fríggjadagur 11. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 11. mars 2005
5
Millum-
bylgja er
rokin
Tað kann ganga upp
í eitt hálvt ár, áðrenn
millumbylgjusend-
arin hjá Útvarpinum
á Akrabyrgi fæst at
rigga aftur
ÚTVARP
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tá ið Útvarp Føroya fór
at senda sunnumorgunin
riggaði
millumbylgju-
sendarin í Akrabyrgi ikki.
Sendarin
hevur
ikki
riggað síðani, og um tað
vil illa við, kemur sendar-
in ikki at rigga aftur fyrr
enn um eitt hálvt ár.
Tað er avleiðingin av, at
sendirørið er farið, og
einki nýtt er á goymslu.
Sambært Útvarpinum
kann tað taka upp í eitt
hálvt ár at fáa eitt nýtt
sendirør til vega, um tað
ikki eydnast at fáa eitt
brúkt sendirør frá onkrari
útvarpsstøð uttanlands.
Tað er Føroya Tele, sum
umsitir sendinetið vegna
Vinnumálaráðið, og Før-
oya Tele hevur tríggjar
ferðir síðani apríl 2003
gjørt vart við, at neyðugt
er at keypa eitt nýtt sendi-
rør at hava á goymslu.
Føroya Tele heldur seg
ikki klára at keypa sendi-
rørið, sum kostar umleið
600.000 krónur, fyri tað
rakstrarjáttan, sum felag-
ið á hvørjum ári fær frá
landinum til at halda
sendinetið viðlíka.
Men hóast fleiri áheitan-
ir á Vinnumálaráðið um
at útvega pengar til at
keypa nýtt sendirør fyri,
eru ongir pengar komnir,
og nú sendirørið í sendar-
anum er farið, er einki
nýtt at seta ístaðin.
Bjarni Djurholm segði
mikukvøldið við Útvarp-
ið, at hann beinanvegin
fer at gera eina roynd at
útvega pengar til at keypa
eitt nýtt sendirør fyri, og
hann tók ábyrgdina í mál-
inum á sín kappa, hóast
hann róði fram undir, at
Føroya Tele síðani 2003
hevur fingið 12 milliónir
krónur til at viðlíkahalda
sendinetið fyri, og at
600.000 krónur til eitt
nýtt sendirør er ein lítil
upphædd av hesum.
Millumbylgjusendarin í
Akrabyrgi hevur syrgt
fyri, at fiskimenn kunnu
hoyra Útvarpið, men í upp
til seks mánaðir mugu
fiskimenn royna aðrar
leiðir á millumbylgju fyri
at hoyra útvarp.
Plássið á sendinetin-
um hjá Televarpinum
er avmarkað, og nú
ein nýggj norður-
lendsk rás skal inn,
verður ein altjóða
tónleikarás koyrd út.
Tað eru tær minst
brúktu rásirnar, sum
mugu víkja fyri teim-
um nýggjum
TELEVARP
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Meira norðurlendskt public-
service sjónvarp, minni God
Channel og einki VH1.
Tað verða broytingarnar,
sum Televarpið fer at gera
frá fyrsta degnum í apríl.
Televarpið hevur í eina tíð
roynt at fingið meira norð-
urlendska sjónvarp í sítt
útboð, og í fjør eydnaðist
tað at fáa DR1 og DR2
umborð, og frá 1. apríl
kunnu brúkarar av Televarp-
inum síggja norska NRK.
– Hetta er enn ein liður í
at
tryggja
føroyingum
dygdargott norðurlendskt
sjónvarp og samstundis
menna norðurlendska pub-
lic service-rásúrvalið hjá
Televarpinum, sigur Laila
Hentze, stjóri á Televarp-
inum.
Tónleikarás rýkur
Men hvørja ferð ein nýggj
rás skal við í útboðið hjá
Televarpinum, má onkur
onnur rás víkja, tí plássið á
sendinetinum er avmarkað.
– Vit brúka Gallup-kann-
ing sum grundarlag undir
valinum av rásum. Tá ið vit
mugu taka onkra rás burt-
urúr velja vit tí minst
populeru rásina, sigur Laila
Hentze.
Og tann minst populera
rásin, nú NRK skal inn í
hitan, er tónleikarásin VH1,
sum hevur ein nakað eldri
málbólk enn ungdómsrásin
MTV.
Gud verður fluttur
Samstundis
verður
ein
broyting gjørd afturat, tí
tøkniliga skal Danmarks
Radio hava meira pláss til
sínar tvær rásir, og tí mugu
tvær aðrar rásir á Televarp-
inum leggjast saman. Frá 1.
apríl verður God Channel tí
at síggja á Rás 1 ein part av
døgninum.
– Í fyrstu syftu verður tað
helst soleiðis, at Rás 1
sendir um dagin, meðan
God Channel sendir um
kvøldið og um náttina. Men
God Channel fer helst
eisini at fáa ein blokk mitt á
degnum eisini, sigur Laila
Hentze.
