við at stoyta kaffi út yvir eina mynd fyri at fáa hana at bugla og skrædna í støðum, áðrenn hann fer afturum aftur við sínum fína pensli. Bruno er annars lista- maðurin aftarfyri fløgu- húsan á "Havsglóð" hjá Knúti Eysturstein, har hann roynir seg við tí aldargamla steinprent teknikkinum. Hetta er ikki fyrstu ferð við síggja hesar báðar ungu listamenninir á felags fram- sýning. Í fjør vóru teir síggja í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og verður tað upp til teir báðar, verður hetta ikki seinastu ferð, teir sýna fram saman. – Tað er feitt, øðrvísi og gevur málningunum eitt nýtt perspektiv, siga teir báðir, sum í øllum førum eru eitt frískligt lot í før- oyska listaumhvørvinum beint nú. Nr. 48 - 10. mars 2005 15 Tænarin ella kanska Fanin hjá Jan bjóðar vælkomin á felags framsýningina hjá Jan og Bruno "Uttan heiti" hjá Jan Nybo Bruno aftrar seg ikki við at stoyta kaffi út yvir myndina fyri at finna eitt nýtt úttrykk "Akrobatur" hjá Bruno Eysturstein Bruno Eysturstein og Jan Nybo - eitt frískligt lot í føroyska listaumhvørvinum