Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 162 - 25. august 2000 JÁKUP MØRK Í vikuni hevur landsbanka- stjórin, Sigurd Poulsen, verið á fundi við onkrar av ringast støddu kommunun- um, tá talan er um komm- unuskuld. Tað hevur ljóðað, at talan er um at sanera ein part av skuldini hjá hesum kommunum, men hesum afturvísir landsbankastjórin. Hann vísir á, at talan framhaldandi er um at finna eina loysn fyri umfígging av kommunalu skuldini, nú kommunuskuldaravtalan rennur út hin 30. november í heyst. Sama loysn Spurdur, um talan er um eitt nýtt modell til loysn av spurninginum, svarar Sig- urd Poulsen, at tað er tað ikki. Hetta merkir við øðrum orðum, at talan framhald- andi er um uppskotið til loysn, sum Landsbankin saman við Unibank legði fyri kommunurnar fyrr á ár. Hetta var ein loysn, har kommunurnar solidariskt heftu fyri allari skuldini hjá føroysku kommununum. Hetta skuldi samstundis verið skipað soleiðis, at kommunurnar fingu ein rentufyrimun, samanborið við, um tær hvør í sínum lagi royndu at avklára skuldarviðurskiftini við einstøku lánveitararnar. Sambært teimum upp- lýsingum, sum vórðu førdar fram í februar mánaði, var talan um at eitt nýstovnað felag skuldi selja lánsbrøv, til tess at útvega neyðuga peningin til umleggingina. Tá málið varð ført fram fyri hálvuma ári síðani, varð nevnt, at ein av treytunum fyri slíkari loysn var, at tær stóru kommunurnar eisini vóru við, men hesum tóktist tó eingin áhugi at vera fyri. Bæði Tórshavnar og Klaks- víkar Kommuna boðaðu tó frá, at tey ikki høvdu ætlanir um at vera við í einari soli- dariskari loysn, og líkt var tí til, at ætlanirnar ikki kundu gjøgnumførast. Úr báðum teimum stóru kommunum varð víst á, at tær higartil høvdu víst stór- an solidaritet, men tey iv- aðust í, um hetta veruliga verður neyðugt, tá komm- unuskuldaravtalan frá 1995 rennur út. Víst varð á, at marknaðarrentan hevur verið sera lág alt tíðarbili, sum avtalan hevur verið í gildi, og at allir lánveitarar høvdu givið til kennar, at teir ongar ætlanir høvdu um at venda aftur til rentusats- irnar, sum vóru galdandi undan kommunuskuldarav- taluni. Skuldarspurningurin skal loysast Hóast fleiri kommunur longu hava boðað frá, at tær ikki ætlað at vera við í eini sam- haldsfastari umlegging av kommunuskuldini, verður fram- haldandi arbeitt við málinum. Átrokandi spurningur Spurdur um, hví Lands- bankin kortini heldur áfram við hesum arbeiði, sigur landsbankastjórin seg onga viðmerking hava. Heldur ikki kundi hann svara, um talan var um arbeiði eftir politiskum ynski. Tað er kortini greitt, at spurningurin um komm- unalu skuldina gerst alsamt meira átrokandi. Verandi avtala rennur út um góðar tríggjar mánaðir, og fáa gomlu avtalurnar tá aftur Hóast stóru kommunurnar hava sagt »nei takk« arbeiðir Landsbankin framvegis við eini samhaldsfastari loysn av kommunuskuldarspurninginum gildi, um so er at kommurnar ikki hava um- fíggjað skuldina onkurs- vegna. Sigurd Poulsen er eisini samdur í, at spurningurin gerst alt meira átrokani. Sum hann málber seg, so vildi hetta, at gomlu avtalurnar aftur fáa gildi, verið ein lítið ynskilig støða. Stavanger: Eyðun Elttør, Poul Mohr og Kjartan Kristiansen tóku ímóti, tá Haraldur V kongur av Noregi vitjaði føroyska básin. Umframt kong vóru Jens Stoltenberg, forsætismálaráðharri, og Leif Johan Sevland borg- Stavanger: Føroyski oljumálaráðharrin Eyðun Elttør hitti fyrrapartin týs- dagin norska starvsbróð- urin Olav Akselsen á stuttum óformellum Stavanger: Kosmiska bingjan hjá Trónda Pat- ursson hevur fingið sera góða undirtøku í Stavan- ger. So væl hevur komm- unan dámt tiltakið, at teir vilja hava bingjuna eitt sindur aftrat. Stavanger Kongsvitjan Høvdingar hittast fundi. Seinnapartin sama dag nýtti Eyðun Elttør høvi til at práta við bretska oljumálaráðharrin Helen Liddell. arstjóri, við í fylginum, sum gekk runt á olju- stevnuni. Tað var eisini kongur, sum setti stevn- una týsdagin. 