Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 49 - 11. mars 2005 Umleggingar á føði- deildini á Lands- sjúkrahúsinum føra við sær at nøkur størv verða spard burtur, men kortini fer tænastan at batna LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tey, sum eru innløgd á føðideildini og á psykiatr- isku deild á Landssjúkra- húsinum, skulu nú hava eina betri tænastu. – Og tað kann gerast samstundis sum vit seta sparingar í verk. Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sig- ur, at tað ber til at spara, samstundis sum tænastan til sjúklingin verður betri. Tað skulu umleggingar, sum ætlanin er at seta á verk á føðideildini og á psykiatriska deplinum, vísa. Stjórin á Landssjúkra- húsinum sigur, at á føði- deildini bera umlegging- arnar við sær, at ljósmøð- urnar í størri mun koma inn á føðideildina at arbeiða, samstundis sum talið á sjúkrarøktarfrøðingum verður lækkað tilsvarandi. Hetta er ein umlegging, sum fer at føra við sær, at eitt vaktlag av sjúkrarøktar- frøðingum verður spart burtur á føðideildini Poul Geert Hansen sigur, at talan er um eini 5-6 árs- verk. Men, hvussu nógvar uppsagnir, talan verður um, liggur ikki fast enn. Ætlanin er eisini at royna at fáa teimum, sum brúk ikki verið fyri á føðideild- ini, starv aðrastaðni á Landssjúkrahúsinum. Stjórin á Landssjúkra- húsinum sigur, at talan er ikki um at seta fleiri ljós- møður í starv, men at brúka tær, sum eru í starvi, betri. – Í løtuni sita ljósmøð- urnar í vakt uttanfyri føði- deildina og eru bara boð- sendar, tá ið kvinnur skulu eiga. Og tað halda vit ikki er at fáa fulla nyttur burtur- úr starvsfólkunum. Stjórin á Landssjúkra- húsinum sigur, at umlegg- ingarnar koma at føra við sær, at ljósmøðurnar, sum eru á vakt, taka lut í ar- beiðnum á føðideildini alla tíðina. – Hetta hevur eisini tann fyrimun við sær, at ljós- møðurnar, sum møta barna- konunum heilt frá byrjan av viðgongutíðini, eisini fáa fylgt teimum betri yvir eitt longri tíðarskeið. Hann sigur, at hetta fer at geva barnakonunum eina betri tænasta. Stjórin á Landssjúkra- húsinum sigur, at ljósmøð- urnar eru førar fyri at átaka sær arbeiði á føðideildini, sum sjúkrarøktarfrøðingar nú røkja. – Men tað serliga við føðideildini á Landssjúkra- húsinum er, at har eru eisini ov tíðliga fødd børn, sjúk børn og barnakonur, sum eru sjúkar, innløgd. – Tí er ætlanin at vit framyvir bæði skulu vera bæði ljósmøður og sjúkra- røktarfrøðingar og framyvir verður tað so, at tað verða umleið helvt um helvt jarðamøður og sjúkrarøkt- arfrøðingar í vakt á føði- deildini. Leggja deildir saman Poul Geert Hansen sigur, á psykiatriska deplinum er tað at fara undir fyrireik- ingarnar sum eru stungnar út í kortið í sambandi við álitið um heildarpsykiatri. Í tí sambandi er ætlanin at fáa teir sjúklingar, sum búgva fast á psykiatrisku deildunum, í egnan bústað at búgva uttanfyri sjúkra- húsið, soleiðis sum talan hevur verið um. Sum fyri- reiking til hetta er ætlanin at savna allar fastbúgvandi sjúklingar á nøkrum fáum deildum. Harafturat er lagt upp til at summar deildir skulu hava felags náttarvaktir og at tvær deildir við fast- búgvandi, skulu skipast sum ein deild. – Tilsamans fer hetta eis- ini at føra við sær, at talið á starvsfólkum fer at lækka. Men, hvussu nógv starvsfólkatalið fer at lækka, kann hann onki siga um enn. Skilagóðar broytingar Poul Geert Hansen dylir ikki fyri, at fíggjarlig trong- støða er ein orsøk til hesar umleggingarnar. Men hann leggur eisini dent á, at leiðslan á Lands- sjúkrahúsinum ikki góð- viljað hevði sett tær í verk, um talan var um eina lækk- ing í tænastustøðinum. Hetta er eitt lið í at menna tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum og í hesum førum er menningin, at ljósmøðurnar fáa betri umstøður at fylgja við barnakonunum og á psyki- atriska deplinum er menn- ingin tann, at vit fyrireika okkum til at fáa sjúklingar, sum búgva fast á sjúkrahús- inum, út í egnan bústað, so- leiðis sum økisterapiin og heildarpsykiatriin leggja upp til. Samstundis er ætlanin at styrkja psykiatrisku reha- biliteringina, har ætlanin er at samskipa ergoterapi, fysioterapi og tað ambul- antu