Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 49 - 11. mars 2005 UTTAN ÚR HEIMI Sleppa ikki Grátimúrinum Næstan allir jødarnir í Ísrael eru ímóti at lata palestin- um Grátimúrin í Jerusalem aftur fyri at fáa varandi frið. Ein meiningakanning hjá stovninum Dahraf vísir, at 91 prosent av jødunum í Ísrael eru ímóti at lata palest- inum Grátimúrin. Seks prosent siga seg vera til reiðar at góðtaka, at ísraelsmenn og palestinar býta eftirlitið við múrinum sínamillum. Søðan er eitt sindur øðrvísi, tá tað snýr seg um Tempulfjallið. Spurd um tað siga 36 prosent seg góðtaka, at ísraelsmenn og palestinar býta eftirlitið við fjallinum sínamillum, men 51 prosent halda, at Tempulfjallið eigur at verða verandi undir ísraelskum eftirliti. Dahraf hevur eisini spurt, um teir ísraelsku jødarnir kunnu góðtaka, at palestinar fáa eftirlitið við grøv patriarkanna, sum er á Vestara Áarbakka. 49 prosent svaraðu, at grøvi skal verða verandi undir ísraelskum eftirliti, men 13 prosent halda, at hon eigur at verða latin palestinum at hava eftirlit við. Walesa lagdur undir njósning Fyrrverandi polski forsetin Lech Walesa er fleiri ferðir fyrr lagdur undir at hava virkað sum njósnari hjá gamla kommunistastýrinum, og nú er málið komið undan kavi eina ferð afturat. Hesaferð er tað ein útvarpsstøð, sum sigur seg hava funnið sterkar ábendingar um, at gamli forsetin ar- beiddi sum njósnari hjá kommunistastýrinum, áðrenn hann var við til at stovna Solidaritet. Lech Walesa hevur altíð víst skuldsetingunum um njósning aftur, og tað hevur hann eisini gjørt hesaferð. Hann sigur, at endamálið við gitingunum er at órógva tey politisku viðurskiftini, nú pólendingar seinni í ár skulu velja nýtt tjóðarting og nýggjan forseta, umframt at teir skulu hava fólkaatkvøðu um ta ætlaðu ES-grund- lógina. Sambært Walesa eru tað víðgongdar kreftir á høgravonginum, sum standa aftan fyri skuldsetingina. Mafialeiðari tikin Amerikanska samveldisløgreglan hevur tikið ein av teimum fremstu mafialeiðarunum í New York. Tað eydnaðist einum agenti hjá FBI at gerast so væl við nakrar limir í mafiaættini Gambino, at hann fekk beinleiðis samband við teir ovastu leiðararnar hjá ættini. Við einum fjaldum bandupptakara eydnaðist tað agentinum at taka fleiri samrøður við mafialeiðararnar upp á band. Mikudagin helt FBI seg hava fingið nóg mikið av upplýsingum um virksemið hjá Gambino-ættini, og sama kvøldið vóru teir báðir ovastu leiðararnir tiknir og settir í varðhald. Arnold Zeke Squitari og Anthony Megale verða nú ákærdir fyri fleiri brotsverk, og verða teir funnir sekir, kunnu teir fáa nógv ár aftan fyri rimarnar, skrivar AP. Gambino-ættin er ein av teimum størstu og máttmestu mafiaættunum í New York, men sakarmálið ímóti teimum báðum leiðarunum kann beina fyri øllum virkseminum hjá ættini, skrivar AP. Amazonas til sølu Umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace er í øðini um, at nakrir partar av Amazonas-økinum eru lýstir til sølu á alnótini. Sambært Greenpeace ber til at keypa t. d. eitt øki, sum er 28.000 ferkilometrar stórt ella líka stórt sum Belgia. Prísurin er 300 milliónir dollarar. Tey, sum hava lýst økið til sølu, siga seg hava fingið øll neyðug loyvi frá myndugleikunum, men hesum ivast Greenpeace í og vísir á, at ognarviðurskiftini í Amazonas-økinum eru ofta sera ógreið. Greenpeace og aðrir umhvørvisverndarfelagsskapir hava mælt brasilsku myndugleikunum til at friða alt økið við Amazonas-ánna. Felagsskapirnir vísa á, at har eru fleiri djóra- og plantusløg, sum ikki finnast aðrastaðni í heiminum, og harafturat verður frumskógurin við Am- azonas roknaður sum lungu Jarðarinnar, skrivar ANP. Vøksturin í norska búskapinum í fjør var tann størsti síðani 1998, og útlitini eru góð BÚSKAPUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Árafrágreiðingin hjá norsku hagstovuni um gongdina í fjør er hugaligur lesnaður. Har sæst millum annað, at bruttotjóðarfram- leiðslan vaks 2,9 prosent í 2004. Tað var ikki bara oljuvinnuni fyri at takka, tí vøksturin uppi á landi var 3,5 prosent, og vóru tað serliga handil, tænstuveit- ingar og byggivinnan, sum høvdu stóran vøkstur. Hagstovan hevur eisini hugt at framtíðarviðurskift- unum á arbeiðsmarknað- inum, og metingin er, at ar- beiðsloysið í Noregi fer at minka í ár og næsta ár. Í fjør var tað 4,5 prosent, í ár verður tað 4,1 prosent, og næsta ár væntar hagstovan, at tað fer niður í 3,8 pro- sent. Hagstovan sigur í sínari niðurstøðu, at tann stóri framburðurin í búskapinum kemst av teirri lágu rentuni og stórum íløgum í olju- vinnuni. Norski búskapurin blómar Paul Watson og fel- agsskapur hansara Sea Shepherd fara nú undir eitt átak ímóti kópaveiði DJÓRAVERND Árni Joensen fartekst@mail.dk Felagsskapurin Sea Shep- herd hevur saman við øðr- um umhvørvisfelagsskap- um gjørt av at gera 15. mars til altjóða dag ímóti kópaveiði. Í tí sambandi hevur Sea Shepherd tikið stig til at boykotta ymsar kanadiskar vørur fyri at mótmæla teirri stóru kan- adisku kópaveiðini. Á einum tíðindafundi í vikuni segði Paul Watson, at kópaveiðan er ómenn- iskjalig, og at tað ber ikki til at rættvísgera eina vinnu, sum fær pengar burtur úr at fara soleiðis við djórum. Fyri trimum árum síðani bleiv avgjørt at veiða næst- an eina millión kópar, og teir seinastu 325.000 skulu veiðast í ár. Í flestu førum er talan um nósar, sum eru ímillum 12 dagar og 12 vikur gamlir. Tað mesta verður veitt í Kanada, men norðmenn hava kvotur til at veiða umleið 33.000 kópar í ár, skrivar VG. Í dag er eitt ár, síðani yvir- gangsmenn søktu at jarn- breytarkervinum í spanska høvuðsstaðnum Madrid. Atsóknin kostaði 191 mannalív, og umleið 1500 fólk fingu skaða. Spanski ríkisákærin, Olga Sánchez, segði í gjár, at yvirgangs- menninir høvdu eisini lagt ætlanir um at søkja at fleiri skúlum, einari jødiskari støð í býnum Ávila og øðr- um málum. Hesar atsóknir- nar vórðu ongantíð framd- ar, helst tí at bumbumenn- inir sprongdu seg í luftina í einari íbúð í Madrid tann 3. apríl. Paul Watson ger aftur um seg Eitt ár síðani Nú er Paul Watson farin í hernað ímóti kanadiskum kópaveiðimonnum