Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 11. mars 2005 15 Fylgdi harraboðum frá starvsnevndini Kappingarstjórin hjá HSF, Jógvan Martin Mørk, sigur, at eftir at hann í heyst hevði lagt Sunset-kapping- ina við sjey liðum, fekk hann boð frá starvsnevndini um at broyta hetta til átta lið og koyra Tjaldur uppí SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í gjár segði Geir Wardum, kyndlavenjari, her í blaðn- um, at hann heldur Sunset- kappingina verða eina skandalu í ár, og at rættast hevði verið, um restin av kappingarárinum bleiv strikað, og at Stjørnan og VB bara spældu sínar írest- andi innanhýsis dystir fyri finna føroyameistaran. Kappingarstjórin hjá HSF, Jógvan Martin Mørk, sigur í hesum sambandi, at hann á fundi við feløgini í januar mánað beint undan endaspælinum legði fram eitt broytingaruppskot, sum hevði stytt um longdina á kappingini. Finalubólkur og niðurflytingarbólkur Uppskotið hjá Jógvan Martin gekk út uppá, at tey átta liðini í Sunset-kapp- ingini blivu býtt í helvt, heldur enn at farið var und- ir ætlaða endaspælið. – Eg skeyt upp, at fýra tey ovastu liðini spældu í einum finalubólki um heið- ursmerkini, soleiðis sum vit eisini kenna tað aðrastaðnis frá. Fýra tey niðastu liðini skuldu so spæla um at sleppa undan niðurflyting. Eg skeyt upp, at tey bæði liðini, ið endaðu aftast í niðurflytingarbólkinum, fluttu niður í næstfremstu deildina. Hetta hevði merkt, at tað einans vóru seks lið í Sunset-kappingini komandi kappingarár, og tað hevði eisini havt við sær, at kappingin ikki gjørdist so drúgv, sigur Jógvan Martin Mørk. Tá ið so kappingarárið 2005/2006 var komið hálvan veg, skuldu fýra tey ovastu av teimum seks lið- unum, sum tá vóru í Sun- set-kappingini, spæla í einum finalubólki, meðan tey bæði niðastu skuldu dystast við tvey tey ovastu úr næstfremstu deildini um tvey pláss í Sunset-kapp- ingini árið eftir, greiðir kappingarstjórin hjá HSF frá. Góð undirtøka fyri uppskotinum Jógvan Martin Mørk greið- ir frá, at tað var góð undir- tøka fyri uppskotinum mill- um møttu feløgini á fund- inum. – Bæði StÍF og VÍF, sum høvdu endað í niðurflyting- arbólkinum, tóku í prin- sippinum undir við upp- skotinum, men trupulleikin var tann, at hvørki Kyndil ella Tjaldur vóru møtt til fundin. Tískil helt fundar- stjórin, at tað var skeivt at samtykja eitt slíkt uppskot, uttan at øll feløgini, sum uppskotið rakti, vóru við á fundi, sigur Jógvan Martin Mørk. – Tí haldi eg eisini, at tað er skeivt av venjaranum hjá Kyndli at fara í miðlarnar og finnast at kappingini, tá ið hann bara kundi møtt á fundinum, har uppskot var frammi um at broyta kapp- ingina, sigur kappingar- stjórin. Fylgdi harraboðum Formaðurin í HFS, Eivind Jacobsen, sigur aðrastaðnis her í blaðnum, at aðalfund- urin hjá hondbóltssam- bandinum í fjør samtykti at broyta kappingina hjá kvinnum úr sjey liðum upp í átta lið, men hesi boð fekk Jógvan Martin Mørk ikki fyrr enn í septembur mán- að, eftir at hann hevði lagt kappingina. – Eg hevði lagt kapping- ina við sjey liðum, men fekk í seint í septembur mánað boð frá starvsnevnd- ini um, at Tjaldur skuldi við, og at tað tískil vóru átta lið í kvinnukappingini. Að- alfundurin í fjør samtykti nevnliga nakrar bygnaðar- broytingar, sum hava við sær, at