Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 11. mars 2005 7 Áhugavert søgutiltak í Norðurlandahúsinum: Byggir brýr millum okkara ættarlið – Tá ið stjórin í Norð- urlandahúsinum vendi sær til menta- máladeildina, tóku vit beinanvegin undir við hugskotinum.Vit halda hetta vera eitt stak áhugavert tiltak - ikki minst tí, at frá- søgudagurin vendir sær bæði til skúla- næmingar og okkara eldru borgarar.Vit síggja hetta sum eitt kærkomið høvi at byggja brýr millum ættarliðini, sigur Heð- in Mortensen, borgar- stjóri SØGUTILTAK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fríggjadagin, 18. mars, verður eitt serstakt tiltak í Norðurlandahúsinum, har átta frásøgufólk í fyrsta lagi eru boðin at siga frá søgum – frá klokkan 8.30 til 13. Dagurin verður róptur, World Storytelling Day – ella ein Altjóða frásøgudag- ur. Tiltakið byggir á eitt samstarv millum Norður- landahúsið, Tórshavnar bý- ráð, Mentamálaráðið, Tjóð- pall Føroya og Tilhaldið. Byggir brýr – Tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, sum vendi sær til mentamáladeildina hjá Tórshavnar býráði og spurdi, um kommunan var áhugað at verða við í hesum tiltaki, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hósmorgunin var tíð- indafundur í býráðnum í Havn, har kunnað varð um tiltakið. – Vit hildu hetta vera eitt stak áhugavert hugskot og játtaðu alt fyri eitt at verða við - ikki minst tí, at frá- søgudagurin vendir sær bæði til skúlanæmingar og okkara eldru borgarar. Vit síggja hetta tiltak sum eitt kærkomið høvi at byggja brýr millum ættarliðini, segði Heðin Mortensen. Borgarstjórin helt fyri, at vit kunnu ímynda okkum kvøldseturnar í gomlum døgum, sum høvdu so stór- an týdning fyri mentanina og samleikan hjá okkum føroyingum. Sagnirnar, æv- intýrini og kvæðaarvin – ja, yvirhøvur skaldskap av manna munni. – Ein frásøguháttur, sum nú á døgum kanska ikki hevur so góðar dagar, helt Heðin fyri. Átta frásøgufólk Sum nevnt, eru átta frá- søgufólk boðin at siga frá søgum á Altjóða frásøgu- degnum. Søgufólkini eru: Palli Dalsgaard, Skálavík, Vil- helmina Larsen, Dalur, Poula Olsen, Sandur, Hans Tórgarð, Kvívík, Petur Martin Petersen, Fugla- fjørður, Ria Tórgarð og Egi Dam, Tórshavn og Erling Poulsen, sum flutti úr Vági til Havnar, eftir at hann gavst sum lærari í Suðuroy. - Vit kenna Erling sum ein frálíkan rithøvund, sum umframt fleiri siðsøguligar bøkur, eisini hevur lagt til rættis og givið út tvær bøk- ur um yvirnáttúrlig fyri- brigdi – tað fyrra, "Mangt er millum himmal og jørð" og tað seinna, "Meiri er millum himmal og jørð", segði borgarstjórin. "Frásøguoyggjar" Tá ið tiltakið fer av bakka- stokki í Norðurlandahúsin- um, 18. mars, verða skipað- ar fýra sonevndar "frásøgu- oyggjar" í húsinum; Klingr- an, har 160 næmingar og pensjónistar kunnu sita, Dansistovan (60), Kafeteria (100) – og í stóra salinum verður pláss fyri 150 næm- ingum og pensjónistum. – Sostatt verða einir 500 áhoyrarar í senn til tiltakið hendan dagin. Samanlagt verða skúlanæmingarnir, sum eru næmingar úr 5. flokki upp í 10. flokk, einir 1500 - umframt pensjón- istar. Á tíðindafundinum