psykiatrisku viðgerð- ina. Poul Geert Hansen sigur politiska kravið til Lands- sjúkrahúsið, er, at 3,5 milli- ónir skulu sparast í ár. Men tað er ikki sagt, at alt skal sparast í lønum og tí er eisini ætlanin at seta aðrar umleggingar í verk. – Eitt nú hevur køkurin á Landssjúkrahúsinum fingið sær ein høvuðsveitara og tað hevur gjørt, at vit hava fingið rættiliga stóran av- sláttur. Landssjúkrahúsið kannar nú møgu- leikarnar fyri at lata barnakonur liggja styttri á føðideildini LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú umleggingar skulu ger- ast á føðideildini, er eisini ætlanin at kanna eftir, um tað ikki ber til at barnakonur verða útskriv- aðar skjótari av føðideild- ini, enn tær verða nú. Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsin-um, sigur, at tað er ongastaðni í londunum rundanum okkum, at barnakonur liggja í fimm dagar á føðideildini eftir at tær hava átt. Men tað gera tær á føði- deildini á Landssjúkra- húsinum og tí fara tey nú at kanna eftir um tað ber til at at barnakonurnar verða útskrivaðar skjótari. – À føðideildini skal talið á seingjarplássum endurskoðast og dagførast, sum tað eitur í upp- legginum hjá leiðsluni til umleggingarnar á føði- deildini. – Í londunum rundanum okkum eiga barnakonur næstan ambulant og í nógvum førum fara tær heim longu heim dagin eftir at tær hava átt. Men stjórin á Landssjúkra- húsinum sigur, at ongin avgerð er tikin um hetta enn um nakrar broytingar verða gjørdar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum í hesum sambandi. Hann veit heldur ikki um tað rætta er í Føroyum, at barnakonur bara skulu liggja ein dag eftir, at tær hava átt, ella um tær skulu liggja longri. – Skulu barnakonurnar útskrivast skjótari enn tær nú verða, fer tað eisini at seta størri krøv til heilsu- systraskipanina og tí má greiða eisini fáast á um hon er til reiðar at átaka sær hesa eyka uppgávuna, sigur Poul Geert Hansen. Síðani 1999 hevur landssjúkrahúsið havt tríggjar milliónir í halli um árið. men í fjør bar ikki til at klípa meiri burtur LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Berrtholdsen aki@sosialurin Ì fjør hevði Landssjúkra- húsið 9,5 milliónir í halli. Tað upplýsti Lands- sjúkrahúsið í einum í ein- um tíðindaskrivi frá Landssjúkrahúsinum fyrr í vikuni. Høvuðsorsøkin er ein stórur vøkstur í útreiðsl- unum til heilivág, við- gerðarvørur og orku, samstundis sum fíggjar- karmurin til hetta økið hevur verið mestsum óbroyttur. Eftir at nýbygningurin varð tikin í nýtslu, er virk- semið á sjúkrahúsinum økt. Á skurðgongini eru 13% fleiri sjúklingar við- gjørdir í 2004, í mun til sama tíðarskeið í 2003. Harafturat verða fleiri krabbameinssjúklingar, sum fyrr noyddust av landinum, nú viðgjørdir í Føroyum. Øktu heilivágs- útreiðslurnar komast mill- um annað av at nýggi og effektivari heilivágurin, sum verður nýttur, eisini er væl dýrari. 3 milliónir í halli um árið Síðani 1999 hevur sjúkra- húsið havt eitt árligt undirskot upp á umleið 3 milliónir krónur. Rakstr- arjáttanin hevur verið nærum óbroytt hesi árini, samstundis sum útreiðsl- urnar til heilivág, við- gerðarvørur og orku, eru hækkaðar umleið 15 milliónir krónur. Hóast hendan stóra vøksturin í útreiðslunum, er árliga undirskotið ikki vaksið fyrr enn í 2004, tá tað ikki longur var møgu- ligt at klípa burtur av ymsa staðni í rakstrinum. Og í fjør varð halli altso 9,5 milliónir. Fyri at javnvág aftur skal fáast í raksturin á Landssjúkrahúsinum er neyðugt við umlegging- um í virkseminum í longdini og við eini hægri fíggjarjáttan her og nú. Landsstýrið hevur tí av- gjørt at søkja Løgtingið um eina eykajáttan upp á 6 milliónir krónur í ár. Restin av rakstrarundir- skotinum verður fingið til vega við effektivisering- um í kjalarvørrinum av umleggingum í virksem- inum á sjúkrahúsinum. Fáa betri tænastu við at seta sparingar í verk Ætla at fáa barnakonur at liggja styttri á føðideildini Landssjúkrahúsið 9,5 milliónir í halli At Landssjúkrahúsið er bygt út, gevur betri umstøður at tillaga virksemi og tænasturnar. Hetta førir eisini eina betri tænastu við sær, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum