Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fyrsta mars hevði Heðin Mortensen staðið á odda fyri Ítróttasambandi Føroya í 25 ár Týsdagin fyrsta mars vóru liðin 25 ár síðani Heðin Mortensen varð valdur formaður í Ítróttasambandi Føroya. Tað var tó ikki nakar óroyndur maður, ið tók sæti í ovasta sessinum innan føroyska ítrótt í 1980. Alla sína tíð hevur Heðin verið aktivur á ymsum økj- um, og álitisstørvini hava verið mong. Hóast hann hevur verið aktivur í bæði lokal- og landspolitikki og knýttur at ymsum mentan- ararbeiði, so hevur fremsta frítíðaráhugamálið hjá hon- um tó altíð verið ítróttin. Áhugin fevnir fleiri ítrótta- greinar, men tað er serliga kappróðurin, ið Heðin hev- ur havt alsk til. Áðrenn hann í 1979 kom í stjórn ÍSF sum starvsnevndar- skrivari, var hann eitt nú formaður í Havnar Róðrar- felag árini 1973 til 1979 og sat eisini sum formaður í Tórshavnar Ítróttarráð frá 1975 til 1978. Hesi árini Heðin hevur sitið formaður í ÍSF eru stórar broytingar hendar innan føroyska ítrótt. Ný- skipanin, ið byrjaði við stovnsetanini av Fótbólts- sambandi Føroya í 1979, tók veruliga dyk á seg í 1980. Heðin hevði ikki sitið sum formaður longri enn hálvt ár, so vóru seks ser- sambond aftrat sett á stovn. At sersambond vórðu sett á stovn hevði kollvelting við sær. Øll ábyrgd fyri fíggj- armálum hjá einstøku ítróttagreinunum hevði annars ligið hjá starvs- nevnd og stjórn ÍSF, men við stovnanini av sersam- bondunum gjørdist ein- støku ítróttagreinarnar sjálvstýrandi eindir innan fyri stóra felagsskapin og øll ábyrgd fyri dagligum rakstri varð flutt til ymsu sersambondini. Uppgávan hjá sjálvum meginfelags- skapinum broyttist eisini samsvarandi og er m.a. nú at fremja samstarv um ítróttamál við landsmynd- ugleikar og aðrar myndug- leikar í landinum, umboða Føroyar í ítróttamálum í viðurskiftum við aðrar tjóðir, her undir at stuðla og verja olympisku rørsluna og umboða føroyska ítrótt í olympiskum høpi, innan teir karmar, sum Altjóða Olympiska Ráðið skipar. Eisini skal ÍSF seta í gongd og skipa fyri tiltøkum at breiða út ítróttina til øll fólk uttan mun til aldur, útbúgv- ing, kyn og sosiala støðu, samsvarandi ynskjunum og tørvinum hjá tí einstaka og eisini menna umstøðurnar hjá teimum, ið hava trupul ítróttalig viðurskifti. Nógv er gjørt hesi árini Heðin hevur havt ovastu leiðsluna um hendi. Tá hann tók við vóru níggju ítróttagreinar umboðaðar í Ítróttasambandinum, með- an talið í dag er vaksið til 24, og eru hesar allar skip- aðar í 15 ser- og deildar- sambond. Eisini er talið av feløgum í formanstíð hans- ara økt úr 71 upp í 107 og eru í dag fleiri enn 15.000 íðkandi limir skrásettir í felagsskapinum. Menningin innan ítrótt- ina hevur hesi ár verið stór. Meira enn helmingurin av sersambondunum eru sjálv- støðugir limir í altjóða og millumtjóða ítróttasam- gongum og hevur stórur dentur verið lagdur á at geva føroyingum høvi at vera við í millumlanda kappingum. Ítrótt er vorðin fastur partur av føroyska gerandisdegnum. Ítrótta- kappingar eru alt árið, og umstøðurnar at íðka ítrótt eru góðar og onkursvegna eru nærum allir føroyingar á einhvønn hátt knýttir at ítróttini. Miðvísa arbeiðið, ið er gjørt innan Ítróttasamband- ið, sersambond og deildir, hevur borið ávøkst. Út- búgvingarætlanir hava havt støðuga menning við sær og bæði innan íðkan og fyriskipan er støðið høgt. Heimligar kappingar royn- ast góðar og spennandi og føroysk ítróttafólk luttaka javnan í millum- og altjóða kappingum. Møguleikar eru m.a. at taka lut í oyggjaleikum, smálanda- kappingum, kappingum um EM ella HM o.s.fr., so