fríggjadagur 11. mars 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 49 - 11. mars 2005
Leingi fyri ikki at siga nærum altið hevur føroyski
búskapurin verið bundin at eini vøru, eini fram-
leiðslu. Leingi var tað landbúnaðurin. So kom fiski-
vinnan. Eftir tað kom so eisini alivinnan. Nú verður
so tosað um aðrar vinnur at byggja framtíðar vinnu-
bygnaðin á, eitt nú ferðavinnu, KT-vinnu, oljuvinnu
og nú eisini tónleikavinnu.
Hugaligt var at síggja seinasta nummarið av Kvinnu,
har tað verður kunngjørt, at tað hevur eydnast blaðn-
um at savna tríggjar av okkara fremstu tónlista-
kvinnum á einum og sama palli í summar. Eivør,
Guðrun og Lena skulu syngja í Keypmannahavn í
juni.
Vit kunnu bert taka hattin av fyri stigtakarunum til
hetta tiltak, tí tað er júst slíkar vissiónir og veru-
leikar vit hava brúk fyri. At savna tríggjar av okkara
fremstu tónlistakvinnum á einum stórum palli í
útlandinum er í tráð við tað, sum vinnulívsfólk, pol-
itikarar og onnur hava tosað um, nevniliga hetta at
vísa umheiminum, at Føroyar eru ikki bert fiskur og
eitt reint hav. Føroyar eru eisini so nógv annað. Eitt
nú yndisligar og hugvekjandi kvinnurøddir, sum
kunnu vera við til at vekja áhugan fyri okkara lítlu
tjóð og fólki.
Eitt er at menna ein útflutning við føroyskum tón-
leiki. Eitt annað er at brúka okkara frægu tónlista-
fólk sum ambassadørar fyri okkara tjóð. Vit eru so
von við at hoyra, av røttum, hvussu góðir ambassa-
dørar føroyska fótbóltslandsliðið er fyri land okkara.
Eivør, Guðrun og Lena eru og kunnu so sanniliga
eisini vera góðir ambassadørar fyri tjóð okkara, men
kanska fyrst og fremst fyri tað tær sjálvar standa fyri
og duga.
Vit eru øll fegin um at eiga fræg tónlistafólk sum
hesi trý, og tað er okkara alra ynski og vón, at tað tey
hava sett út í kortið, og sum skal geva ríkiligan
ávøkstur, bert er ein byrjan. At her liggur eitt hav av
møguleikum fyri framman: at gerast kend, at ríka
heimin við teirra tónleiki og sangi, at skapa virði til
sín sjálvs og land okkara og harvið loksins at vera
við til at fjøltátta okkara búskap, soleiðis at hann fær
fleiri bein at standa á. Gott í tykkum á blaðnum
"Kvinnu" og tykkum tríggjar songstjørnur okkara, at
tit í felag hava fingið hetta í lag. Tað er so eitt stig á
leiðini at geva umheiminum smakk uppá, hvat før-
oysk tónlistafólk goyma í sær og hvussu hesin skatt-
ur kann koma flest møguligum til góða.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tónlistarligir
ambassadørar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Globaliseringin er ein spennandi avbjóðing
fyri Sambandsflokkin
Svar til Andras Róin
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
At allir føroyingar innan
2015 hava atgongd til
breiðbandssamband er ein
eins stór sjálvfylgja í dag
sum útbyggingin av vega-
netinum var í fimti-áru-
num.
Tað eru mangir føroying-
ar sum eru ikki sørt ør-
kymlaðir av øllum hesum
nýggja, sum floymir inn
yvir land okkara, bæði tá
talan er um nýggja tøkni og
um broytingar í okkara
nærumhvørvi. Orð sum
breiðbandi og elektroniskar
peningaflytingar eru vorðin
ein partur av føroyska ger-
andisdegnum.
Ein av stóru broytingun-
um og avbjóðingunum í
føroyska samfelagnum, er
samhandilin við Evropa.
Tað er upp til okkum sjálvi
at taka støðu til, hvussu vit
velja at síggja hesar av-
bjóðingar. Um vit vilja
skapa framhaldandi bú-
skaparvøkstur og vælferð,
so metir Sambandsflokkur-
in at vit skulu síggja hetta
rákið sum eina spennandi
avbjóðing, sum, um vit
brúka hana rætt, verður
grundarsteinurin undir ein-
um framtíðar vælferðar-
samfelagi.
