fríggjadagur 11. mars 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 • fríggjadagur • 18. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Eivind Jacobsen, HSF-formaður:
– Aðalfundurin broytti kappingina
Formaðurin í hond-
bóltssambandinum,
Eivind Jacobsen, sig-
ur, at tað var ein aðal-
fundarsamtykt at
broyta kvinnukapp-
ingina úr sjey upp í
átta lið. Formaðurin
hevur eisini at feløg-
unum fyri at hugsa ov
stutt
SUNSET-KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Formaðurin
í
Hondbóltssambandinum
hevur ikki sæð samrøðuna
við Geir Wardum, kyndla-
venjara, sum var í Sosi-
alinum í gjár, men hann
dylur ikki fyri, at hann er
ósamdur við honum.
Ynski frá feløgunum
Eivind Jacobsen sigur, at
tað var eitt ynski frá fel-
gunum, at kappingin bleiv
broytt úr sjey upp í átta lið.
– Tjaldur hevði eitt upp-
skot á aðalfundinum um, at
kvinnukappingin
bleiv
skerd við einum liði, so-
leiðis at tað einans vóru
seks lið í kvinnukappingini
í ár, men Tjaldur tók hetta
uppskot aftur, tá ið onkur
annar skeyt upp, at kapp-
ingin bleiv broytt til at hava
átta lið, sigur Eivind Jacob-
sen.
– Vit hildu eisini, at hetta
var skilagott, um so var, at
Tjaldur hevði eitt hampu-
ligt lið. Tað hevur týdning
fyri HSF at røkka so víða
sum gjørligt, og Tjaldur er
jú heimahoyrandi í einum
fólkaríkum øki, sigur HSF-
formaðurin.
Lurta ikki eftir
Formaðurin í Hondbólts-
sambandinum sigur, at tað
bleiv sagt klárt og týðuligt á
aðalfundinum, at skotið var
upp at víðka um kvinnu-
kappingina.
– Tað var sagt hart og
týðuligt, men trupulleikin
er tann, at fleiri av feløgun-
um eru ikki meiri enn hálv
og lurta ikki eftir, tá ið tey
eru á fundi. Tá ið tey so
finna út av, hvat tað er, sum
tey hava verið við til at
samtykja, gera tey eitt
ramaskríggj. Tey vita snøgt
sagt ikki, hvat er farið fram
á fundinum, sum tey sjálvi
hava verið við til, sigur Eiv-
ind Jacobsen.
Hann sigur, at HSF hevði
eitt annað uppskot, har
kappingin ikki var so drúgv,
sum hon nú einaferð er.
– Vit høvdu eitt annað
uppskot um eina styttri
kapping, men feløgini vildu
hava hesa drúgvu kapping-
ina, sigur hann.
Feløgini illa skipað
Sjálvur heldur formaðurin í
Hondbóltssambandinum, at
ein av trupulleikunum við
mongu
misskiljingunum
millum HSF og feløgini er
tann, at tey flestu feløgini
eru ikki nóg væl skipað.
– Hondbóltsfeløgini í
Føroyum eru ikki nóg væl
skipað, og tað vísir seg alt
ov ofta, at tey ikki møta á
fundi. Vit høvdu nýligani
ein fund við feløgini, og har
vóru tað fleiri feløg, ið als
ikki møttu, sigur hann.
– Øll burdu havt roknað
út, at kvinnukappingin fór
at verða, sum hon er. Eg
nevndi tað fyri feløgunum,
men tá søgdu tey, at tað
gjørdi einki. Tað gjørdi
heldur einki, at kvinnu-
kappingin gjørdist longri
enn kappingin hjá monnun-
um, søgdu feløgini sam-
bært Eivind Jacobsen.
Formaðurin í Hondbólts-
sambandinum sigur, at ein
annar trupulleiki er tann, at
feløgini als ikki hugsa um
framtíðina hjá føroyskum
hondbólti.
