Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 48 - 10. mars 2005 Klaksvíkar Sjónleikarafelag Aðalfundur verður í hølum felagsins mikudagin 23. mars kl. 20.00 Skrá sambært lógum felagsins, umframt broyting í viðtøkunum. Klaksvíkar Sjónleikarafelag Lærupláss til Kvik køkar Vit søkja eftir einum handilslærlingi. Skal helst hava FHS ella HH, men eingin treyt. Vilt tú vita meir um læruplássi, so ring 312480 ella 512480. Skrivlig umsókn við ummælum skal sendast til Kvik køkssentrið Hoyvíksvegur 65 Box 3182 100 Tórshavn Endurlýsing Søkt verður eftir fysioterapeuti við serútbúgving í lymfeødem viðgerð. Á fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum søkja vit eftir fysioterapeuti, sum hevur útbúgving í lymfeødemviðgerð og áhuga fyri at viðgera sjúkl- ingar við primer og sekunder lymfeødem. Arbeiðs- tíðin er 40 tímar um vikuna. Setan 1. juni 2005 ella eftir avtalu. Tú verður ein partur av fysioterapeut hópinum á heiliráðdeldini og kemur partsvís at arbeiða á heili- ráðdeildini, og partvís við lymfeødemviðgerð saman við verðandi lymfeødemfysioterapeutum. Á fysioterapideildini eru 11,0 fulltíðarstørv. Yvir- fysioterapeutur, deildarfysioterapeutur, fysiotera- peutar og sjúkrahjálpari, tilsamans 14 fólk. Førleikakrøv: Vit vænta, at tú hevur útbúgving og áhuga í viðgerð av lymfeødem sjúklingum.At tú ert opin,er álítandi, hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvstøðugt. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Marjun Poulsen, yvirfysioterapeut ella Karin Djurhuus , deildarfysioterapeut, tlf 304599 lok 5790 Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fysioterapeufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Freistin at søkja starvið er 27. apríl 2005 kl 12.00 Skivlig umsókn, merkt »umsókn til starv«, við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til: Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«. Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Málningaframsýningin hjá Lions Club Eysturoy Árliga málningaframsýningin verður 1. og 2. páskadag í Runavíkar skúla. Áhugaðir luttakarar skulu siga frá seinast 16. mars á telefon nr. 443003, har nærri fæst at vita um treytirnar. Lions Club Eysturoy Náttúru- og umhvørvis- virðisløn Norðurlanda- ráðsins 2005 Náttúru- og umhvørvisvirðisløn Norðurlanda- ráðsins verður í ár latin fyri 11. ferð. Virðislønin, sum er 350.000 d.kr.,verður latin privatum ella al- mennum virki, felagsskapi ella einstaklingi, sum hevur víst serligt virkisfýsni innan náttúru- og umhvørvisvernd. Evnið í 2005 Náttúru- og umhvørvisvirðisløn Norðurlanda- ráðsins verður í 2005 latin einstaklingi, vinnuvirki ella felagsskapi í norðurlondum, sum framburðarríkt virkar fyri at gera sjónlig, varðveita, brúka og/ella umsita virðismikil mentanarlandsløg í norðurlondum,soleiðis at øll náttúru- og mentanarvirði verða varðveitt og ment. Øll kunnu senda inn uppskot til vinnara. Upp- skotið skal innihalda lýsing av arbeiðinum og upplýsingar um, hvør fremur ella hevur framt verkið. Arbeiðið skal hava fakliga góðsku og týdning í breiðum samanhangi í einum ella fleiri av norðurlondunum. Uppskotið skal orðast á í mesta lagi tveimum A4-síðum. Vinnarin av virðislønini verður útnevndur av eini dómsnevnd, ið hevur umboð úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Danmark, Grønlandi, Føroyum og Álandi. Uppskotið, ið skal skrivast á eitt serligt skjal, skal vera inni í seinasta lagi fríggjadagin hin 29. apríl, kl. 12.00. Skjalið fæst á heimasíðu Norður- landaráðsins www.norden.org ella við at venda sær til skrivstovuna hjá donsku sendinevndini: Nordisk Råd Den Danske Delegation Christiansborg DK 1240 København K Tlf. +45 33 37 59 58, fax +45 33 37 59 64 e-mail: nrpost@ft.dk Søkt verður eftir leiðara til Frítíðarskúlan í Runavíkar kommunu Søkt verður eftir avloysara fyri leiðara í farloyvi 40 tímar um vikuna frá 15. mai 2005 til 30 juni 2006. Frítíðarskúlin heldur til í gomlu læknahúsunum á Heiðavegi 22, Saltangará. Frítíðarskúlin er normer- aður til 30 børn. Leiðarin hevur fakligu,fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av stovninum.Tað verður væntað av um- søkjaranum, at hann á leiðandi og virknan hátt, saman við starvsfólkunum, heldur fram við at menna frítíðartilboðið.Umráðandi er,at umsøkjarin evnar at ganga nýggjar leiðir, dugir væl at sam- starva og er sjónligur í sínum leiðarastarvi. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønt eftir lønarstigi 18 til 24. Bert umsøkjarar við námsfrøðiligum prógvi ella líknandi kunnu søkja starvið. Nærri fæst at vita um starvið, við at tosa við Jákup Foldbo, sosialdeildarleiðara á tlf. 417000 Umsøkn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Runavíkar komm- unu í hendi týsdagin 22. mars 2005, kl 12.00. Runavíkar Kommuna Sosiala deild Postboks 139 Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Tvingsilssøla Tvingsilssøla verður av sethúsaognini matr. nr. 218a, Hvalba, fríggja- dagin tann 8. apríl 2005 kl. 10.00 í Føroya Fúta- rætti, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn. Sethúsini eru 48 fer- metrar til víddar. Húsini standa á festi- jørð, sum skal frábýtast og keypast sambært til- søgn frá Føroya Jarðar- ráði. Frábýtta grundøkið verður mett at vera umleið 150 fermetrar til víddar og kann yvir- takast fyri 7.950.00 kr. umframt frábýtingarút- reiðslur, ómaksløn og tinglýsingargjald. Ognin verður seld upp á vanligar tvingsilssølu- treytir. Heygum & Petersen i