Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JOHN JOHANNESSEN Brævið frá uttanlandsdeild- ini í Tinganesi til ST er politiskt, tá nevnt verður, at Danmark ikki vil samráðast við føroyingar um føroyskt fullveldi. Hetta heldur Jákup Sverri Kass, tingmaður fyri Sjálv- stýrisflokkin og limur í utt- anlandsnevndini. Somuleiðis heldur Jákup Sverri Kass tað vera skeivt av landsstýrinum at hava sent hetta brævið avstað, uttan at kunna uttanlands- nevndina um hetta áðrenn. – Higartil hevur kunning- in frá landsstýrinum til uttanlandsnevndina um full- veldismálið verið góð, men í hesum føri hevur hon ikki verið nøktandi, heldur Jákup Sverri Kass. Fólkaflokkurin varin Í Fólkaflokkinum eru ting- limirnir ikki so bersøgnir um áheitanina frá uttan- landsdeildini í landsstýri- num á ST um at fáa at vita um mannagongdirnar fyri at fáa triðja part upp í sam- ráðingarnar. Jógvan við Keldu, ting- maður fyri Fólkaflokkin og limur í uttanlandsnevndini, sýtir fyri at gera viðmerk- ingar til fjølmiðlarnar um málið. Hann sigur, at hann sjálvur fer at skriva sínar viðmerkingar í bløðunum. Óli Breckmann, formaður í tingbólki Fólkafloksins, vil heldur ikki gera við- merkingar til brævið. Men nýggi landsstýris- maðurin hjá Fólkaflokki- num, Bjarni Djurholm, sig- ur, at um skrivihátturin í brævinum til ST kann upp- fatast politiskt, gagnar hetta í øllum førum ikki viður- skiftunum Danmarkar og Føroya ímillum. Men er tal- an bert um eitt embætis- tekniskt bræv, heldur hann tað vera í lagi, tí at øll upp- lýsing gagnar sjálvsagt málinum. Bjarni Djurholm leggur tó dent á, at hann enn ikki hevur sæð brævið, men at hann ætlar sær at lesa tað og fáa viðmerkingar frá teimum, ið hava ábyrgdina av tí. Nýggi landsstýrismaður- in sigur seg principielt vera ímóti at draga ST upp í full- veldissamráðingarnar, sum semingsmann. Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinsen, heldur ikki, at landsstýrið hevur gjørt nakað skeivt, tá tað sendi ST brævið. Hann vísir á, at neyðugt er við álvarsomum stigum, fyri at fáa donsku stjórnina at samráðast. Men í hesum føri heldur Heini O. Heinesen, at talan bert er um eitt embætistekniskt bræv. Bera seg at sum smádreingir Tá útvarpið fyrradagin bar tíðindini um, at landsstýrið hevði sent fyrispurningin, skírdu formenninir í báðum teimum stóru andstøðu- flokkunum, Edmund Joen- sen og Jóannes Eidesgaard, ávikavist brævið at vera eina politiska bumbu og beinleiðis láturligt. Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen vóru báðir á einum máli um, at lands- stýrið við brævinum hevði forpestað viðurskiftini mill- um Danmark og Føroyar upp aftur meira, og at bræv- ið fór at verða hildið at vera láturligt millum øll Norð- urlond. Eisini hildu báðir for- menninir, at landsstýrið í hesum føri hevði brotið lyfti sítt um at kunna uttanlands- nevndina um øll viðurskifti í fullveldismálinum. Men formaðurin í triðja andstøðuflokkinum, Jenis av Rana úr Miðflokkinum, heldur beinleiðis, at útsagn- irnar hjá Edmundi Joensen og Jóannesi Eidesgaard eru ov langt úti. – Hetta málið er at meta sum stormur í einum vatn- glasi. Og eg haldi, at for- menninir fyri størstu and- støðuflokkarnar eru farnir at bera seg at sum smádreing- ir, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana vísir á, at Samgongulimir ivasamir um brævið til ST uttanlandsnevndin er kunn- að um, at landsstýrið fór at kanna møguleikarnar fyri at fáa ST upp í samráðingar- nar. Hetta fekk uttanlands- nevndin at vita eftir seinasta samráðingarfundin á Christ- iansborg. Í hesum sambandi vísir Jenis av Rana á, at Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen ikki vóru við uttan- landsnevndini til seinasta samráðingarfundin, tí teir eru ímóti øllum kanningum og allari kunning í sam- bandi við fullveldismálið. Brævið er politiskt Jenis av Rana heldur kort- ini, at tað ikki átti at verið neyðugt at skriva í brævi- num, at danska stjórnin