fríggjadagur 25. august 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 162 - 25. august 2000
Nr. 162 - 25. august 2000
Nýggj ferðaskrivstova í Vági
EDVARD JOENSEN
Vágur: Suðringar sleppa nú
undan at fara til Havnar at
fáa persónliga tænastu í
samband við ferðaseðla-
sølu.
Ferðaskrivstovan
Lynn Flog í Vági kann lata
teimum somu tænastur, sum
líknandi skrivstovur aðra-
staðni gera.
Lydia Etscorn í Vági lat
fyrr í mánaðinum upp
ferðaskrivstovuna
Lynn
Flog, sum heldur til oman
fyri vegin innanvert Skipa-
smiðjuna í Vági. Hetta er
ferðaskrivstova á hædd við
slíkar skrivstovu aðrastaðni
í heimi. Her ber til at keypa
flogferðaseðlar kring allan
heim. Um ein sumbingur
skal út at sigla og skal
mynstra í Hong Kong, kann
hann fara inn á skrivstovuna
í Vági og fáa ferðaseðilin
avgreiddan úr Sumba til
Hong Kong.
Lydia Etscorn metir, at
tað eigur at vera ein fyri-
munur hjá suðringum at fáa
Lynn Flog er navnið á nýggju ferðaskrivstovuni, sum
latin er upp í Vági. Skrivstovan selur ferðaseðlar um
allan heim umframt pakkaferðir og aðrar ferðir
Vágur: Suðuroyar Spari-
kassi lat mikudagin upp
framsýning í Skálanum
við Skálá við 100 tekn-
ingum, sum børn hava
sent sparikassanum.
Hetta eru tekningar,
sum børn hava sent spari-
kassanum í samband við
Framsýning í Vági
Suðuroyar Sparikassi sýndi fram tekningar, sum
komnar vóru inn í samband við navnakappingina til
sparikistilin hjá sparikassanum
navnakappingina, tá spari-
kistilin Oddi fekk navn.
Úr Suðuroyar Sparikassa
verður sagt, at tá varð lovað
børnunum, at tekningarnar
fóru at verða vístar fram, so
onnur sluppu at síggja tær.
Og tað vórðu tær so nú.
Framman undan hava tær
verið vístar í Smiðjuni í
Lítluvík í Havn.
Í Vági varð boðað frá í
skúlanum, at framsýning-
in var, og børnini komu
at síggja, hvat úrslitið
gjørdist.
ej
persónliga avgreiðslu í Suð-
uroy heldur enn at skula
avgreiðast gjøgnum telefon
ella noyðast norður til
Havnar.
Bara tað at sita andlit til
andlits við tann, sum av-
greiðir teg, gevur kundan-
um eina kenslu av at vera
við og hava stýr á tí, sum
hendir.
Hesar allarfyrstu dagar-
nar hevur tó verið neyðugt
hjá Lydiu at fáa ferðaseðl-
arnar skrivaðar út í Havn
ella í Vágum. Men hetta
kemur nú heilt skjótt upp á
pláss. Tá Lydia hevur verið
á skeiði í Danmark at læra
seg at nýta hesar skipaninar,
fer hon sjálv at útskriva
ferðaseðlarnar í Vági, so
kundin fer avstað aftur við
endaliga ferðaseðlinum í
hondini.
Lydia Etscorn sigur, at
hon hevur avalu við Atlants-
flog um ferðaseðlasølu.
Men hon selur tó ferðaseðl-
ar fyri onnur flogfeløg, sum
til dømis Maersk Air, eisini.
Enn er tó eingin avtalað
gjørd um skipsferðaseðlar,
eitt nú við Smyril Line,
sigur hon. Men hon vónar,
at tað kann gerast eisini.
Fyribils verður arbeitt eftir
bíleggingarskipanini
hjá
Atlantasflog, sigur hon.
Lydia Etscorn sigur, at
hon hevur verið uttanlands
og leitað eftir hotellum, sum
hon kann standa inni fyri at
senda fólk til, um tey ynskja
eina pakkaferð uttan fyri
vanligu
charterferðirnar.
Men sjálvandi selur hon
eisini charterferðirnar fyri
stóru ferðafeløgini, sum vit
vanliga kenna, sigur hon.
Hon sigur, at hon hevur
valt eina serliga hotelketu,
har hon aftur hevur valt
tíggju hotel burturúr. Hetta
eru fýrastjørnað hotel, sum
veita bestu tænastu, tú yvir-
høvur fært á hotelli, sigur
Lydia.