1200 útstill- arar eru við, harímillum føroyski básurin North Atlantic Resource Centre. kommuna fer fríggja- dagin at flyta bingjuna av bryggjuøkinum út til nýggja oljusavnið í bý- num, har hon skal standa næstu vikuna. Bingjan nógv vitjað Stavanger: Sigast má at Tróndur Patursson hevur havt misjavna undirtøku í Stavanger. Hóast bingj- an hevur verið væl vitjað, so hevur listamaðurin ikki havt somu eydnu. Týs- kvøldið varð Tróndi nokt- að atgongd til eina barr, tí norðmenn ræddust stóra skeggið. Teir hildu kenda føroyska lista- mannin vera eitt gøtu- strok. dia Slapp ikki inn Stavanger: Tórshavnar kommuna og Stavanger kommuna undirskrivaðu avtalu sínámillum miku- dagin. Endamálið er at styrkja býirnar fíggjarliga og fremja mentan og vinnulív. Tórshavnar kommuna gjørdi eina líknandi avtalu við Aber- deen í september í fjør. Leivur gjørt avtalu – Við hesum báðum avtalum hevur eydnast okkum at fingið samband við tveir av týdningar- mestu oljubýunum í Europa og Norðurlond- um, segði Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn í røðu sínari á samkomuni. dia Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Tilgongd merkt av mistøkum… POLITIKARAR úr samgonguni tykjast gyrdir í brøkur, nú ætlaðu broytingarnar í ríkisrættarligu viðurskiftunum ikki tykjast ganga ta leið, ið stungin varð út í kortið í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað í mai 1998. TAÐ var ein heldur optimistisk ætlan, sum Tjóð- veldisflokkurin fekk ígjøgnum - ein ætlan, sum eisini gav flokkinum nýtt blóð til valið. MEN hví hevur gingist so illa í hond, kunnu vit spyrja? Nógv mistøk eru gjørd í sjálvstýristil- gongdini - og sitandi samgonga eigur ikki øll. TANN fyrsti at leggja sjógv millum teir flokkar, sum ynsktu broytingar í samvinnuni Føroya og Danmarkar millum, var Edmund Jonesen, for- maður Sambandsfloksins og táverandi løgmaður. At hann blankt noktaði samgongulimum at við- gera hetta evni førdi við sær, at teir so mikið at sær komnu politikararnir, ið sóu tað neyðuga í at gera broytingar, als einki fingu gjørt, men máttu lata sær lynda, at Edmund Joensen á henda hátt legði lunnar undir fullveldisskútu Tjóðveldisflok- sins. EITT annað mistak, sum gjørt varð á vári 1996, eigur Javnaðarflokkurin. Tað var eitt stórt mistak at fara burtur úr samgonguni. Kanska var tað trupult at arbeiða saman við Edmundi Joensen. Men tá úrslitið skuldi gerast ein »ørkenvandring« í andstøðu, meðan Fólkaflokkurin kundi gera sær dælt í samgongu - fyrst undir leiðslu Sambands- floksins, fyri síðani at sleppa at stýra sitandi full- veldissamgongu, má ásannast, at prísurin fyri Javnaðarflokkin var høgur. EITT annað mistak var, at Tjóðveldisflokkurin setti Javnaðarflokkin uttan fyri alla politiska ávirkan, tá sitandi samgonga varð skipað. Ikki so frægt at teir spurdu Javnaðarflokkin, sum teir annars hava samstarvað sera væl við, um hann á nakran hátt kundi vera við. Hevði Javnaðarflokkurin verið við, høvdu vit eina breiða samgongu - sum við einum meira »beherskaðum« sjálvstýrisuppskoti helst kundi framt politikkin í verki. JAVNAÐARFLOKKURIN átti formannin í uttan- landsnevndini eftir valið - tí andstøðan her hevði meiriluta. Aftur varð framt eitt álvarsligt mistak: Jenis av Rana fekk av onkrari orsøk brádliga ljótar tankar um Jóannes Eidesgaard - og hálsaði um við tí úrslitið, at Tjóðveldisflokkurin fekk for- mannin. Hevði Høgni Hoydal ikki gjørt boðskapin nóg greiðan eftir valið, so gjørdi Hergeir Nielsen tað her: »Vit vilja ikki hava Javnaðarflokkin við í fullveldistilgongdini!!!