ikki vil samráðast við føroying- ar. Hetta heldur hann vera eina politiska niðurstøðu. – Eg haldi ikki, at til ber at siga, at danska stjórnin ikki vil samráðast. Trupul- leikin hjá landsstýrinum er bert, at stjórnin ikki vil geva eina skiftistíð, ið er longri enn fýra ár, sigur Jenis av Rana. Í Fólkaflokkinum eru politikarar bangnir fyri, at brævið frá landsstýrinum til ST kann skaða viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Sjálvstýrisflokkurin heldur landsstýrið hava svikið uttanlandsnevndina 4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 162 - 25. august 2000 Nr. 162 - 25. august 2000 RÚNAR REISTRUP Næmingar, ið koma av bygd til Havnar at ganga í skúla, hava sera torført við at fáa nakað at búgva í í høvuðsstaðnum. Skúlaheimini eru fullsett og seinnu árini er tað blivið bæði verri og dýrari at leiga kømur á privata íbúðar- marknaðinum. Jógvan Dahl, kostin- spektor á Føroya Studenta- skúla og HF-skeiði í Hoy- dølum, kennir alt ov væl til íbúðartrupulleikan hjá næmingunum á skúlanum. Hann stendur fyri tveimum av teimum trimum skúla- heimunum, ið eru knýtt at skúlanum. – Vit noyðast hvørt ár at siga nei við nógvar av um- søkjarunum, og tá vita vit eisini, at fleiri ikki hava tím- að at søkt, tí tey so at siga kunnu vera vís í, at ikki er pláss fyri teimum. Her er talan um fólk, ið ikki skulu ferðast sjóvegis fyri at koma til Havnar. Fólk av útoyggjum hava fyrsta- rætt til kømurini á skúla- heimunum, tí tey hava longsta vegin til Havnar. Og tí skal ein næmingur úr Norðstreymoy vera meira enn vanliga heppin fyri at fáa pláss. Tey trý skúlaheimini, ið eru knýtt at Føroya Stu- dentaskúla, kunnu hýsa til- samans 27 fólkum. – Men tað eru í hvussu er eisini fjøruti sum søkja hvørt ár, og tað høvdu verið fleiri um kømurini vóru fleiri. Sum nú er vita tey, at tey sleppa ikki inn, hóast tey søkja, sigur Jógvan Dahl. Út eftir einum ári Í eini roynd at tryggja, at fólk, ið flyta til Havnar at byrja fyrsta árið á skúla- num, fáa tak yvir høvdið, er eitt av skúlaheimunum hjá Føroya Studentaskúla so at siga sett av til 1. árs næm- ingar. Tað vil siga, at næmingar bert fáa kømur í eitt ár í- senn. Øll skulu søkja av nýggjum árið eftir. Tá so valt verður út millum um- søkjararnar, verða 1. árs næmingarnir tiknir framum øll onnur, og á henda hátt eru tað fá, ið sleppa at varð- veita sín bústað longur enn fyrsta skúlaárið, tí nógvir 1. árs næmingar søkja hvørt ár. – Hetta er absolut ikki besta loysnin, men hon tryggjar, at flestu avbygda- næmingar hava eitt stað at búgva fyrsta árið teir ganga á skúlanum. Men tað er keðiligt at vit mugu „blaka gomlu næmingarnar út“ hvørt summar, tí ofta hava teir ongastaðni at fara, sigur Jógvan Dahl. Gjørdist húsvill Kristianna Poulsen úr Vest- manna er formaður í næm- ingaráðnum á Studenta- skúlanum í Hoydølum. Hon hevur tætt samband við næmingarnar á skúlanum og kennir tískil væl til íbúð- artrupulleikan. Hon hevur eisini sjálv upplivað hvussu torført tað er at fáa nakað at búgva í í Havn. Tá hon byrjaði á studenta- skúlanum fyri tveimum ár- um síðan, fekk hon kamar á studentaskúlaheiminum við Hoydalsvegin. Men tað er á hesum skúlaheiminum, at næmingar skulu søkja um íbúð av nýggjum hvørt ár. Og av tí at tað vóru nógvir 1. árs næmingar, ið søktu, tá Kristiana skuldi byrja í 2.g, slapp hon ikki inn aftur á skúlaheimið við Hoydals- vegin. Hini skúlaheimini vóru eisini fullsett. – Har var ikki annað at gera enn at flyta heimaftur til Vestamanna og so koyrdi eg við bussinum hvønn morgun og hvønn seinna- part, men tað gekk ikki væl. Tað er bara næstbest ikki at búgva í sama býi, sum man gongur í skúla, og eg hevði ofta ov lítla tíð at fyrireika meg í, tá eg endiliga kom heim, greiðir Kristianna Poulsen frá. Hon royndi at finna kam- ar ella íbúð á privata íbúð- armarknaðinum, men ikki bar til at fáa nakað fyri rími- ligan prís. Endin var at hon flutti inn hjá einum familjulimi í Havn, har hon búi restina av skúlaárinum, alt meðan hon framvegis leitaði sær eftir íbúð. 2.500 takk Ikki fyrr enn nú í summar- feriuni, eftir at hava leitað í hálvtannað ár, eydnaðist tað endiliga at fáa eina íbúð í Havn fyri tað, ið Kristianna kallar »sámuligan prís«. Hesin prísur er 2.500, og hóast ikki nógv er eftir av lestrarstuðulinum, eftir at leigan er farin av, so er hetta bíligari enn tað, ið Kristi- anna higartil hevur funnið. Sjálv arbeiðir hon eftir skúlatíð fyri at gjalda leig- una. Sambært tølum, ið næm- ingaráðsformaðurin í Hoy- dølum hevur funnið fram, hava 82 av teimum tilsam- ans umleið 450 næmingu- num á Studentaskúlanum í Hoydølum adressu uttan fyri Havnina. Fleiri av hesum eru sjáv- sagt fólk, ið gjarna vilja búgva í heimbygd síni og koyra ímillum, men Kristi- anna Poulsen er ikki í iva um, at heilt nógv teirra høvdu viljað búð í Havn, um umstøðurnar vóru til tess. – Men tað ber so at siga ikki til hjá teimum at fáa nakað at búgva í í Havn utt- an at gjalda astronomiskar prísir fyri tað, sigur hon. Mugu byggja meir Sambært næmingaráðsfor- Næmingar í Havn hava ongastaðni at búgva Skúlaheimini í høvuðsstaðnum nøkta als ikki tørvin á kømurum til næmingar, ið koma aðrastaðni frá at nema sær útbúgving í Havn. Orsøkin til vaksandi bústað- artrupulleikan hjá næmingunum er ikki minst al- samt minkandi útboðið á privata íbúðarmarknaði- num. Trupulleikin er so stórur, at nú má okkurt gerast, verður sagt á Føroya Studenta- skúla manninum er tað mestsum ógjørligt hjá teimum, ið koma úr bygdum á Streym- oynni, at fáa pláss á skúla- heimunum í Havnini. Tí tey, ið koma frá útoyggjum, hava enn størri tørv á bú- staði í Havn og verða tí tikin framum umsøkjararnar av Streymoynni. Og tá sjálvt tey av út- oyggjunum ofta hava sera trupult við at fáa pláss á skúlaheimunum, sigur tað ikki so lítið um hvussu støð- an er hjá streymoyingum. Einasta vónin hjá hesum næmingum er, at fleiri skúlaheim verða bygd í næstum – Nú hevur í longri tíð verið tosað um at byggja ein nýggjan studentaskúla í Havn. Men eg haldi at har átti man fyrst at hugsað um at tryggja næmingum møguleika at leiga sær bú- stað í býnum, tí fyri nógv er eitt kamar í Havn meira átrokandi enn ein nýggj skúlastova, sigur næminga- ráðsformaðurin í Hoydøl- um, sum heldur at tað hevði verið hóskandi at tvífaldað talið á kømurum til stu- dentaskúlanæmingarnar í Hoydølum. – Tað hevði neyvan verið nakar trupulleiki at leigað tvífalt so nógv kømur út til næmingarnar her á skúla- num, sigur Kristianna Færri næmingar, men størri trot Bústaðartrupulleikin hjá næmingunum á Føroya Stu- dentaskúla er verri nú enn hann hevur verið farnu ár- ini. Hetta hóast næminga- talið var væl størri fyri nøkr- um árum síðan. Orsøkin er eftir øllum at døma, at út- boðið á privata íbúðar- marknaðinum er nógv minni nú enn í árunum eftir kreppuna, og tí er torført hjá næmingunum bæði at finna og ikki minst at gjalda fyri kømur uttan fyri skúlaheim- ini. Leiðslan á Føroya Stu- dentaskúla fer í næstum at taka málið upp, sigur Jógv- an Dahl, kostinspektor á Føroya Studentaskúla. – Eg havi sett málið um bústaðartrupulleikarnar á skránna á einum av okkara fyrstu fundum í hesum skúlaárinum, sigur hann og vónar, at skjótt farið verður undir at skaffa fleiri kømur til tey lesandi á skúlanum. – Tað finnast dømi um, at næmingar av bygd heldur taka miðnámsútbúgving uttanlands enn í Havn við teirri grundgeving, at tað er lættari at fáa íbúð í lestrar- býunum í Danmark enn tað er í Havn. Tað sigur nakað um hvussu stórur trupul- leikin er, sigur Jógvan Dahl, kostinspektor á Føroya Stu- dentaskúla og HF-skeiði. Formaðurin í næmingaráðnum á Føroya Studentaskúla, Kristianna Poulsen, kennir íbúðartrupulleikarnar bæði frá hinum næmingunum og frá síni egnu støðu. Hon mælir til at tvífalda talið á kømurum til tey lesandi á skúlanum, tí bústaðarneyðin er vorðin ein trupulleiki. Mynd: Álvur Haraldsen