Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 • hósdagur • 10. mars 2005 • 79. árg. Eftir góðum fýra árum hava 10 milli- ónir fólk vitjað stóru bilaframsýningarnar í Autostadt hjá Volks- wagen í Wolfsburg, sum saman við Dis- neyland í Fraklandi verður roknað sum eitt av stóru ferða- fólkamálunum í Evropa BILAFRAMSÝNING Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir:Magnus Gunnarsson Autostadt er eitt stórt "bil- show" við mentan, teknikki og arkitekturi. Framsýn- ingarbygningarnir eru á økinum hjá Volkswagen bilverksmiðjuni í Wolfs- burg í Týsklandi. Talan er um fleiri stórar glasbygningar við framsýn- ingarhølum til nýggjar bilar og stórar framsýningar av ymiskum gomlum bilum, bæði Volkswagen og øðrum bilmerjum sum t.d. Audi, Hanomag, DKW, Bentley, Skoda, Bugatti og aðrir sjaldsamir og spennandi bilar, eisini amerikanskir. Hendan framsýningin er serliga gjørd fyri at vísa gongdina í bilaframleiðsl- uni frá byrjan og fram til okkara dagar. Eitt av endamálunum við Autostadt er at teirra kund- ar skulu hava møguleika at heinta sínar nýggju VW bilar har. Síðan framsýn- ingin læt upp, hava yvir 600.000 fólk nýtt hendan møguleika. Nýggju bilarnir standa í stórum glastornum í fleiri hæddum, eins og leikutoys- bilar í stativum í leikutoys- handlum. Síðan Autostadt varð tikið í brúk fyri góðum fýra árum síðan, hava 10 milliónir vitjandi verið har. Saman við Disneyland uttan fyri Paris verður Autostadt roknað sum eitt av stóru ferðafólkamálun- um í Evropa. Býurin Wolfsburg er bygdur upp rundan VW- bilverksmiðjuna, har um- leið 50.000 fólk arbeiða. 10 milliónir hava vitjað Autostadt Volkawagen Type-1 Cabriolet "Bobla" frá 1949. Svartur og hvítur við t.d. hvítum dekksíðum Bilarnir verða sýndir fram í stórum bygningum í fleiri hæddum Ein hugnaligur VW Transporter við last frá 1953. Hesir vóru væl kendir í Føroyum í 50 og 60-unum Her verður víst, hvussu ein Bobla verður hivað í land av einum fraktskipi Nýggju VW bilarnir standa í stórum glastornum í fleiri hæddum, eins og leikutoysbilar