« TÍ er tað løgið at hoyra samgongufólk kasta Javn- aðarflokkinum fyri, at hann ikki av heilum huga og hjarta stuðlar fullveldistilgongdini — sum í stóran mun hevur verið merkt at tápuligum mis- tøkum. POLITIKKUR er eitt handverk, ið krevur dirvi — men ikki minst hegni! JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Danska farmaskipið „Thor Amalia“ hevur teir seinastu 10 dagarnar ligið afturhildið á karibisku oynni Haiti, tí at løgreglan á oynni hevði illgruna um, at narkotika var í lastini. Av reiðaríðnum T&C í Svendborg verður sagt, at manningin ongantíð hevur verið undir illgruna fyri at smugla narkotika, men at hildið var, at brotsmannalið í Kolombia hava koyrt nar- kotika í cementsekkirnar, sum skipið var lastað við. Føroyingur 1. stýrimaður á mistonktum narkoskipi Thor Amalia hevur í 10 dagar verið afturhildið á Haiti, men í gjár varð skuldsetingin slept og manningin fekk passini aftur frá myndugleikunum Mikukvøldið fekk reiða- ríið at vita frá Haitisku myndugleikunum, at nú var øll lastin kannað og at teir ikki høvdu funnið nakað rúsevni. Eftir hetta fingu skiparin og manningin passini aftur. Og millum manningina var 28 ára gamli 1. stýrimað- urin, Ansgar Sørensen av Tvøroyri. Teir hava verið uttan pass í tíggju dagar og kundu sostatt ikki sleppa av oynni. Í gjár var skipið siglingar- klárt og teir bíðaðu bert eftir útklareringini. Ætlanin var at sigla seint seinnapartin í gjár føroyska tíð. Tað ein- asta, sum kundi seinka „Thor Amaliu“, vóru veður- vánirnar. Ein tropisk syk- lon, „Debbie“ hvørs mið- depil fór fram við Haiti í gjár, elvdi til ódnarveður á leiðini og reiðaríið sigur, at skiparin sjálvsagt ikki fór at loysa, tá allir veðurberætn- ingar meldaðu storm. Myndugleikarnir hava als ikki sett seg í samband við reiðaríið og teir eru heldur ikki komnir við nakrari frágreiðing um hendingina. Hetta er hent, hóast danski konsulin á Haiti hevur havt fleiri fundir við myndug- JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD „Vit hava dagliga verið í samband við hvønn annan gjøgnum teldupost og ein dagin ringdi hann, sigur Armgarð, kona Ansgar Sør- ensen, sum í tíggju dagar hevur verið afturhildin á karibisku oynni Haiti, tí myndugleikarnar høvdu ill- gruna um, at narkotika var goymt í sementsekkjunum í lastini. „Eg varð ógvuliga kløkk, tá eg hoyrdi, at skipið var afturhildið, og serliga, tá eg fekk at vita, at teir høvdu tikið passini frá manningini, men eftirsum vit hava havt samband hvønn einasta dag, so havi eg verið róligari, sigur Armgarð. – Men tað var deiligt, tá eg í morgun hoyrdi, at onki „Eg havi verið eitt sindur nervøs“ Hetta sigur Arm- garð, kona 1. stýri- mannin á „Thor Amaliu“, Ansgar Sørensen av Tvør- oyri, sum í sam- fullar tíggu dagar hevur verið aftur- hildin samman við manningini á Haiti narkotika varð funnið í lastini. Tað verður deiligt at fáa mannin heim, og tað verður slett ikki um so langa tíð. Hann kemur heim um hálvan septemb- er. Ansgar og Armgarð eiga tvey børn, sum eru hálvt og tvey ára gomul. leikarnar og hevur havt brøv frá danska uttanríkisráð- num, har kravt verður at fáa eina skriftliga frágreiðing hví skipið hevur verið aftur- hildið. Reiðaríið veit tí ikki, hvør er upprunin til illgrunan um at narkotika var í lastini. Roknað verður tó við, at narkonjósnarar í Columbia, har „Thor Amalia“ varð lastað, hava givið myndug- leikunum á Haiti eitt tipp um, at møguliga var rúsevni í lastini. 28 ára gamli Ansgar Sørensen av Tvøroyri er 1. stýrimaður umborð á »Thor Amaliu«, sum á Tahiti var undir illgruna fyri narkotikasmugling