hósdagur 10. mars 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 10. mars 2005
25
Poul Michelsen
Løgtingsmaður
Ein
fyrispurningur
til
leiðslu og nevnd í Føroya
Tele.
Eg vil nýta høvi til at takka
SVF fyri eitt gott kjak í
gjárskvøldi. Tøkkin fer
sjálvsagt til ein væl fyri-
reikaðan og upplagdan vert
og til teir tríggjar panellut-
takararnar Olav Enomoto,
Petur
Zachariasen
og
Trónda Djurhuus.
Sendingin setti fokus á
samskifti, teldutøkni og
gransking og hvussu um-
ráðandi tað er – um samfel-
agið framvegis skal rokn-
ast, sum eitt framkomið
land – at menna útbúgving-
ina av tøkni í øllum útbúgv-
ingarliðum.
Sendingin vísti á, at
framtíðin tó sá alt annað
enn bjørt út, hetta mest
orsaka av at ongin peningur
er tøkur at útbúgva og
granska fyri.
Hetta eru ikki ókendar
niðurstøður, og tá vita tey
flestu, hvat klokkan hevur
sligið:
Nú skal landskassin uppí
leikin!! Sjónvarpstóli verð-
ur sløkt og prátað verður
um okkurt annað.
Sel Føroya Tele !!!
Sanniliga hoyrdi tú rætt -
sel Føroya Tele og brúka
peningin til at menna sam-
felagið innan tøkni og
gransking - segði Tróndur
Djurhuus.
Tróndur er ikki ein og
hvør. Gott nokk umboðaði
hann Bitland í sendingini,
men sum hann sjálvur
gjørdi vart við, so var hann
ein av leiðandi persónunum
í Føroya Tele.
Boðskapurin frá Trónda
kendist sum eitt várligt lot í
vinnupolitiskum
saman-
hangi. Neyvan nakrantíð
hevur frustratiónini innan
vinnu verið størri enn hon
er nú. Vit hava kjakast og
fundast til húðleysheit, og
hóast allar niðurstøðurnar
greitt siga - privatiserað
vinnuna - so hendir beint
tað øvugta hjá okkum.
Landsstýrið/vinnumálaráð-
ið samlar ístaðin uppá al-
menn partafeløg.
Hví selja tit ikki ??
Tí er spurningurin til
leiðslu og nevnd:
Hví selja tit ikki Føroya
Tele? Hvør og hvat steðgar
tykkum? Hørjum bíða tit
eftir?
Útmeldingin hjá Trónda
var sera greið. Ein søla av
Føroya Tele vildi bæði
menna Føroya Tele, sum
fyritøku og føroyska sam-
felagið. Eg eri ikki í iva, at
Tróndur hevur rætt, og eg
kenni nógv vinnulívs-fólk,
sum eru samd við Trónda.
Tori at siga at - so at siga
alt føroya fólk - er samt við
Trónda.
Vil fegin hava eitt alment
svar frá leiðslu og nevnd í
Føroya Tele.
NB: Eitt hugskot til Boga
Godtfred
sjónvarpsvert.
Læt næsta kjakið í SFV
snúgva
seg
um:
Hví
selja/privatisera vit ikki
almennum partafeløgum??
TÍÐINDASKRIV
Veturin
hevur
verið
drúgvur og treiskur. Tað
kann væl vera, at hann
ikki heilt hevur slept
takinum enn, og at vit
framvegis eiga illveður
og kava á. Men tað eru
eisini tekin um vár, og at
tað nú gongur móti ljós-
ari tíðum. Fyrstu tjøldrini
hava verið at sæð, ítrótt-
arfólk eru at síggja á
vallum, og um ikki so
nógvar vikur fara kapp-
róðrarbátarnir at verða
drignir úr neystunum.
Eitt afturvendandi til-
tak hesa tíðina á árinum
er almenna kvøldsetan,
sum er á studentaskúlan-
um á Kambsdal. Kvøld-
setan verður í kvøld, hós-
kvøldið 10. mars kl.
19.30.
