hósdagur 10. mars 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Um vikuskiftið fer
Guðrun Sólja
Jacobsen at syngja á
tveimum konsertum í
Havn og í Fuglafirði.
Konsertirnar eru í
sambandi við, at hon
hevur givið nýggja
fløgu út
Um vikuskiftið fer Guðrun
Sólja Jacobsen at hava tvær
konsertir í Føroyum. Tær
verða á dansistaðnum Rex í
Havn og í Mentanarhúsin-
um í Fuglafirði.
Tað hevur verið nógv á
skránni hjá Guðrun í Dan-
mark seinastu tíðina. Hon
gav fyrst í februar mánaði
nýggja fløgu út, og hon
hevur gjørt pr-arbeiði í
sambandi við fløguna. Søl-
an av fløguni hevur gingið
væl bæði í Danmark og í
Føroyum, og tað ger stóran
mun í Danmark, at fløgan
hevur verið førd fram í
sjónvarpslýsingum.
Á nýggju fløguni eru
tulkingar av kendum sang-
um, men onkur einstakur
nýggjur sangur er eisini á
fløguni.
Úr at gera
Umframt nýggju útgávuna
hevur Guðrun Sólja Jacob-
sen eisini verið nógv
frammi í sambandi við
kappingina Stjørna eitt
kvøld, sum DR hevur skip-
að fyri seinastu vikurnar.
Guðrun kom allan vegin í
finaluna, og hóast hon
hevði eina sera góða fram-
førslu í finlauni, vann hon
ikki fram millum tey trý
fremstu í kappingini.
Nú hevur Guðrun aftur
stundir at koma heim til
Føroya at hava konsertir, og
um
vikuskiftið
verður
møguleiki at hoyra hana
syngja í Havn og í Fugla-
firði.
Fríggjakvøldið 11. mars
syngur Guðrun í Rex í
Havn, og leygarkvøldið 12.
mars verður hon at hoyra í
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði.
Showmenn spæla við
Síðsta summar hevði Guðr-
un Sólja Jacobsen onkra
framførslu í Føroyum, har
tónleikararnir í Showmonn-
um spældu undir hjá henni,
og tað samstarvið eydnaðist
so væl, at tað verður endur-
tikið næsta vikuskiftið.
Til tiltakið í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði, sum
er bæði konsert og dansur,
fara Showmenn eisini at
spæla til dans part av tíðini.
Forsøla til konsertina í
Mentanarhúsnum
er
á
Shell-støðunum kring land-
ið, og til tiltakið á Rex ber
til at keypa atgongumerki í
forsølu á Kunningarstovuni
í Havn.
Stjørna í tvey kvøld í Føroyum
Guðrun Sólja Jacobsen hevur
verið nógv frammi í
Danmark síðstu vikurnar,
men um vikuskiftið fer hon
at syngja á tveimum
konsertum í Føroyum