fríggjadagur 11. mars 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 11. mars 2005
3
Annan leygardag fer
kendi danski fjøl-
miðlamaðurin og
fyrilestrarhaldarin,
Georg Metz, at halda
fyrilestur í Klaksvík, í
sambandi við, at
Klaksvíkar Kommuna
hevur sett sær fyri at
skapa eitt breitt
orðaskifti um skúlan
FYRILESTUR
Georg Metz starvaðist á
Danmarks Radio 1969-88,
hagani hann er kendur sum
ein dugnaligur sjónvarps-
vertur,
frá
TV-Avisen,
Radioavisen, og mentanar-
sendingum.
Í dag er Georg Metz
virkin sum rithøvundur,
blaðstjóri og ein av hollastu
fyrilestrarhaldarum í Dan-
mark.
Klaksvíkar Býráð hevur
sett sær fyri at fáa í lag eitt
aðalorðaskifti um skúlan.
Aðalorðaskiftið skal vera
breitt og rúmligt, har aðal-
mál skúlans við undirvísing
í breiðari merking verður
tikið upp – og serliga at
taka til viðgerðar teir karm-
ar, sum neyðugir eru fyri at
kunna hýsa eini tíðarhósk-
andi undirvísing.
Støðið verður, at tikið í
verandi tveimum skúlum,
har orðaskiftið skal kunna
greiða, hvussu sær fram-
tíðar skúlin í Klaksvík út
um 5 - 10 og 15 ár?
Fyrilesturin hjá Georg
Metz, sum verður 19. mars
er ein yvirskipaður almenn-
ur fyrilestur, sum breitt
letur upp fyri hvønn týdn-
ing ein kveikjandi skúli
kann hava fyri lívsgongd-
ina hjá næminginum.
– Ein góð kveikjan fyri
framhaldandi fundarvirk-
semi, sum verður um skúl-
an í Klaksvík, og hvussu
hann kemur at síggja út í
frátíðini, sigur Mentanar-
deildin
hjá
Klaksvíkar
býráð.
Á ferð síni í Føroyum fer
Georg Metz eisini at halda
almennan fyrilestur í Norð-
urlandahúsinum og fyri
starvsfólkunum í Útvarpi
Føroya um dagsins viður-
skifti í fjølmiðlaheiminum.
Tað er Mentanardeilidin
hjá Klaksvíkar kommunu,
sum hevur fingið vitjanina
hjá Georg Metz í lag.
Georg Metz er kendur frá
DR, TV-Avisen, Informati-
ón, kjaksendingum og hev-
ur skrivað hópin av bókum
– Hann er í løtuni ein av
mest virdu fyrilestrarhald-
arum í Danmark.
Tíðindi í miðlaverðini
vilja verða við, at
Dimmalætting í
næstum fer at minka
um støddina á blaðn-
um, men blaðstjórin
vil ikki vátta hetta
MIÐLAR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
126-ára gamla Dimmalætt-
ing hevur eftir øllum at
døma eina kollveltandi ætl-
an fyri blaðið, sum fer at
hava við sær, at blaðið
minkar niður í ta stødd,
sum hini føroysku bløðini
koma út í – sum Sosialurin
til dømis.
Tíðindini ganga í hesum
døgum sum rótasúpan í før-
oyska miðlaheiminum, men
á Dimmalætting fæst einki
greitt svar, tá ið spurt verð-
ur um tíðindini.
– Vit arbeiða alla tíðina
við at betra um blaðið, men
meira kann eg ikki siga í
løtuni, sigur Ingi Samuel-
sen,
sum
hevur
verið
ábyrgdarblaðstjóri
á
Dimmalætting síðani 1.
januar í 2002.
Fyri einum góðum ári
síðani, tá ið Dimmalætting
hátíðarhelt sín 125 ára dag,
váttaði Ingi Samuelsen í
Sosialinum, at leiðslan
hevði umhugsað at broyta
støddina á blaðnum í sam-
bandi við føðingardagin,
men at tað ikki ikki gjørdist
veruleiki.
Byrjaði í minni stødd
P/F Dimmalætting er elsta
partafelagið í landinum, og
felagið hevur síðani 1878
givið blaðið Dimmalætting
út.
Blaðið er kent fyri at
koma út í sonevndu broad-
sheet-støddini,
men
í
grundini kom blaðið fyrstu
árini út tabloid-stødd – tað
er støddin, sum til dømis
Sosialurin kemur út í.
Fyrstu árini var útgávan
av
Dimmalætting
fýra
tabloid-síður, men í 1921
fekk blaðið broadsheet-
støddina, sum tað síðani
hevur verið kent fyri.
Men líkt er nú til, at
Dimmalætting av álvara
umhugsar at fara aftur til
tabloid-støddina, sum blað-
ið kom út í fram til 1921.
Í útlandinum eru fleiri
bløð seinnu árini farin úr
broadsheet-stødd og niður í
tabloid-stødd. Til dømis eru
nógv dømi um hetta í
Svøríki, og har halda leiðsl-
urnar, at umleggingarnar
hava eydnast væl.
Dimma á veg í Sosialstødd
Kendur danskur fjølmiðlamaður til Føroyar
Gongdin í útheiminum er, at alsamt fleiri bløð
ganga frá Dimmustødd til Sosial-stødd. Frá
1878 til 1921 varð Dimmalætting prentað í
Sosialstødd, og eftir øllum at døma vendir
gamla blaðið aftur til hesa støddini í næstum