Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 • týsdagur • 8. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Stóð tað til venjaran hjá kvinnuliðnum hjá Kyndli, Geir Wardum, so var tað, ið er eftir av Sunset-kappingini hjá kvinnum í ár, strikað, og VB og Stjørnan spældu nakrir dystir um gullið ístaðin SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Leygardagin um góða viku endar kappingarárið hjá monnum í hondbólti, men kvinnurnar skulu halda á heilt fram til 30. apríl. Hetta heldur Geir Wardum, venjari hjá Kyndli, verða eina skandalu, og hann hel- dur, at Hondbóltssamband- ið átti at endurskoða tað, ið er eftir av kappingini. Ongantíð lagt so illa tilrættis sum í ár Geir Wardum hevur verið virkin innan føroyskan hondbólt í mong ár, og hann sigur, at eftir hansara tykki hevur kappingin ongantíð verið so illa løgd tilrættis sum í ár. – Higartil í 2005 hava vit einans spælt í fimm viku- skiftum, ístaðin fyri at vit spældu hvørt vikuskifti, so at kappingin ikki gjørdist so drúgv. Eg haldi eisini, at tað onkuntíð kundi verið so, at VB kom norður og spældi tveir dystir norðan fyri eitt vikuskifti móti liðum, sum tær vanliga ikki hava trupulleikar av, tí so hevði ikki verið neyðugt hjá teimum at ferðast so ofta norður um fjørðin. Sjálvsagt skuldu tær ikki spælt móti t.d. Stjørnuni, tá ið tær hava spælt dyst dagin fyri, men móti teimum lægru liðunum, sigur Geir Wardum. – Kappingin er alt ov drúgv, og tað er ikki serliga mennandi fyri hugin hjá leikarunum, at tær nú skulu dríva á í heilar seks vikur, eftir at menninir eru givnir. Ítróttarhøllirnar eru skrall- tómar um hetta mundi, og eg eri sannførdur um, at hjá teimum liðum, ið ikki hava nakað serligt at spæla fyri, verður tað ógvuliga trupult at fáa spælararnar at møta upp til venjing. Harafturat eru tað fleiri spælarar, ið eisini spæla fótbólt, og nú fer tað av álvara at kollidera millum hondbóltin og fót- bóltin, tá ið kappingin er so drúgv, heldur Kyndlavenj- arin. Fíggjarligur smeitur At tað er lítið hugaligt hjá spælarunum at halda á við venjingini so leingi, er ikki einasti vansin við drúgvu kappingini, heldur Geir Wardum. – Tað er eisini ein fíggjar- ligur smeitur fyri feløgini. Tað gevur óneyðuga nógvar útreiðslur til hallarleigu, dómarasamsýningar, og harafturat verða tað so av- gjørt ikki nógvir áskoðarar til dystirnar, tí áhugin fyri hondbóltinum minkar, so skjótt sum fótbólturin fer á rull, og tað fer hann longu nú, sigur Geir Wardum. Sjálvur heldur Geir War- dum, at HSF átti at tikið og endurskoða kappingina og strikið restina av kapp-ing- arárinum. – Einasti spenningurin, sum er eftir í kappingini, er um gullið. Tað eru bert dystirnir millum VB og Stjørnuna, sum hava nakað at siga, og allir hinir dyst- irnir eru meiningsleysir. Eg haldi, at HSF skuldi bara gjørt av, at hesi bæði lið spældu innanhýsis dystirn- ar, ið eru eftir, og harvið funnið fram til føroya- meistaran. Ella kundi verið skipað fyri einum finalu- umfari, har Stjørnan og VB til dømis spældu best av trimum dystum, sigur Geir Wardum, sum heldur, at øll hini liðini tað sama kundi farið í summarfrí nú. HSF má taka í egnan barm Ein av orsøkunum til, at kappingin í ár er so mikið drúgv, er tann, at HSF í fjør avgjørdi at víðka kappingina hjá