Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 49 - 11. mars 2005 Fróðskaparsetrið søkir eftir telduvørði Telduvørður Av tí at telduvørðurin hjá okkum fer víðari til aðrar avbjóðingar, søkja vit eftir telduvørði at byrja skjótast til ber. Telduvørðurin hevur ábyrgdina av, at teldurnar virka nøktandi í dagliga arbeiðinum, og at data verða goymd og brúkt á skilabesta hátt.Vit rokna við,at tú hevur royndir við teimum vanligastu KT- forritunum og ert vanur at vegleiða brúkarar í nýtsluni av teimum. Tú hevur viðkomandi út- búgving ella starvsroyndir, ert íðin og hevur áræði og góð samstarvsevnir. Dagliga arbeiðið hjá telduvørðinum fevnir millum annað um at • seta upp og innleggja Windows og Linux stýriskipanir á brúkarateldir • innleggja nýtsluforrit (Office pakkan, Novell Netware klient og Novell GroupWise klient) • taka trygdaravrit og at endurskapa dáta á lokalum ambætarum og teldum • innleggja brúkaraskipanir á deildunum • viðlíkahalda brúkarateldur,so at frammanfyri nevndu forrit virka Ein stórur partur av arbeiðinum verður framt á teimum ymsu deildunum á Fróðskaparsetrinum. KT-økið KT-økið fevnir um Windows- og Linuxskipanir á brúkarateldum, Novell Netware netskipan og Novell GroupWise postskipan. Umsøkjarar við hollum kunnleika til hesar skipanir hava fyrimun. Høvuðsbrúkarabólkarnir eru granskarar, undir- vísarar, fyrisitarar og studentar. Treytir og umsóknir Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært av- talu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið og um arbeiðsuppgávurnar kunnu fáast við at venda sær til Hans Birgir Højgaard, KT-leiðara á telefon 352570 ella teldupost: birgirh@setur.fo Umsóknir við prógvum, ævisøgu (CV) og møgu- ligum viðmælum skulu stílast til Setursskrivstov- una í seinasta lagi 30. mars 2005. Starvið verður sett skjótast til ber Setursskrivstovan J.C. Svabosgøta 14 Postrúm 272 FO-100 Tórshavn Aðalfundur Aðalfundurin verður í Norðurlandahúsinum leygar- dagin tann 16. apríl 2005 klokkan 13.30 við hesi skrá: 1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári 2. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram 3. Val av einum nevndarlimi 4. Val av grannskoðara 5. Ásetan av limagjaldi 6. Innkomin mál 7. Ymiskt. Gjørt verður vart við, at mál, sum ynskjast viðgjørd sambært pkt. 6, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 7 dagar fyri aðalfundin. Aðalfundurin er almennur og høvi er altíð hjá áhug- aðum at gerast limir í felagnum. Nevndin fyri »Grindamannafelagið« Fútalág 40 · 100 Tórshavn Starvsstovuhjálparfólk til Havlívfrøðiligu royndarstøðina Eitt starv sum starvsstovuhjálparfólk er leyst at søkja á Havlívfrøðiligu royndarstøðini í Kaldbak. Á Havlívfrøðiligu royndarstøðini verður arbeitt við botndjórum í havinum, og til hetta arbeiði hava vit brúk fyri einum hjálparfólki til at taka botnsýni, fyrireika sýni til víðari viðgerð og røkt av hesum. Sýnistøkan er sum oftast við báti. Fyrireiking av sýnum fevnir um sálding, fiksering í formalini, skoling og konservering við spritti.Víðari viðgerð fevnir um skiljing av sýnum undir sjóneyku, turk- ing og brenning av sýnum og sálding av turr- sýnum.Til arbeiði hoyrir eisini at røkja sýnissavn- ið, sum bæði er røkt við teldu og á goymslu. Ein stórur partur av arbeiðinum hevur við sær at arbeitt verður við formalin- og sprittviðgjørdum sýnum. Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving t.d. BS í lívfrøði ella starvsstovuútbúgving Tað er eitt krav at hava góðan kunnleika til teldunýtslu yvirhøvur, og serliga forritini Word, Excel og Access, og tað er ein stórur fyrimunur at hava góðan kunnleika til ryggleys dýr í sjónum. Starvið er roknað sum 60% av fulltíðarstarvi, og lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið verður at seta skjótast gjørligt, og um- sóknir skulu sendast til Havlívfrøðiligu royndar- støðina, Mjólkargøta 3, 180 Kaldbak, og vera okk- um í hendi ikki seinni enn 28. mars. 2005. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jan Sørensen, leiðara (Jan@havbotnur.fo). Kaldbak 8.mars.2005 Havlívfrøðiliga royndarstøðin Tlf 356111 Tvingsilssøla Fríggjadagin 15. apríl 2005, kl. 13.00, verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tving- silssøla yvir matr. nr. 57, Vágur, Nes-Vágur (AS 2-4/2005). Ognin er ein trøð, 12.957 m2 til støddar. Trøðin liggur í 6 lutum, stødd millum 4.522 m2 og 523 m2. Eingin utt- angarðsjørð hoyrir til trøðna. Tvingsilssølan er um- biðin av Julionnu Klett, advokati, Bringsnagøta 15, 100 Tórshavn, tlf. 311744 (j.nr. 88792), sum kann geva nærri upp- lýsingar. Søluuppgerð kann fáast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómara- skrivstovuni. Føroya Fútarættur tann 8. mars 2005 Tvingsilssøla Fríggjadagin 6. mai 2005, kl. 13.00, verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tving- silssøla yvir niðanfyri standandi ognir. Smoltalistøðin í Norðradali fevnir um fýra bygningar á leig- aðum lendi, matr. nr. 16, Norðradalur. Keyp- ari av bygningunum kann rokna við, at leigusáttmálin við Bún- aðarstovuna (áður Før- oya Jarðarráð) kann yvirtakast, um keypar- in heldur fram við sama virksemi sum frammanundan. Ein yvirtøka krevur tó nærri samráðingar við Búnaðarstovuna. Bygningarnir eru ein startfóðringshøll, vatn- hús, pumpuhús og ein nýggj høll, sum enn ikki heilt er liðug. Ymisk rakstrargøgn fylgja við í søluni, eitt nú alikør bæði innan- og uttandura, kom- pressari Atlas Copco, lítil lastbilur Mazda VM 321, skiljimaskinur, fiskapumpur o.a. Ognirnar verða seldar undir einum. Fyrireikandi tvingsils- sølufundur verður hildin á Dómaraskriv- stovuni,C.Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn, fríggjadagin tann 1. apríl 2005, kl. 14.00. Eitt meira útgreinað yvirlit yvir ognirnar og nærri frágreiðing fram- gongur av sølutilfari og søluuppstilling, sum fæst við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, Fr. Petersensgøtu 9, Tórshavn,tlf.311145,e- mail ojk@jura.fo (j.nr. 20050080). Tilfarið kann eisini hyggjast ígjøgnum hjá nevnda advokati ella á Dóm- araskrivstovuni. Tvingsilssølan er um- biðin av Óla Jákup Kristoffersen, advo- kati, Fr. Petersens- gøtu 9, Tórshavn, tlf. 311145, e-mail ojk@jura.fo (j. nr. 20050080) ið kann geva nærri upplýsing- ar, og sum nærri avtala kann gerast við, um ynski er um at síggja ognirnar. Føroya Fútarættur tann 8. mars 2005 i