Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 48 - 10. mars 2005 Alt bendir á, at tað verða neistakvinn- urnar, sum fara avstað við bronsuni í ár, eftir at tær týs- kvøldið vunnu á nærmastu kappingar- neytunum úr Søljuni SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Spenningurin í Sunset- kappingini hjá kvinnum í ár hevur fyrst og fremst verið um, hvørt tað verður Stjørnan ella VB, sum vinnur gull, og um tað verður Neistin ella Søljan, ið fer avstað við bronsuni. Nú sær út til, at kappingin um bronsumerkini er av- gjørd. Eingin ivi Týskvøldið hittust Søljan og Neistin í høllini á Gilja- nesi, og teir gott og væl 100 áskoðararnir kundu stað- festa, at tær bláu úr Havn høvdu munin á heima- liðnum. Gamaní gekk tað javnt á fyrsta korterið, men tað var greitt, at Neistin hevði fleiri streingir at spæla uppá, og so hvørt sum dysturin leið, vísti hetta seg eisini aftur á máltalvuni. Heimaliðið fylgdi við fram til gott og væl hálvan fyrra hálvleik, men so setti Neistin ferð á, og við fimm skjótum málum á rað løgdu tær seg á odda 12-6, og so var ilt at ímynda sær, at heimaliðið skuldi megna at svara aftur. Tað skal tó sigast, at Sølj- an gav ikki skarvin yvir, tí heimaliðið stríddist manni- liga, og eftir steðgin fingu tær eisini tikið seg nakað inn aftur á gestirnar, so- leiðis at munurin eitt skifti tíðliga í seinna hálvleiki einans var tvey mál, men nærri kom Søljan ikki. Neistin hevði munin og var væl betra liðið, og hetta sást serliga væl aftur sein- asta korterið av dystinum, har tær av álvara løgdu sjógv millum seg og Sølj- una og vunnu dystin greitt 28-21. Við sigrinum tykist spenningurin um, hvør ið fer avstað við bronsuni, verða av, tí Neistin er nú fýra stig framman fyri Søljuni, sum tó hevur leikt ein dyst minni. Harum- framt hevur Neistin, um liðini skuldu enda jøvn í stigum, væl betur málmun enn vágaliðið. Søljan-Neistin 21-28(8-13) Søljan: Nicoleta Radu Hansen 9(1), Heidi Maria Akselsen 4(1), Fía Selma Nielsen 3, Arnleyg Harald- sen 1, Herta J. Simonsen 1, Una á Steig 1, Petra Thomassen 1, Lina Andriulyte 1 Neistin: Simona Petersen 11, Ása á Neystabø 5, Marjun Tróndarson 5(2), Lív Sørensen 4, Annika Thomsen 3 Brotskøst: Søljan 2(2), Neistin 3(2) Útvísingar: Søljan 4, Neistin 8 Dómarar: Brandur Johan- sen og Heri Petersen Áskoðarar: 109 Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegn- um. Byrjað verður við Gamla Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglin- um í Havn. Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll - skjót og minni skjót, ung og eldri - eru vælkomin. Vaksin renna 7,02 km. og børn, fødd í 1992 - 1998, renna umleið 1,8 km. Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eis- ini ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping. Firmakappingin er skip- að á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørj- um liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini. Gentir og dreingir - føðiár frá og við 1992- 1998, renna 1,8 km. Kvinnur og menn - føðiár frá og við1960-1991, renna 7,02 km Veteranar kvinnur og menn - føðiár til og við 1959, renna 7,02 km Eftir at komið er á mál fáa allir luttakararnir frukt og Poptop. Stuðlað hesum hava ávikavist P/F Poul Hansen, MBM og Føroya Bjór. Vinnandi lið og einstakl- ingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðurs- merkir latin til nr. 1, 2 og 3. Høvuðsstuðul til Flagg- dagsrenningina er P/F Før- oya Shell, sum eisini letur steyp og heiðursmerki. Aðrir stuðlar eru Føroya Sparikassi, MBM og Trygd. »Jubilæum« Hetta er 19. Flaggdags- renning og tey sum luttaka fyri 10. ella 15. ferð í hesi kapping, fáa heiðursbræv. Tilmelding Síðsta freist at melda til einstaklingakappingina er mikukvøldið tann 20.04 kl. 1800. Áhugað kunnu tekna seg umvegis heimasíðuna hjá FÍF: http://www.athletics.fo/. Fyrispurningar hesum við- víkjandi kunnu setast Niels Jákup Jakobsen, tlf. nr. 317854/254027, ella Ro- bert Vilhelmsen tlf. 545108. Tað verður ikki møguligt at melda seg til á staðnum beint undan kappingini. Gjalding Luttøkugjaldið fyri vaksin er kr. 60 og fyri børn kr. 30. Luttøkugjaldið skal flytast á konto hjá Bragdinum: 6460 166.239.4. Tilmeld- ingin er ikki galdandi fyrr- enn gjalding er farin fram. Avheintan av startnr. Startnr. og annað skal heintast í ÍSF-húsinum hós- dagin 21.4. millum kl. 16 og 18. Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum byrjar renningina. Renningin byrjar við, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sigur nøkur orð, letur startskotið ganga og rennur síðani við hópinum. Vinarliga Bragdið - Felag fyri frælsan ítrótt í Streymoy Søljan-Neistin 21-28(8-13) Neistin fer við bronsuni Vágbingurin John Eyst- berg er settur sum venjari hjá 2. deildarliðnum hjá GÍ. John Eystberg var í mong ár fastur fúsur á besta liðnum hjá VB. Umframt at venja teir næstbestu hjá gøtumonn- um skal John Eystberg, sum er búsitandi í Havn, eisini venja bæði ungl- ingarnar og dreingirnar hjá GÍ. Nógv bendir eis- ini á, at John Eystberg sjálvur skal verða við á vøllinum, tí tá ið 2. deildarliðið um viku- skiftið leikti venjingar- dyst, taldi John Eystberg millum málskjúttarnar hjá GÍ. tn Við 28-21 sigrinum á Søljuni á Giljanesi týskvøldið hevur Neistin at kalla tryggjað sær bronsuna í Sunset-kappingini savnsmynd Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 5 5 - 0 - 0 512 364 148 23 2 VB 4 4 - 0 - 0 584 350 234 21 3 Neistin 6 4 - 0 - 2 565 425 140 18 4 Søljan 5 3 - 0 - 2 500 445 55 14 5 VÍF 5 1 - 0 - 4 436 447 -11 7 6 StÍF 5 1 - 0 - 4 424 490 -66 7 7 Kyndil 5 2 - 0 - 3 382 503 -121 7 8 Tjaldur 5 0 - 0 - 5 282 661 -379 0 Flaggdagsrenning tann 25. apríl Vágingur skal venja gøtumenn