kvinnum úr sjey upp í átta lið. Hetta heldur Geir Wardum verða eina skandaluavgerð, sum hondbóltssambandið eigur at endurskoða. – Víðkanin førdi við sær, at Tjaldur kom upp í fremstu deildina, og úrslit- ini í ár hava prógvað, at tær als einki hava at gera í fremstu deildini. Tað er jú stór skomm, at tær skulu tapa við 30-40 málum hvørt vikuskifti, heldur hann. – Tað var leiðslan í HSF, sum vildi hava Tjaldur uppí, og teir noyðast nú at ásanna, at tað var ein blóð- skeiv avgerð, tí liðið hoyrir ikki heima í fremstu deild- ini, heldur Geir Wardum. Tað er ikki bara Geir Wardum, sum heldur, at kappingin í ár er ein skandala. Sum skilst eru tað fleiri onnur feløg í fremstu kvinnudeildini, ið taka undir við uppskotinum hjá Geir Wardum SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen, heldur eisini, at kappingin í ár er púra burturvið. Ingi hevur nýlig- ani tikið við sum venjari hjá neistakvinnunum eftir danan Flemming Raben, og hann heldur, at Neistin saktans hevði kunnað spart lønarútreiðslurnar hjá sær. – Um kappingin fylgdi kappingini hjá monnunum, so hevði onkur annar kunn- að havt ábyrgdina av liðn- um teir fáu dystirnar, ið vóru eftir, tá ið Flemming fór, sigur Ingi. Bara drepur – Tað er eingin sum helst meining í, at kvinnurnar spæla so leingi. Eg haldi heldur ikki, at Tjaldur hoyr- ir heima í fremstu deildini. Tað er eisini stór synd í ungu gentunum, ið manna liðið hjá Tjaldur, at tær skulu verða avsmurdur vikuskifti aftaná vikuskifti. Tað er alt annað enn menn- andi fyri framtíðina hjá kvinnuhondbóltinum í Runavík, at tær eru við í Sunset-kappingini, tí tær er als ikki klárar til tað. Tað bara drepur áhugan hjá hesum ungu gentunum fyri hondbólti, sigur Ingi Olsen Spurdur um hann tekur undir við uppskotinum hjá Geir Wardum við at strika tað, ið eftir er av kapping- ini, sigur Ingi Olsen. – Eg veit ikki, um tað skal strikast. Heiðursmerk- ini skulu so býtast, men uppskotið hjá Geir við at Stjørnan og VB spæla sínar írestandi dystir fyri at avgerða gullið, og vit og Søljan spæla um bronsuna, haldi eg vera skilagott, sigur Ingi. Vestmenningurin heldur eisini, at tað kundi verið vert hjá HSF at umhugsa at kalla inn til eykaaðalfund at viðgjørt málið, tí hann ivast ikki í, at tey flestu feløgini eru samd um, at kappingin er púra burturvið. Ingi viðgongur eisini, at tað verður ringt at halda fram við vanligu venjing- ini, og tí ætlar hann eisini, at tað fara at verða heilt onnur ting á skránni hjá neistakvinnunum næstu vikurnar. – Vit fara ikki at venja so nógv sum vanligt, men fara ístaðin at bowla, koyra gocart og gera onnur sosial ting, sigur hann. Sjálvur ætlar Ingi Olsen sær eisini at tosa við venjararnar hjá hinum liðunum og gera eina roynd at fáa avgreitt tveir dystir um vikuna og harvið stytta um kappingar- árið. – Eg ætli mær at byrja við seinasta dystinum á árinum móti Kyndli og royna at fáa hann fram- skundaðan og so víðari, soleiðis at vit kanska verða liðug við kappingina um miðjan apríl, sigur hann. Geir Wardum, kyndlavenjari: – Kappingin er ein skandala Eru samdir við Geir Geir Wardum, venjari hjá Kyndli, heldur, at Sunset-kappingin í ár er ein skandala, og millum annað heldur hann, at tað er stór skomm, at kvinnurnar hjá Tjaldur eru við í fremstu deildini savnsmynd