starvsnevndin hevur evstavaldið í HSF, og tí kann gera sum hon vil við at broyta í kappingini, sigur Jógvan Martin Mørk. – Tì noyddist eg at leggja alt av nýggjum. Eg legði fyrst kappingina soleiðis, at hon endaði á páskum at kalla samstundis sum menn- inir, men hetta uppskotið innibar, at feløg noyddust til Suðuróyar at spæla mitt í viku, og tað bleiv ikki góð- tikið, greiðir Jógvan Martin Mørk frá. Hann legði tískil kappingina av nýggjum, soleiðis at hon sær út sum hon ger í dag. Fáur ivast í, at B68 er stóri favoritturin, tá landskapp- ingin í aðru deild í fótbólti fer ígongd, og nú hava toftamenn enn einaferð styrkt um liðið. Albert Sævarsson, sum eisini áður hevur vart B68- málið, kemur nú aftur til felagið. Albert varð í 2003 kosin sum besti málverji í landinum, men í fjør noyddist hann heim til Íslands av privatum ávum. Hann hevur hetta seinasta árið spælt við Grindavík í bestu íslendsku deildini. Real Madrid fall Aftur í gjárkvøldi stóð Champions League fót- bóltur á skránni, og aftur gjørdist talan um dramat- iskr dystir, áðrenn tað stóð greitt, hvør eigur umboð í fjórðingsfinalunum í kapp- ingini. Serliga í Torino stóð nógv á, tá Real Madrid og Juventus noyddust út í longda leiktíð, áðrenn Juventus hevði vissað sær víðari luttøkuna. Eitt lítið korter fyri leiklok skoraði David Trezeguet til 1-0, soleiðis at samlaða úrslitið varð javnleikur. Í longdu leiktíðini stríddust bæði liðini, og dramatikkurin kom í hæddina, tá bæði Ronaldo og Tacchinardi vórðu riknir av vølli. Lítla løtu seinni skoraði Zalayeta avgerandi málið, soleiðis at Juventus vann samanlagt 2- 1. Á Highbury vann Ars- enal 1-0 á Bayern Mün- chen, men tað var ikki nóg mikið til víðari luttøkuna. Liverpool vann 3-1 á útivølli móti Bayer Lever- kusen, og í Monaco vann PSV Eindhoven 2-0. Liðini í fjórðingsfinalun- um eru sostatt Bayern München, Juventus, Liver- pool, PSV Eindhoven, Ly- on, Chelsea og Milan. Inter og Porto spæla ikki sein- astu 1/8-finaluna fyrr enn 15. mars. ÍSB aftur til Íslands Í dag fara tríggir føroyskir borðtenn- isspælarar hjá ÍSB til Íslands at taka lut í íslendska meistara- skapinum í borð- tennis fyri brekað ÍSB-ÍÐKARAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Farna vikuskifti vóru tríggir ÍSB-svimjarar í Íslandi og tóku lut í ís- lendska meistaraskapin- um í svimjing fyri brek- að. Føroysku svimjararnir stóðu seg óvanliga væl og vunnu ikki færri enn seks heiðursmerkir. Tvey gull- heiðursmerkir, trý úr silvuri og eitt úr bronsu. Nú eru tað tríggir borð- tennisspælarar hjá ÍSB, sum leita sær til granna- tjóðina fyri vestan, har tey skulu royna seg í ís- lendska meistaraskapin- um. Hava vant síðani á nýggjárinum Tey trý, sum skulu til Ís- lands í dag, eru Maureen Garðshamar, Unn Mort- ensen og Tórður Hjalt Jacobsen. Kappingin verður leygardagin og sunnudagin, og sum áður- nevnt fara tey trý til Íslands í dag. Spurningurin er so, um tey trý fara at standa seg eins væl og teir tríggir svimjararnir, sum komu aftur við fullari skjáttu av heiðursmerkjum. Albert aftur í B68 Eftir at hava lagt Sunset-kappingina við sjey liðum, fekk kappingarstjórin hjá HSF, Jógvan Martin Mørk, boð frá starvsnevndini um, at átta lið skuldu verða við, og tí skuldi kappingin leggjast av nýggjum. savnsmynd