Breitt úrval hóast
broytingar
Stjórin á Televarpinum
roknar ikki við, at tað verða
fleiri broytingar í úrvalin-
um av rásum næstu tíðina.
Eftir at DR1 og DR2 og nú
NRK eru komin við í úr-
valið, er norðurlendski
parturin styrktur munandi.
– Vit halda okkum hava
eitt gott og breitt úrval av
rásum. Vit kunnu bjóða
norðurlendskt public-ser-
vice sjónvarp, rásir hjá Via-
sast og Canal+ og føroyska
sjónvarpið. Hetta er ein
serstakur pakki, sum eingin
annar kann bjóða, sigur
Laila Hentze.
Fleiri enn 4000 kassar
hjá Televarpinum eru úti
millum fólk, og talið á
kundum veksur støðugt. Í
næstum koma Hvalvík og
Streymnes upp í sendinetið
og nakað seinni fær Kvívík
eisini Televarpið.
Við hesari útbyggingini
røkkur Televarpið uml. 75
% av føroysku húsarhald-
unum.
Fyrrverandi formað-
ur í Unga Sjálvstýrin-
um og velevni til sein-
astu tvey løgtings-
valini hevur tikið seg
úr flokkinum eftir
landsfundin um viku-
skiftið. Hann heldur,
at Sjálvstýrisflokkur-
in ger einki munagott
við støðuna, sum
flokkurin er komin
við minkandi undir-
tøku
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sjálvstýrisflokkurin hevur
nú mist ein av sínum ungu
og lovandi politikarum,
sum seinastu árini hevur
verið við til at mynda
flokkin bæði í Føroyum og
uttanlands.
Kenneth Rasmussen var
fram til desember mánað í
fjør formaður í Unga Sjálv-
stýri, og hann hevur verið
valevni hjá flokkinum til
tvey tey seinastu løgtings-
valini.
Nú hevur hann boðað
formanninum í Sjálvstýris-
flokkinum frá, at hann fer
úr flokkinum.
– Tað er eingin vilji í
Sjálvstýrisflokkinum til at
gera nakað munagott við
støðuna, sum flokkurin er
komin í, sigur Kenneth
Rasmussen sum orsøk til,
at hann hevur takkað fyri
seg í Sjálvstýrisflokkinum.
Trupul tíð
Seinastu tvey løgtingsvalini
hava verið tey vánaligastu í
søguni hjá Sjálvstýrisflokk-
inum, og flokkurin hevur
júst megnað at hórað undan
omanfyri sperrumarkið.
Sjálvstýrisflokkurin hev-
ur ikki havt somu styrkina
eftir seinna veraldarbar-
daga, sum flokkurin plagdi
at hava, men flokkurin
hevur fyri tað mesta fingið
millum 7 og 9 prosent av
atkvøðunum til løgtinsval-
ini, og oftast hevur flokkur-
in havt tvey umboð í løg-
tinginum seinastu 25 árini.
Seinastu tvey valini hev-
ur
Sjálvstýrisflokkurin
fingið ávíkavist 4,4 og 4,6
prosent av atkvøðunum, og
á seinasta løgtingsvalinum
fór Miðflokkurin fram um
Sjálvstýrisflokkin og vann
tveir
tinglimir,
meðan
Sjálvstýrisflokkurin bara
hevur eitt umboð í løgting-
inum síðani 2002.
Bátur á landi
Á landsfundinum hjá Sjálv-
stýrisflokkinum um viku-
skiftið var flokkurin sam-
anborin við ein bát, sum
stendur á landið væl mál-
aður og tilriggaður, men
sum ongantíð fer á flot.
– Hetta er ein góð mynd
av støðuni í Sjálvstýris-
flokkinum. Flokkurin hev-
ur ein góða grundhugsjón,
sum tað framvegis er brúk
fyri í føroyskum politikki,
men flokkurin klárar ikki at
gera nóg væl vart við seg.
Flokkurin má taka nøkur
mál og halda fast um tey,
men tað er eingin veruligur
vilji til at markera flokkin,
sigur Kenneth Rasmussen.
Hann heldur, at løgtings-
maðurin hjá flokkinum,
Kári P. Højgaard, ger tað,
sum hann megnar fyri at
fáa flokkin fram, og tað er
eingin persónlig ósemja við
hann ella flokkin, sum ger
at fyrrverandi formaðurin í
Unga Sjálvstýri fer úr
flokkinum.
– Eg haldi, at tað er fram-
vegis pláss fyri Sjálvstýris-
flokkinum í føroyskum
politikki, men eg havi tikið
avgerð um, at eg tími ikki
longur at brúka mína tíð til
flokkin, sigur Kenneth Ras-
mussen, sum einki veit at
siga um sína politisku
framtíð.
Profilur rýmir úr
Sjálvstýrisflokkinum
– Tað er eingin vilji í Sjálv-
stýrisflokkinum til at gera
nakað munagott við støðuna,
sum flokkurin er komin í,
sigur Kenneth Rasmussen,
sum hevur tikið seg úr Sjálv-
stýrisflokkinum
Mynd: Edvard Joensen
Tónleikur má víkja fyri
norskum public-service