Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 11. mars 2005 11 VIÐMERKINGAR Bjarni helt ikki orð Símun á Høvdanum Ein maður er ein maður, og eitt orð er eitt orð. Hetta kann man ikki siga um Bjarna Djurholm, tí undir valstríðnum fyri góðum ári síðani spurdi undirritaði Bjarna Djurholm, um avgreiðslugjaldið uppá 30 kr, sum Toll og Skattstovan krevur fyritøkur fyri, bleiv avtikið, nú fyritøkurnar gera alt arbeiðið fyri Toll- og Skattstovuna. Hetta játtaði hann, at tað fór at verða eitt tað fyrsta, hann fór í holt við, um hann bleiv afturvaldur, men nú er meira enn eitt ár síðani valið, og einki er hent. Spurdur um hetta bleiv gjørt við afturvirkandi kraft vildi hann ikki svara tí spurninginum, men nú má kravið vera, at fyritøkurnar fáa pengarnir aftur, sum tey hava lagt út fyri at gera arbeiðið hjá Toll- og Skattstovuni. Politikkarnir í Føroyum sleppa alt ov lætt, vit kunnu samanbera Bjarna Djur- holm við Bent Bendtsen. Hann lovaði undan valin- um, at bleiv hann aftur- valdur, bleiv avgjaldið upp á 50 oyru stikað upp á kort- flytingarnar, og tað gingu ikki fleiri dagar, so hevði hann stikað avgjaldið. Her hevur Bjarni Djurholm okkurt at læra av. Ein kon- kretan spurning til Bjarna Djurholm, nær verður avgreiðslugjaldið avtikið? BÚSKAPUR OG VALUTA Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Hvørja viku koma tíðindi úr hesum báðum heims- pørtum, sum verða kannaði og endavend av búskapar- frøðingum, politikarum, vinnulívinum og politikar- um. Lutfallið millum Doll- ar og Euro sigur nakað um lutfalsligu styrkjuna mill- um hesar báðar búskapir- nar. Hvørja viku koma tøl, sum siga nakað um ar- beiðsloysi, nýggj arbeiðs- pláss, inflatión, handils- javnan, profitt í vinnuni. Alt samalt ábendingar um møguliga fram- ella aftur- gongd. Úr USA komu í sein- astu viku nýggj tøl Úr USA komu í seinastu viku tøl, sum søgdu, at virksemið á verksmiðjun- um var minkandi. Haraftur- ímóti var byggiaktiviteturin vaksandi. Tó, størstan áhuga høvdu tíðindini um tilgongd av nýggjum ar- beiðsplássum. Vóru fleiri hendur komnar í arbeiði? Talið bleiv gott 260.000, ella eitt sindur hægri enn væntað var. Tað gav tó onga serliga klára framgongd til dollaran. Framgongdin var ikki nóg stór til at hava nakra stórvegis ávirkan. Mánamorgun gekk dollarin tó eitt sindur fram í mun til euro, so ein euro gav umleið 1,32 dollar. Úr Europa komu eisini negativ tøl Størsta arbeiðsloysi í Týsk- landi síðan 2. heimsbar- daga Í Týsklandi er arbeiðs- loysið framvegis hækkandi, hóast ein partur av hesum kemst av umlegging av lóg- gávuni. Fleiri, sum fyrr fingu sosialhjálp, verða nú skrásett sum arbeiðsleys. Men búskapurin er trekur, og ein harður vetur leggur forðar fyri størri aktiviteti á fleiri økjum. Í februar vóru 5,2 milliónir arbeiðsleys í Týsklandi, í procentum svarar tað til 12,6 %. Tað er størsta talið síðan 2. Heimsbardaga. Europeiski Centralbank- in, ECB, boðaði frá, at teir vænta eina inflatión í ES uppá 1.9% í hesum ári. ECB førir tann politikk, at inflatiónin skal ikki fara upp um 2%. Hetta kann føra við sær, at rentan í ES fer at hækka. Um somu tíð eru teir minni bjartskygdir um, hvussu búskaparvøkst- urin fer at vera í 2005, og tað væntaða talið bleiv sett eitt sindur niður. Vøksturin væntast nú at blíva 1,6%, har teir fyrr høvdu væntað 1,9%. Týska problemið So støðan er, at størsti bú- skapur innan euro-økið (Týskland hevur uml. 80 mio. íbúgvar) ikki hevur tað so gott. Seinasta er, at tey tekin til framgongd, sum hava verið, eru horvin aftur, og forsøgnirnar um búskaparligan vøkstur í hesum ári 2005 eru settar niður úr 1,8% til 0,8 %. Hetta gevur sosialdemo- kratiska kanslaranum trupulleikar, tí stórt ar- beiðsloysi og lítil vøkstur ger tað trupult at vinna komandi val til "Bundes- tag". Lógarroytingar og ymsar ábøtur, sum skuldu verið fortreytin fyri nýggj- ari framgongd, virka stutt sagt ikki. Danska vinnu- lívsblaðið Børsen sigur 030305 í eini oddagrein, at "Tyskland er præget af pessimisme, og er nu ved at gå i selvsving. Det kan få meget alvorlige konsekven- ser for hele Europa." Eitt álvarligt problem er, at Týskland eisini hevur eitt á landshúsarhaldinum uppá 3,6%, og tað er meira enn tey 3 %, sum sokallaða stabilitets-avtalan millum euro-londini sigur er hægsta loyvda hall, sum londini mugu hava. Hetta ger tað trupult hjá týsku stjórnini at seta tiltøk í verk, sum kundu fingið arbeiðsloysið niður, og givið búskapinum nýggjar møguleikar. Seta teir skatt- in niður á arbeiðsinntøkum og hjá vinnufeløgum, er vandi fyri, at halli uppá stutt sikt gerst enn størri. Eitt positivt tekin úr Týsk- landi kom tó fram seinastu viku: Smásøluhandilin vaks við 2,1 %, og tað var 3 ferðir so nógv, sum teir høvdu væntað. Euro/Dollar lutfallið himprast Úrslitið bleiv í farnu vik- uni, at dollarin styrknaði eitt sindur lutfallsliga, men svingini vóru smá. Eingin klárur tendensur er í løtinu. Tíðindini í fyrru vikuni, um broytingar í valuta- goymslunum í fleiri stórum asiatiskum londum vórðu dementeraði. Kina, sum hevur sína Yuan-valuta fast bundna at dollara, heldur flokksting hesa vikuna. Men einki bendir á, at teir fyribils sleppa hesum val- utapolitikki, og fara at upp- skriva yuan-virðið. Hetta hevur annars verið eitt heitt ynski frá USA, tí tað kundi bøta um handilsójavnan millum hesi lond. Nú viknar dollarin aftur, og Mikudagin nærkaðist dollar/euro lutfallið 1,34. Oljuprísurin er í hæddini Standardoljan frá Brent- feltinum er nú farin væl upp um 50-dollara-linjuna. Noteringin bleiv týsdagin 52,84$ fyri tunnuna, og rákið gongur upp eftir.. Ein langtíðartendensur skapast av tí økta aktivitetinum í Asia, serliga Kina. Teir keypa stórar nøgdir av olju, men eisini stál, kopar, cem- ent og aðrar vørur keypa teir í stórum mongdum. Ein stutttíðar tendensur kemur av kalda veturinum bæði í Europa og USA, sum krevur meira av olju til sentralvarman. Hesin akutti eftirspurningurin gevur oljuprísinum eitt spark uppeftir í hesum døgum. Kappingin millum USA og Europa Thormann Kruse, TeleTech Hvør kundi ikki hugsað sær at verið partaeigari í monopolfyritøku. Hesar hava jú inntøkutrygd gjøgnum mopolstøðu sína. Í kjakinum hevur verið frammi, at Føroya Tele er meiri vert - kann seljast fyri fleiri mió, sum fara í Landskassan - um fyritøk- an framvegis eigur undir- støðukervið. Hetta er helst ikki tørført hjá nøkrum at síggja, um grundgivið verður fyri hví so er. Ein og hvør sum setur pengar í eina fyritøku, vil fegin hava sum mest avkast av pengum sínum, við so góðari trygd sum til ber. Tá FT hevur eina viretuella monopolstøðu eru vánirnar fyri at fáa stórt avkast størri, tí fyritøkan avger sjálv prísin á tænastunum og hevur ongan at kappast ímóti. Tapararnir vera tey sum nýta tænasturnar. Henda støða kann sam- anberast við at Atlantic Airways hevði verið eitt betri aktiv, um felagið eis- ini átti flogvøllin. Hetta hevði tryggjað fel- agnum einkarrættin til før- oyaflúgvingina við at hava ein »hald teg burtur prís« tíl evt. kappingarfelagar. So einfalt er tað. Tað at politikarar skulu stýra vinnulívinum hevur ongantíð roynst og fer tað heldur ikki nú. Skipanin er alt ov stirvin og óvisioner. Tað sum politikarar skulu gera er at skapa karmar fyri at vinnulívið kann trívast undir støðugum treytum. Hetta merkir, at karmarnir ikki skulu vera broyttir í heilum soleiðis, at onki ber til, men vera so rúmir, at nakað ber til, so vinnulívið kann trívast. Tað, at hava pengar kann vera ein fyrimunur, men kann eisini skjótt vera ein vansi. Hevur tú nóg mikið av pengum, kanst tú lætt koma í ta støðu, at tú hevur brúkt nógvar pengar, kanska nógv for nógvar pengar, tí tú helt at tað fór at bera til hóast undirskot á hvørjum ári. Hetta er ein vansi, tí pengarnir skulu gjaldast aftur, um hetta er til interessentarnar ella til tað almenna. Ikki at hava nakrar peng- ar er avmarkandi, men fremur kreativitetin, og ger at tú ikki kanst koma í eins stóra skuld, sum hann sum hevur nógvar pengar. Kendi vinnulívsmaðurin Richard Branson, Virgin Airlines, hevði ongar pengar, tá ið hann byrjaði flogfelag sítt. Tað tók honum meir enn 6 mánaðir at skrava so mikið saman frá plátusølum sínum, Virg- in Records, at luft fekst undir veingirnar á fyrsta flogfarinum. Fari at enda við at geva Peturi Zachariassen, sum hevur púra rætt, tá ið hann sigur, at: pengar er ongin trygd fyri góðum úrsliti, men tað hjálpir. Monopol, gott vinningsbýti