Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eins og í flogførum eru "svartir kassar" nú eisini at finna í bussum og í øðrum flutningsakførum. Royndirnar vísa, at bilførarnir, sum koyra við hesum boksum ísettum, ansa betur eftir og talið á ferðsluóhappum verður munandi lægri FERÐSLUTRYGD Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hósdagin 24. februar 2005 almannakunngjørdi danska ferðslumálaráði úrslitini av eini roynd við 50 bussum hjá bussfyritøkuni AC- trafic (ACT), sum hava koyrt við "svørtum kass- um" í eitt longri tíðarskeið. Endamálið, við roynd- unum við "svørtu kassun- um", var at tryggja týðandi upplýsingar um koyringina hjá bussførarunum t.d áðr- enn eitt ferðsluóhapp. Úrslitið av hesum roynd- um vísa, at bilførarar, sum koyra við hesum boksum ísettum, ansa betur eftir, og talið á ferðsluóhappum verður munandi lægri. Í Íslandi eru eisini gjørd- ar líknandi royndir við "svørtum kassum" í post- bilum, og har hava teir staðfest eina lækking í ferðsluóhappum upp á 56 prosent. Frágreiðingin hjá danska ferðslumálaráðnum stað- festir, at tað er av stórum týdningi at gera eftirmet- ingar, av tí sum verður dokumenterað við "svørtu kassunum", saman við bil- førarunum, um boksirnar skulu hava fyribyrgjandi ávirkan í ferðsluni. "Svørtu kassarnir" hava nú verið í brúk í longri tíð, og tað sær út til, at bussfør- ararnir hjá ACT hava góð- tikið, at teir eru í bussun- um, og føla teir seg tryggar við tí. Upplýsningar, sum eru at finna í "svørta kassanum", eru t.d. hvat ferðin var, um bussførarin bremsaði áðr- enn óhappið hendi, hvussu ljósføringin var. Alt verður skrásett. Tað verður kanska ikki leingi, til hendan útgerð eisini verður at síggja í persónbilum, fyrst sum eykaútgerð og seinni sum standard. Svartir kassar minka um ferðsluóhappini Svartir kassar minka um ferðsluóhappini Nr. 48 - 10. mars 2005 17 Í 2007 kemur super sportsbilurin Lexus LF-A eftir ætlan á marknaðin. Talan verður um ein rættuligan sportsbil við 5,0 litur V8 motori við umleið 500 hk. Toppferðin verður um 300 km/t BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Vit hava nú í eina tíð sæð spiónmyndir av einum bili, sum skuldi vera tann nýggi Toyota Supra, men nú vísir tað seg, at talan er um super sportsbilin Lexus LF-A, sum enn er ein konseptbil- ur. Bilurin hevur verið royndarkoyrdur á Nürn- berg-ringinum í Týsklandi og í USA. Motorurin verður ein 5,0 litur V8 við umleið 500 hk og automatiskum 7-trins girkassa. Toppferðin verður um 300 km/t. So her er talan um ein rættuligan sportsbil. Lexus LF-A kemur eftir ætlan á marknaðin í 2007. Lexus LF-A konseptbilur: Super sportsbilur frá Lexus Gott ár hjá Seat 2004 var eitt gott ár hjá sponsku Seat bilverk- smiðjuni. Umsetning- urin vaks við 6,1 pro- sentum til 43,7 milli- ardir krónur, og yvir- skotið vaks við 7,8 prosentum. Framleidd- ir vórðu tilsamans 458.460 Seat bilar í fjør Kelda: Motor Magasinet Cadillac framleiðast Svøríki General Motors, sum eiga Saab bilverk- smiðjuna, hava ætlanir um framleiðslu av Cadillac á Saab verk- smiðjuni í Trollättan, sigur GM stjórin Fritz Hendersen við danska blaðið Børsen Kelda: Motor Magasinet Skoda Superb best Týski bilfelagsskapur- in ADAC, sum árliga kannar kvalitetin á bilum, og hvussu nøgdir kundarnir eru við sínar bilar, gav Skoda Superb besta karakter í sínum klassa Kelda: Motor Magasinet Lexus LF-A verður ein rættuligur sportsbilur við umleið 500 hk og eini toppferð uppá um 300 km/t MAZDA6 2,0 HATCHBACK 140 HK Árg 2005, Km 1.000. Bilurin er væl útgjørdur við t.d. leðursetrum, sólt- aki, fartpiloti, hita í setrunum og aircondition. Nýprísur kr. 284.500. Kr. 225.000. Tlf. 222075 HONDA CIVIC 1.6I V-TEC Árg 2002, Km 15000. Kr. 125000. Til sølu fyri kunda CITROEN BERLINGO 1.6I MULTISPACE Árg 2002, Km 27000. Kr. 125000. Til sølu fyri kunda CITROEN BERLINGO 1.6I MULTI CLIM V¯RUB. Árg 2003, Km 10000. Kr. 115000. Til sølu fyri kunda CITROEN JUMPY 1.9TDI V¯RUB. Árg 2000, Km 60000. Kr. 105000. Til sølu fyri kunda CITROEN BERLINGO 2.0HDI CITYVAN Árg 2003, Km 30000. Kr. 125000. Til sølu fyri kunda VOLVO S70 2.0I 4H Árg 1999, Km 49000. Kr. 169000 SKODA FABIA 1.4I 5H Árg 2000, Km 60500. Kr. 75000 SAAB 9-3 2.0I 5H Árg 1999, Km 73000. Kr. 140000 MITSUBISHI CARISMA 1.9TD 4H Árg 1998, Km 85000. Kr. 90000 CITROEN ZX 1.9TD 5H Árg 1996, Km 139000. Kr. 35000 ML464 CITROEN XANTIA 1.9TD STC Árg 1996, Km 166000.Kr. 65000 CITROEN XANTIA 1.9TD STC Árg 1998, Km 130000. Kr. 108000 CITROEN XSARA 1.6I 5H Árg 1998, Km 69000. Kr. 95000 CITROEN ZX 1.9D STC. Árg 1996, Km 178000. Kr. 58000 MERCEDES BENZ VITO 110D V¯RUB. Árg 1998, Km 58000. Kr. 105000. Prísurin er v/mvg. Í sera góðu standi! Sýnaður februar 2005 PEUGEOT 306 2.0GTI 170HK Árg 2000, Km 70000. Kr. 140000 CITROEN XANTIA 2.0HDI STC. Árg 1999, Km 119000. Kr. 110000. Bilurin sær sera væl út PEUGEOT 306 1.6I STC. Árg 1998, Km 78000. Kr. 69000 MERCEDES BENZ C180 ELEGANCE 122HK Árg 1995, Km 194000. Kr. 169000. Leður setur, klima anlegg v.m. CITROEN XANTIA 1.9TD 5H Árg 1999, Km 125000. Kr. 110000 Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo