Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 11. mars 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá elskaða kona mín, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Kirsten N. F. Rasmussen Tórshavn doyði og varð jarðað. Tøkk til prestar, sangarar og kirkjutænarar. Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt veittu okkum hjálp. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir, vitjanir og gávur til KFUK í Havn. Tøkk til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, sum vóru so væl um hana. Tøkk til tykkum øll, sum vóru í kapellinum, og sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Nicodemus Oddmar, Suni, Ólavur, Jonna Kathrina og Ninny Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg á 80 ára føðingardegnum 15. september 2004. Takk fyri heilsanir, gávur og uppringingar. Takk til øll, ið komu í føðingardag og gjørdu mær dagin so hugnaligan. Ein serlig tøkk til børnini, ið hjálptu so væl til við at halda dagin. Bestu heilsanir Sigga Jóhanna Rasmussen, Haraldsund Åge H. Jensen, ið eig- ur og rekur fyritøk- una "A. H. Jensen" í Stoffalág í Havn, sum selur alt innan rein- gerð, sigur, at í dag eru nógvir leveran- dørar á marknaðin- um, men ikki allir gera eins nógv við etikk, kvalitet, um- hvørvi, heilsu og tænastu REINGERÐ Nógvir leverandørar bjóða seg fram við reingerings- evnum, men ikki allir gera eins nógv við etikk, kvali- tet, umhvørvi, heilsu og tænastu, sigur Åge H. Jen- sen, ið eigur og rekur fyri- tøkuna "A. H. Jensen" í Stoffalág í Havn. Hann sigur, at vørurnar teir selja eru góðkendar av bransju- samtakinum SPT-Charter, sum bindur teirra leveran- dørar til at halda tey strongu krøvini um etikk, kvalitet, umhvørvi og tæn- astu á hægsta støði. Krøvini frá samfelagnum til vinnulívið vaksa alla tíðina, serliga hvat reinføri og umhvørvinum viðvíkur. Leverandørar av reingerð- ingsproduktum hava stóran týdning í dagsins samfelag, teir eru við til at syrgja fyri at reinførið er í ordan, hvar tað so skal vera, á sjúkra- húsinum, í matfram-leiðsl- uni, í køkinum ella á skriv- stovuni. Tað eru ikki einans mannagongdirnar í fram- leiðsluni talan er um, men eisini sjálv vøran ið freim- leidd verður, skal vera í samsvar við SPT-Charter, ið við jøvnum millumbili kanna um vørurnar lúka treytirnar. Krøvini frá SPT-Charter eru t.d. at ikki er loyvt at gera kanningar við djórum uttan lógarheimild, ikki er loyvt at hava børn í arbeiði, at vørurnar gera minst møguligan skaða á heilsu og umhvørvið, og at starvs- fólkini í framleiðsluni hava eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi. 13. november 2004 hevði Margaret Christiansen starvast sum skrivstovu- kvinna hjá Elfelagnum SEV í Vestmanna í 40 ár 10. mars 2005 hevði Bina Miðberg starvast sum skrivstovukvinna hjá Elfelagnum SEV í Vestmanna og í Havn í 35 ár Sp/f A.H. Jensen: Tryggja tær at vøran er umhvørvisvinarlig Elfelagið SEV: 35 og 40 ára starvsdagar Á hendan hátt vil eg mær venda, eina stóra tøkk til tykkum øll senda, sum á ein so ógloymandi hátt gjørdu mær 70 ára dagin so minnisríkan. Frá árla á morgni bleiv tikin á bóli av orkesturtónum og sangi. Tøkk fyri gávur, blómur, fjarrit, brøv og telefonsam- røður bæði innan- og uttanlands. Tøkk tit sum stukku inn á gólvið og øll tit sum í Skálan komu. Tøkk øll tit sum við tykkara stóra hjartalag gjørdu so ómetaliga nógv fyri meg. Orð eru fátøk. Tøkk fyri øll tey góðu orð, ið fram vóru borin. Og uttan tykkum all- ar mínar leikbrøður veit eg ikki hvussu hevði verið vorið. Og Greivan av Palastria, takk fyri heiðursmerki vakurt. Takk fyri tit sum av flatlondum komu. So ein tøkk til øll míni kæru, mann, børn, svigarbørn, ommu- og langommubørn. Takk fyri tit stuðlaðu so væl. Enn einaferð stóra tøkk øll somul. Harrin signi tykkar fjálga hjartalag. Heilsan Adelborg Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri sonur, bróðir og svágur Ingi Naresh Petersen Norðragøta andaðist sunnudagin 6. mars, 18 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju fríggjadagin 11. mars kl. 14.00. Dagny, Dagfinnur,Terji, Anita og Eyðvør Tey, ið vilja minnast Inga við blómum ella kransi, kunnu ístaðin lata Gøtu kirkju eina gávu, konto í peningastovnunum. Tøkk Dagurin 11. mars. Thala. Ókend ung genta, sum tíðliga í forn- kirkjuni varð tikin av døgum fyri trúgv sína.