fyri tann, ið hevur hug og hegni er møguleiki fyri nógvum avbjóðingum. Heðin hevur altíð lagt dent á, at neyðugt er við góðum umstøðum. Bæði fyri íðkandi og fyriskiparar. M.a. eru hølisumstøðurnar hjá ÍSF bøttar munandi. Húsini, ið upprunaliga vóru felagshøli hjá hondbólts- felagnum Neistanum, eru í fleiri umførum umvæld og víðkaði. Hóast tað ikki er nóg rúmsátt at hýsa øllum virkseminum, so ber til við liðiligheit, men nóg gott er tað ikki og er eitt av nógvu málunum, ið Heðin hevur á skránni, útvegan av nýggj- um hølum. Hóast tað av og á hevur brotið í bæði borð, so hevur Heðin roynst arbeiðssamur hugsjónarmaður innan ítróttina. Nógv er komið á skaftið og trivið kundi verið i nógv, men hetta vildi kravt nógva rúmd og er partvíst eisini óneyðugt, tí avrikini tala fyri seg sjálvi. Tó kann í stuttum okkurt verða tikið fram. Eitt nú, at í samband við fimti ára stovningar- hald ÍSF í 1989 varð roynt at knýta ítróttina og annan part av mentanini, nevnliga sjónleikin, tættari at hvør øðrum, tá leikurin Framá var táttur í sjálvum jubi- leumshaldinum. Eitt gott hugskot, ið prógvaði, at væl ber til at arbeiða tvørnáms- liga um mentanarmørk. Eitt hugskot, ið kann verða øðr- um til fyrimynd. Ásannandi at nógvur peningur skal til um luttakast skal í fleir- tjóða kappingum, var Heð- in við at seta stuðulsfelags- skapin Framá Føroyar á stovn, og seinni var hann oddamaður fyri at fáa donsku tipstænastuna at virka í Føroyum, soleiðis at føroysk ítrótt kundi fáa part av yvirskotinum. Ein roynd, ið hevur givið bæði ítrótt- arørslu, umgdómsarbeiði og øðrum mentanararbeiði tryggari fíggjarkarmar at virka undir. At hann so eisini hevur verið við at fingið ítrótta- ferðir, trygging av ítrótta- fólkum, ítróttaráðgevara- skipan o.a. í trygga legu er nakað, sum í dag verður roknað sum ein sjálvfylgja. Nógv stig eru tikin og í nógvum førum er vunnið á mál. Men framvegis eru nógvar avbjóðingar eftir. Lóg ÍSF er broytt og sam- svarar í dag øllum teimum krøvum, sum IOC, altjóða olympiska ráðið, setur, men enn er limaskapurin ikki fingin. Givið verður tó ikki á hond og stríðið fyri at vinna føroyskaum ítrótta- fólkum limaskap heldur fram. Vit, ið kenna Heðin vita, at tað argar hann, at tað ikki eydnaðist at fáa eitt sonevnt "multiítróttastadion" í Gundadali. Eftir hansara tykki vildi hetta verið til stórt gagn fyri allar borg- arar í Tórshavn og sera gott fyri fólkaheilsuna. Hetta mál hevur einki við starv hansara sum ÍSF-forseti at gera, men verður bert nevnt fyri at vísa, at eisini í politiska yrki hansara hevur ítróttahugsjónin havt rúmd og merkt gerandisdagin. At málið um rennibreyt og betraðar umstøður til frælsa ítrótt neyvan er slept er so onnur søga. Nógvu broytingarnar, ið hendar eru innan føroyska ítróttaheimin seinastu 25 árini eigur Heðin sín stóra og virkna lut í, og fyri trúgva og drúgva virkið sítt innan ÍSF hevur hann fing- ið øll tey heiðsursmerki, ið Ítróttasambandið gevur. Heðin hevur fingið silvur- og gullnál ÍSF umframt gullmerkið við bjálka. Eis- ini hevur hann fingið heið- urskross Ítróttasamband- sins fyri arbeiði sítt til frama fyri føroysku ítrótta- fjøldina. Umframt hetta hevur hann fingið heiðurs- kross frá íslendska ítrótta- sambandinum og er eisini riddari av Dannebrog. Starvsnevnd Ítróttasam- bands Føroya heilsar við hesum orðum Heðin Mort- ensen nú hann trúfast hevur tænt føroysku ítróttini sum ÍSF-forseti í 25 ár. Hjartaliga tillukku og nógv góðynski fyri fram- tíðina. 12 Nr. 49 - 11. mars 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Heðin Mortensen 25 ár sum formaður