fríggjadagur 11. mars 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 49 - 11. mars 2005
Grækarismessu-
hald á Bugnum
Grækarismessudag kl.
15.00 skipa skótarnir í
Fuglafirði fyri grækaris-
messuhaldi á torginum
við Mentunarhúsið í
Fuglafirði.
Byrjað verður við
skrúðgongu frá skóta-
húsinum. Hendan byrjar
kl. 14.50, og verður so
gingið oman til Mentan-
arhúsið, har Fuglafjarð-
ar Hornorkestur fer at
spæla. Petur Páll Mikk-
elsen fer at halda græk-
arismessurøðuna,
og
seinni verður opið í
Skótahúsinum.
-jm
Skótalív og
køkutombola
í SMS
SKÓTALÍV
Tíðindaskriv
Í hesum døgum hava
gulu skótarnir í Havn
eitt stórt tiltak í SMS
fyri børn og vaksin.
Endamálið er at sýna
skótavirksemið fram og
at fáa inn eitt sindur av
peningi til virksemið.
Til undirhalds er legu-
øki, har skótar telgja og
gera
ymiskt
annað,
klatriveggur og rutsji-
bani er eisini, umframt
mattombola við fjøl-
broyttum vinningum og
vanligt tombola. Eins
og
undanfarnu
árini
skipa skótarnir eisini
fyri eini framsýning við
myndum
frá
skóta-
arbeiðinum upp gjøg-
num tíðirnar. Her kunnu
gamlir skótar kunnu
minna seg aftur á skóta-
lívið, sum tað var fyri
20-30 árum síðan og
longur aftur. Til hesa
framsýningina eru nógv
nýtt myndatilfar fingið
til vega frá gomlum
skótum. Væl umtókta
sjónvarpssendirøðin
"Patruljan" verður eisini
víst á stórskíggja.
Tiltakið hjá skótunum
er opið hósdag, fríggja-
dag og leygardag somu
tíðir, sum handlarnir í
SMS hava opið.
Ágóðin frá tiltakinum
fer til arbeiðið hjá
Skótaliði
Sigmunds
Brestissonar.
Støkk fyrireikar
seg til fram-
sýning
Runavík:
Vikuskiftið
19. og 20. mars hevur
Støkk árliga fimleika-
framsýning í ítróttar-
høllini í Runavík.
Eins og undanfarin ár
hevur felagið nógvan
fjølbroyttan fimleik at
vísa fram, m.a. móður
og barn, børn 5-6 ár,
vanligu liðini frá 1-10
flokk, ungar kvinnur,
aerobic,
reiðskapslið,
stór-kappingarlið
og
blandað lið við kvinnum
og monnum.
sb.
Fýra grinda-
formenn valdir
Klaksvík:
Á býráðs-
fundi í farnu viku var val
av grindaformonnum og
varamonnum eitt av
málunum á skránni.
Eftir tilmæli frá Ví frá
Sýslumanninum í Norð-
oyggjum, samtykti bý-
ráðið
at
velja
fýra
grindaformenn og tveir
varamenn.
Grindaformenn í dag
eru sostatt: Knút Olsen,
Lias í Vági, Óla Karl
Olsen og Andras Joen-
sen.
Varamenn hjá grinda-
formonnunum
eru:
Bjarti Højbro og Páll
Steinberg.
sb.
Samantvinnað
tiltak fyri menn
og kvinnur
Havn: Hjá fleiri sam-
komum hevur verið van-
ligt við serstøkum stevn-
um fyri kvinnur og ser-
støkum stevnum fyri
menn.
Men í Evangeliihúsin-
um í Havn ætla tey nú at
gera tað øðrvísi. Fyrsta
vikuskiftið í apríl mán-
aði skipar Evangelii-
húsið nevniliga fyri eini
kombineraðari kvinnu-
og mansstevnu.
Á hesi stevnuni fær
samkoman vitjan úr
Danmark, tí avtala er
gjørd við hjúnini Lene
& Andreas Jørgensen úr
Odense um at undirvísa.
sb.
Nú fáa norð-
oyingar
møguleikan
Klaksvík: Hesar sein-
astu
dagarnar
hevur
Javni skipað fyri fleiri
fundum kring landið við
heitinum "Tú kanst –
bara tú fært møguleik-
an".
Fundirnir
hava
til
endamáls m.a. at lýsa
møguleikarnar hjá fólki
við menningartarni, og
verða teir skipaðir við
fyrilestri,
kjaki
og
spurningum.
Higartil hava hesir
fundirnir verið í Sør-
vági, Kambsdali, Vági
og í Havn. Og týskvøld-
ið í næstu viku eiga so
klaksvíkingar tørn, tá
ein
líknandi
fundur
verður hildin á bóka-
savninum í Klaksvík.
sb.
Hesa vikuna hevur
verið skipað fyri ein-
ari heilsuviku í Hoy-
víkar skúla fyri næm-
ingum úr 1.-7. flokki
HEILSA
Annika Isfeldt og
Guðrun Jacobsen
Heilsuvikan snýr seg um at
gera næmingarnir tilvitaðir
um heilsu, hvussu kropp-
urin virkar, sunnan og
ósunnan mat og hvussu
man fær tað gott við seg
sjálvan.
Vikan hevur verið býtt
upp í ymisk evnir, sum øll
hava okkurt við heilsu at
gera.