Skráin er fjøltáttað, og
tað eru núverandi og
fyrrverandi næmingar,
sum standa fyri tí, sum er
á skránni. Sanginum og
tónleikinum syrgja 1.
flokkarnir og hástigs
holdini í tónleiki fyri 1.a
fer at sýna lancierdans,
og næmingar, sum hava
samfelagsfrøði, fara at
hava eitt innslag um
mannarættindi.
Viðhvørt vitja fyrrver-
andi næmingar og greiða
frá, hvussu teirra tíð á
skúlanum var, og hvat
teir hava tikist við, síðani
teir fóru úr skúlanum.
Hesa ferð fer Hilmar
Sam Lamhauge á Glyvr-
um at greiða frá. Hann
leyk
studentsprógv
í
1998, og nú hevur hann í
fleiri ár verið leiðari á
Statoil støðini í Saltang-
ará.
Í frítíðini hevur Hilmar
Sam Lamhauge fingist
nógv
við
kappróður.
Hann fór at rógva við
Tjaldrinum í 1994, og
hann hevur verið við til
at vunnið nógvar sigrar
við Eysturoyingi. Í ár er
Hilmar Sam venjari hjá
Kappróðrarfelagnum
NSÍ. Á kvøldsetuni fer
Hilmar Sam at hugleiða
um kappróður, og okkurt
fer at verða borið fram,
sum er skrivað og yrkt
um føroyska bátin.
Næmingar skipa fyri
kafé, og tað fer í kvøld at
bera til at síggja listar-
verk hjá Philippe Carré,
sum í hesum døgum
hanga á studentaskúl-an-
um.
Kvøldsetan verður kl.
19.30. Øll eru hjartaliga
vælkomin, og atgongdin
er ókeypis.
Eysturoyar Røktar-
og Ellisheim
Søkt verður eftir
økonomu
– 40 tímar um vikuna – at byrja 01.04.05 ella eftir
nærri avtalu.
Løn- og setanarviðurskifti sambært avtalu við
Økonomafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Nærri starvinum viðvíkjandi fæst at vita frá
økonomuni á tlf. 448617 ella 448201 lokal 29.
Umsókn, saman við prógvi, viðmæli v.m. skal vera
okkum í hendi í seinasta lagi 23.03.05.
Eysturoyar Røktar- og Ellisheim
FO-620 Runavík
www.sosialurin.fo
Jamen - hví selja tit ikki Føroya
Tele - hvørjum bíða tit eftir???
Kvøldseta á
Kambsdali
EIGARASKIFTI
Guðrun Jacobsen
og Annika Isfeldt
Paula McGavin Magnussen
yvirtekur »Salong Tótu«
hálvan mars frá Tórunn
(vanliga
nevnd
Tóta)
Sørensen.
Paula, sum er lærd frisør
í »Kvilt Hárfríðkuni« og
eisini
hevur
arbeitt
í
»SaxO'føn«", er rættiliga
nýggj sum frisør í mun til
Tótu, sum hevur verið í
fakinum í 45 ár.
Tóta varð útlærd til frisør
í Føroyum í 1964 og fór so
niður til Danmarkar. Har
arbeiddi hon í einari fínari
salong í Vejle, har hon
klippti nógvum kendum
dønum. Aftur í Føroyum
fekk hon sína egnu salong,
og 1. juni1987 varð klárt at
flyta inn í nýggj hølir í
Magnus Heinarsonargøtu,
har salongin enn er.
Tóta fer kortini at ar-
beiða í salongini á niður-
setta tíð. Hon hevur eina
heilsølu á ovaru hædd, har
hon selur frisørartiklar, og
hetta fer hon nú at konsen-
trera seg meir um.
Tá salongin varð bygd,
var meiningin, at dóttir
Tótu skuldi yvirtaka sal-
ongina eftir Tótu, tí hon var
í læru sum frisør tá. Men
hon arbeiðir nú sum frisør í
Keypmannahavn,
og
tí
yvirtekur Paula. Tó fer
salongin framvegis at eita
»Salong Tóta«.
Paula yvirtekur
»Salong Tótu«
Um hálvan mars tekur Paula McGavin Magnussen yvir
»Salong Tótu«, sum Tóta Sørensen hevur rikið síðani 1969
Mynd: Jens Kristian Vang