Vilja vit ikki góðtaka
hesar broytingar, men held-
ur velja framhaldandi at
síggja tær sum hóttanir, so
koma vit at standa eftir sum
eitt fjarskotið tilafturskom-
ið land í Evropa.
Vit mugu ongantíð ov
skjótt brynja okkum til ta
nýggju globalu kappingina
í vinnulívinum. Siga vit nei
til tað, so mugu vit eisini
kunna vísa á, hvørjar aðrar
møguleikar vit hava.
Sambandsflokkurin metir
at tann besti vegurin til
framburð er at stimbra alla
frælsa kapping í vinnulív-
inum, og at sleppa okkum
av við øll monopol sum tí-
anverri hótta kostnaðar-
støði í øllum heimsins sam-
feløgum í dag. Harumframt
skulu vit sum skjótast ger-
ast ein samanrunnin partur
av Evropa.
Sambandsflokkurin
er
tann flokkurin sum hevur
gjørt mest við at upplýst
um hvat ES er fyri nakað.
Tað hevur mangan verið
ført fram, at um Ísland og
Noreg gerast limir í ES, so
verður støðan hjá okkum
munandi broytt. Nú hendi
tað so, at Framsóknarflokk-
urin í Ìslandi setti treytirnar
fyri ES limaskapi á dags-
skránna, og í Noregi verður
eisini fylgt væl við støðuni
hjá Íslendingum. So er
spurningurin hvar vit eru
og hvat vit ætla. Sambands-
flokkurin vil enn einaferð
koma við eini áheitan um at
fáa ES kjakið aftur á dags-
skránna.
Árni Vang
Las tína grein, har tú
svaraði aftur til Dimmu og
SVF viðv. internet og Prix
Føroyar. Eg fari ikki at siga
mína meining um tað
skuldi verið ókeypis at sæð
Prix Føroyar á netinum ella
ikki, men tá tú sigur at:
M.a. hava flestu londini í
dag ikki »flatrate«, og
kostnaður, sum er nevnd-
ur.... Hattar er entin ein
beinleiðis lygn ella hevur tú
ikki fingurin á pulsinum,
hvat internet og flatrate í
okkara grannalondum við-
víkjur. Eg gjørdi eina sera
skjóta leiting á netinum,
tók mær minni enn 5 min.,
og eg brúkti bert Google,
og fann, at í Norra er tað
Telenor; Finnlandi eru tað
Saunalathi og Tiscali, og í
Danmark eru tað Telia,
Cybercity og Stofanet, ið
kunnu bjóða FLATRATE.
Eru møguliga fleiri aðrar
fyritøkur, ið bjóða flatrate
internet í hasum londum,
men eg haldi, at eg havi víst
á nóg nógv dømir.
Eg havi spurt meg sjálv-
an, hví stjórin á Føroya
Tele, ein maður, ið eg havi
stóra virðing fyri, fyri tað
arbeiði, tú og fyritøkan
hava gjørt fyri samskifti í
Føroyum, kann finna upp á
at siga, at flestu lond ikki
hava flatrate!?!
Eg havi sjálvur búð niðri,
og eg veit/skilji væl, at int-
ernet-útbjóðarar her heima
ikki kunnu bjóða somu
tænastu sum t. d. í Dan-
mark, men vinarliga ikki
gera okkum fyri gjøldur við
at samanlíkna tykkum við
internet-útbjóðarar í Dan-
mark, tí tit koma ikki upp á
hálvan skógv av teimum.
Búði har fyri fimm árum
síðani, og longu tá vóru teir
langt framman fyri, hvat tit
eru í dag.
Eg ælti ikki, at hettar skal
blíva til eitt kjak millum
meg og Føroya Tele ella
Kall, men vil bara siga
mína meining og rætta
Andras Róin viðv. flatrate
útbjóðing í okkara granna-
londum.
ps. Eg fann einki um
flatrate útbjóðan í Svøríki,
men haldi ikki, at tað er
neyðugt.