– Nógv tann størsti
parturin av føroysku hond-
bóltsfeløgunum hugsar als
ikki um framtíðina hjá
hondbóltinum. Tey hugsa
bara um tað, sum hendir
her og nú. Tað er so sum so
við at hugsa upp á sikt,
hóast øll óivað vilja tað
besta fyri hondbóltin, sigur
Eivind Jacobsen, formaður
í Hondbóltssambandinum.
Hallartrupulleikin
Somuleiðis sigur Eivind
Jacobsen, at eitt annað, ið
ger kappingina so mikið
drúgva, er tann afturvend-
andi
trupulleikin
við
hallunum.
– Tað er ómetaliga trup-
ult hjá okkum at sleppa
framat í nógvum av hallun-
um, og serliga í Havnini er
trupulleikin stórur, sjálvt
um har eru fleiri hallir.
Leggja vit so dystir mitt í
viku, so ger feløgini vart
við seg, tí tey eru ikki blíð
um at missa venjingar-
kvøld, greiðir Eivind Jac-
obsen frá.
Formaðurin viðgongur
tó, at feløgini skulu verða
vælkomin til at endurskoða
kvinnukappingina saman
við Hondbóltssambandin-
um, og møguligani kann
eitt
broytingaruppskot
verða lagt fyri aðalfundin,
sum helst verður einaferð
tíðliga í mai mánað.
Formaðurin í HSF,
Eivind Jacobsen,
sigur her á síðunum,
at tað var ein aðal-
fundarsamtykt at
broyta kvinnukapp-
ingina, men skjøl, ið
Sosialurin hevur
fingið hendur á, mót-
prógva hesum
MÓTPRÓGV
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Eivind Jacobsen førir fram,
at hondbóltsfeløgini á að-
alfundinum í fjør samtyktu
at víðka um kvinnukapp-
ingina, soleiðis at hon nú
telur átta lið. Sosialurin
hevur fingið fatur á fundar-
frásøgnini frá aðalfundin-
um, og har stendur einki
nevnt um hesa samtykt.
Trý innkomin mál á
skránni
Á aðalfundinum, sum var í
hølunum hjá HSF í Tórs-
havn t. 29 mai í fjør, vóru
umboð fyri øll liðini uttan
H71 møtt. Á skránni fyri
aðalfundin vóru eitt nú trý
innkomin mál.
Fyrsta innkomna málið
var um nýggjar viðtøkur
fyri HSF, sum í høvuðs-
heitinum skuldu tryggja, at
uppgávubýtið
millum
ymsu nevndirnar í HSF
gjørdust greiðari frameftir.
Hetta uppskot var einmælt
samtykt.
Síðani hevði Tjaldur lagt
eitt uppskot fyri aðalfundin
um eina avgerð, sum var
tikin á eykaaðalfundi árið
fyri, og sum ósemja hevði
verið um. Eftir at aðal-
fundin hevur kjakast um
evnið, valdi Tjaldur at taka
uppskotið aftur.
Seinasta uppskotið var
um kappingarreglur fyri
hondbólt, og í hesum upp-
skotinum stendur einki um,
at kvinnukappingin skuldi
hækkast upp í átta lið.
Við øðrum orðum er
einki nevnt í aðalfundarfrá-
søgnini um Sunset-kapp-
ingina hjá kvinnum, og tí
kann tað ikki verða rætt,
sum formaðurin í HSF
førir fram.
Tað stendur heldur ikki
nakrastaðnis, at kjakast
hevur verið um kvinnu-
kappingina, og talan er hó-
ast alt um eina aðalfundar-
frásøgn, sum fundarstjórin,
ið er løgfrøðingur, hevur
skrivað, og sum starvs-
nevndin í HSF við Eivind
Jacobsen
sum
ovasta
myndugleika hevur góð-
tikið.
Eingin aðalfundarsamtykt
Formaðurin í HSF, Eivind
Jacobsen, vil verða við, at tað
var aðalfundurin, sum
broytti kvinnukappingina
Savnsmynd