greiddi borgarstjórin frá, at tvey frásøgufólk verða á hvørjum plássi – hvørji "oyggj" - og siga frá søgum í ein hálvan tíma hvør. – Síðan verður ein stuttur steðgur, og nýggir áhoyrar- ar koma at lurta, segði Heðin Mortensen. Almennur partur Samlaða tiltakið í Norður- landahúsinum varar frá klokkan 8-18, og á skránni verður eisini annað enn frásøgur. Tað verður Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum setir Altjóða frásøgudagin. Tiltakið, "World Story- telling Day", letur upp klokkan 8, og klokkan 8.30 verður byrjað at siga frá søgum. Hesin parturin av tiltakinum varar sum nevnt til klokkan 13. Seinni partur, sum byrjar klokkan 15, er almennur. Á skránni verður "Vølu- spá í Høllini" við sjónleik- arum úr Danmark, og klokkan 16.30 verður ráð- stevna um søgufrásøgnina – og hvussu vit tryggja okkum, at hesin parturin av mentanini yvirlivir. Frásøgufólk til seinna partin av tiltakinum um- boða eitt nú Fróðskaparset- ur Føroya, Føroya Lærara- skúla, bókasøvn og onnur áhugað. Í morgin, 12. mars, er ein fjórðingsøld liðin, síðan Føroya Nátt- úru-og Umhvørv- isverndarfelag, FNU, varð stovnað. Í hesum sambandi var ætlanin at skipa fyri stórum tiltaki í Læraraskúla- høllini, men vegna forføll er tiltakið út- sett til umleið hálvan apríl FNU 25 ÁR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á grækarismessu í ár eru liðin 25 ár, síðan Føroya Náttúru-og Umhvørvis- verndarfelag, FNU, varð stovnað í Kirkjubø. Felagið ætlaði ikki, at dagurin skuldi fara aftur við borðinum uttan, at gjørt varð burtur úr honum. Tískil stílaði felagið eftir at skipa fyri einum stórum tiltaki sjálvan 25 ára stovningar- dagin í Læraraskúlahøllini – við fyrilestrum, pallborðs- fundi, tónleiki og ábiti. Ætlanin var í stuttum at kunna um søgu felagsins og síðan leggja til brots við eini røð av áhugaverdum fyrilestrum um eitt nú orku, búskap, arbeiðsum- hvørvi, framtíðarætlanir og náttúruvernd. Eftir fyrilestrarnar skuldi verða pallborðsfundur við fleiri áhugaverdum luttak- arum – bæði politikarum, vinnulívsfólki og øðrum. FNU stílaði eitt nú eftir at fáa fyrrverandi danska um- hvørvisráðharran, Svend Auken, higar til lands, men tíverri lá tað ikki fyri hjá honum, tí týðandi fundur er í vikuskiftinum í flokki hansara í Danmark. Av tí, at nakrir av ætlaðu fyrilestrarhaldarunum og pallborðsluttakarunum ikki kundu verða við nú leygardagin, hevur Føroya Náttúru-og Umhvørvis- verndarfelag tískil gjørt av at útseta tiltakið til umleið miðjan apríl. Stóra FNU-tiltakið útsett nakrar vikur Tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, sum vendi sær til mentamáladeildina hjá Tórshavnar býráði við hugskotinum um "Altjóða frásøgudagin" Mynd: Vilmund Jacobsen Erling Poulsen var fúsur at greiða frá eini "yvirnáttúrligari" søgu á tíðindafundinum hósdagin Mynd: Vilmund Jacobsen Hans Tórgarð, Jenny Petersen og Erling Poulsen. Jenny segði, at ætlanin er komandi ár eisini at fara út um landið við tiltakinum, "World Storytelling Day" Mynd: Vilmund Jacobsen Eyðuni Lauritsen og Erlingi Simonsen, ávikavist nevndar- limur og formaður í FNU Mynd: Vilmund Jacobsen