fríggjadagur 11. mars 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 49 - 11. mars 2005
Nýggja skipafelagið
hjá gøtumonnum
hevur fingið sær
høvuðsstøð í Søldar-
firði, sum ikki er so
langt haðani, Tróndur
i Gøtu í síni tíð legði
síni skip
FARMASIGLING
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Søldarfirði: Gøtumenn eru
aftur farnir undir farma-
sigling millum Skálafjørðin
og Danmark. Tað hendi
týsdagin, tá Norland hjá fe-
lagnum Norlink, sum fe-
lagið hjá Hera Thomsen í
Gøtu eigur, fór fyrsta túrin
til Danmarkar við farmi.
Og ein tann fyrsta farma-
túrin á millum Føroyar og
táverandi Danmark hoyra
vit um í føroyingasøgu um,
at ein annar kendur gøtu-
maður, Tróndur í Gøtu,
gjørdi.
Eisini í aðrar mátar hava
gøtumenn í dag tikið táttin
hjá Tróndi uppaftur. Trónd-
ur hevði síni skip á Skipa-
nesi. Norlink heldur til í
Søldarfirði, sum ikki er so
langt frá gomlu havn
Tróndar.
Norland, sum skipið eit-
ur, ið skal sigla í fastari rutu
millum Danmark og Føroy-
ar, kom til Føroya mána-
dagin, og fór avstað aftur á
fyrsta farmatúrinum týs-
dagin.
Áðrenn farið varð av
Søldarfirði týsdagin, var
móttøka í nýggju farma-
høllini, sum Heri Thomsen
hevur bygt á havnarlagnum.
Nógv fólk var komið at
heilda upp á teir, sum
standa fyri hesum nýggja
tiltakinum, og fleiri tóku
orðið á samkomuni. Tór-
hallur Thomsen, sum er
annað ættarlið í fyritøkuni
Heri Thomsen, beyð væl-
komin, og røður vóru
hildnar. Millum aðrar av
borgarstjóranum í Runavík-
ar Kommunu, Rodmundi
Nielsen.
Men nú eru tað gøtu-
menn, sum standa fyri til-
takinum, so rímiligt helt
eisini borgarstjórin í Gøtu
Kommunu, Páll Isholm,
seg framat og segði økur
orð. Eisini formaðurin í
havnarnevndini hjá Runa-
víkar Kommunu, Klæmint
Østerø, og Thorleif Jo-
hannesen, sjómanstrúboð-
ari, høvdu orði á samkom-
uni.
Fólk hittust, prátaðu og
fingu ein bita inni í pakk-
húsinum, ella tey valdu at
fara ein túr umborð á Nor-
land, sum lá við bryggjuna
uttanfyri.
Teir høvdu lastað nakað
av farmi fyrrapartin, og eitt
sindur kom afturat, áðrenn
skipið stutt eftir møttøkuna
fór av Søldarfirði til Vágs,
har onnur havnin í Føroy-
um er, og síðan til Hirts-
hals.
Tórhallur
Thomsen,
stjóri, hevur góðar vónir.
Hann metir, at við tí prísi
skipið fekst fyri, eigur tað
at fara at bera til. Skipið
stendur í 13 milliónum,
sigur hann.
Fyrsta túrin úr Føroyum
hava teir umleið 600 tons
av farmi við. Tað er bara
ein partur av tí, skipið klár-
ar at lasta. Men ein byrja.
Og nakað er longu fingið til
næsta túr, eins og eisini
nakað av farmi er við upp
aftur úr Danmark.
Tað eru enn mest feløg úr
Eysturoynni og úr Suðuroy,
sum hava tikið av tilboð-
num frá Norlink, sigur Tór-
hallur Thomsen.
Høvuðshavnin
verður
Søldarfjørður, og so verður
lagt at í Vági á veg niður
aftur til Danmarkar.
Lossað verður so norðan-
fjørðs í Søldarfirði mána-
dag, og vøran, sum kemur
við skipinum, verður við
lastbilum koyrd til innflyt-
aran. Tað, sum skal til
Suðuroyar, verður umborð,
til skipið týsdag kemur til
Vágs,
sigur
Tórhallur
Thomsen.
Heri
Thomsen
eigur
frammanundan farmaskip-
ini Skuran og Sirius, sum
framhaldandi fara at sigla í
fríari sigling millum Før-
oyar og grannalondini.
Í kjalarvørri Tróndar
Tórhallur Thomsen, stjóri, í farmahøllini í Søldarfirði
Upphavsmaðurin til tað
heila, Heri Thomsen, gekk
við myndatóli at goyma
løtuna á
Menn hittast at práta. Sumt hava teir felags, og annað ikki
Fiskaframleiðarar eru væl altíð áhugaðir i nýggjari útflutningsrutu