Hvør dagur byrjar við
einum fyrilestri, ið snýr seg
um dagsins evni. Og seinni
verður skipað fyri ymisk-
um tiltøkum, ið hava við
heilsu at gera, so sum renn-
ing, ymiskur ítróttur, og
filmar um heilsu sum heild.
Týdningarmikið
at røra seg
- Vit heittu á foreldrini, um
at lata børnini ganga til og
úr skúla. Eg haldi, at tey
flestu hava gingið høgt
uppí tað, sigur Birgit Arge,
skúlastjóri
í
Hoyvíkar
skúla. Hvønn dag, tá eg
komi til arbeiðis, síggi eg
streymar av børnum ganga
eftir gøtuni.
- Fólk kunnu blíva sjúk
av at eta skeivt og røra seg
ov lítið. Vit hava leingi
hildið, at hetta var eitt týdn-
ingarmikið evni at kunna
børnini um. Vit halda, at
tað er neyðugt, tí at hetta er
eitt evni, sum er nógv uppi
í tíðini. Serliga í øðrum
londum er hetta ein trupul-
leiki, og vit vilja ikki, at tað
skal blíva ein líka stórur
trupulleiki í Føroyum.
- Vit hava við hjálp frá
børnunum pyntað skúlan
við plansjum av mati og
tílíkum. Og eg meti, at
børnunum dáma tað væl.
Tey halda, at tað er deiligt
við eitt sindur øðrvísi und-
irvísing, heldur Birgit.
Burdi verið aftur
Vit hava lært at eta sunt og
ikki ov nógv av sukuri, tí so
kann man fáa sukursjúku.
Man skal eisini minnast til
at drekka nógva mjólk, siga
11 ára gomlu Rasmus og
Anita, sum bæði eru næm-
ingar úr Hoyvíkar skúla.
Tey eru bæði á einum
máli um, at ein tílík
evnisvika burdi verið aftur.
- Vit hava eisini lært um
kroppin, um kyknir og um
kálk. Vikan hevur eisini
verið øðrvísi av tí, at vit
hava gingið í skúla hvønn
morgin og hava bert havt
sunnan mat við í matpakk-
anum.
Vit hava m.a. gjørt fim-
leik, runnið, og hugt eftir
filmi, men tað besta hevur
avgjørt verið, tá ið vit hava
spælt úti, siga tey at enda.
Stuðulsskipanin fyri
vaksin fer undir nýtt
tiltak, nevnt »Løkju-
kaféin«. Løkjukaféin
heldur til í húsunum
hjá Stuðulsfólka-
skipanini fyri vaksin í
Løkjatúni 1 á Argjum
ÍTRIV
Tíðindaskriv
Endamálið við Løkjukafé-
ini er at geva sinnisveikum
møguleikar og umstøður at
savnast til fjølbroytta sam-
veru í hugnaligum um-
hvørvi. Vit ætla at leggja
stóran dent á, at brúkararnir
sjálvir eru við at mynda
kaféina.
Á Løkjukaféini er møgu-
leikin fyri at keypa sær ein
drekkamunn við onkrum
góðum afturvið. Eisini er
møguleiki fyri at lesa bløð-
ini og spæla ymsik spøl s.s.
kortspæl og talv og annað
ítriv.
Skipað verður eisini fyri
ymiskum
tiltøkum
s.s.
sangløtum,
frásagnum,
upplestri, útferðum, kjak-
fundum.
Tað er ikki nakað krav, at
brúkarin skal luttaka í til-
tøkumum fyri at gera brúk
av kaféini, hann er væl-
komin bara at støkka inn á
gólvið.
Kaféin liggur javnt við
veghæddina uttanfyri, høl-
ini eru gjørd soleiðis, at tað
eisini er atkomuligt hjá
rørslutarnaðum gestum.
Kaféin eru opin mánadag
til hósdag millum kl. 11.30
og 15.00.
Í samband við fyrsta upp-
latingardag 14. mars verður
skipað fyri hugnaløtu frá
kl. 12.30 til kl. 15.00.
Løkjukaféin bjóðar kaffi og
lagkøku, siga tey í Løkju-
kafé’ini í tíðindaskrivi - og
heilsa. at øll eru vælkomin.
– Tað besta er at spæla úti
»Løkjukafé’in« - eitt tilboð til sinnisveik
GRÆKARISMESSA
Leygardagin,
grækaris-
messudag, verður Græk-
arismessuhald á Vaglinum.
Skótarnir ganga skrúð-
gongu, Havnar hornorkest-
ur spælir, og Havnarkórið
syngur.
Lis Mortensen flytur
fram røðu.
Fyrsta Grækarismessan
var hildin í 1943, og var tað
Sverri Paturson sum heitti á
skótarnar um at halda
henda dagin. Allir skótar í
Havnini skulu møta ein
tíma áðrenn í skótahølum
sínum.
Skrúðgongan ferð frá
Vágsbotni kl.14.45.
Gingið verður eftir Bø-
gøtu-Tróndargøtu-Niels
Finsensgøta-oman á Vaglið.
sigur Skótalið Sigmunds
Brestissonar í tíðindaskrivi.
Grækarismessuhald í Havn
- Vit hava gingið í skúla hvønn morgun og hava bert av sunnan mat við í matpakkanum, siga Rasmus og Anita.
Mynd: Jens Kristian Vang