Meginparturin er á Ka-
narisku Oyggjunum, sigur
hon. Serliga er tað Lanza-
rote, hon hevur valt sær sum
Fyri umleið trimum vikum síðan læt Lydia Etscorn upp ferðaskrivstovuna Lynn Flog í
Vági
Mynd: Edvard Joensen
ferðamál. Tað er greitt, at
hesar ferðirnar kosta eitt
sindur meira enn tær van-
ligu charterferðirnar. Men
so kann ein eisini vera heilt
vísur í at fáa tað, ein hevur
biðið um og goldið fyri, vís-
ir hon á.
Lydia Etscorn sigur, at
hon byggir ikki fyritøkuna
beinleiðis upp á at selja
»eksklusivar« ferðir. Men
hon vil fegin til einahvørja
tíð kunna bjóða tí einstaka
kundanum, sum ynskir eina
slíka, tann møguleikan.
Lydia Etscorne sigur, at
skrivstovan er opin frá
EDVARD JOENSEN
Mikudagin var grein í Tíð-
indablaðnum Sosialinum,
har viðurskiftini á ferjuleg-
uni á Toftum vórðu umrødd.
Tosað varð millum annað
við Alfred Olsen, komm-
unuskrivara í Nes Komm-
unu.
Í næstseinasta brotinum í
greinini varð sagt soleiðis:
klokkan 10.00 fyrrapart til
klokkan 16.00 seinnapart.
Men um ringt verður til
skrivstovuna uttan fyri av-
greiðslutíð, verður stillað
um. So hon er altíð at hitta,
sigur hon.
»Nes Kommuna arbeiðir
við at loysa málið soleiðis,
at trolbøtingin verður flutt
inn í Oyrar, har gamla
turkihúsið var. Har skal
byggjast høll, so teir fáa
verið undir takið, tá arbeitt
verður, sigur Alfred Olsen.«
Alfred Olsen, kommunu-
skrivari, hevur síðan gjørt
vart við, at hetta brotið
møguliga kann misskiljast,
soleiðis at fólk halda, at Nes
Kommuna longu er farin
undir at gera slíka høll.
Tað, sum ætlanini er, sig-
ur Alfred Olsen, er at fara
undir projektering til at
slætta økið inni í Oyrum,
soleiðis, at bátarnir møgu-
liga seinni kunnu fáa eina
høll bygda.
Vónandi er møgulig mis-
skiljing við hesum rættað.
Um ferjuleguna á Toftum
Nýggj ferðaskrivstova
hevur latið upp í Vági
Vit selja ferðaseðlar runt allan knøttin.
Atlantic Airways, SAS, Maersk
- eisini pakkaferðir.
Vit bjóða eina heildartænastu.
Ringið á tel. 373049 ella faxa á 373042
e-mail: LynnFlog@post.olivant.fo
Lynn-Flog-Travel
900 Vágur • Tel. 373049 • Fax 373042 • e-mail: LynnFlog@post.olivant.fo
SUÐRINGAR SUÐRINGAR SUÐRINGAR
Sosialurin - 311820
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálafirði
tel. 44 12 00
Á Sandi
tel. 36 11 01
Á Strondum
tel. 44 78 59
VIKA 34
VIKA 34
1 American Beauty
1 American Beauty
2 The Bone Collector
2 The Bone Collector
3 Den sjette sans
3 Den sjette sans
4 Blue Str
4 Blue Streak
eak
5 Den gr
5 Den grønne mil
nne mil
6 South Park
6 South Park
7 Mickey Blue Eyes
7 Mickey Blue Eyes
8 Nattens skygger
8 Nattens skygger
9 Random Hearts
9 Random Hearts
10
10 Æblemost Reglementet
blemost Reglementet
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
1 video filmur
Coca Cola 1,5 ltr.
Taffel Chips 250 gr.
kr. 50,-
Tilboðið er galdandi
25.08-08.09
EIRIKUR LINDENSKOV
Sjónleikarhúsið í Havn
verður
um
vikuskiftið
karmur um eina cabarett at
heiðra skaldinum Hans An-
dreasi Djurhuus við sangi,
sjónleiki og upplestri.
Tað er Hanus Kamban,
sum hevur lagt cabarettina
til rættis, og verða sam-
stundis gjørdar upptøkur til
Sjónvarp Føroya, sum í fe-
bruar næsta ár fer at hava
tríggjar sendingar um skald-
ið Hans Andreas Djurhuus,
ið Hanus Kamban eisini fer
at leggja til rættis.
– Vit kalla hetta eina ca-
barett, men hetta er í veru-
leikanum ein víðkað caba-
rett, har vit eisini hava sjón-
leik við, sigur Hanus Kamb-
an.
Gera vart við viðrið í
skaldskapinum
– Vit fara á henda hátt at
gera vart við viðrið í skald-
skapinum hjá Hans An-
dreasi, sigur hann.
Skráin fyri cabarettina er
drúgv, og er hon sett saman
av nøkrum sum fólk kenna
og slíkum, ið fólk ikki
kenna.
– Vit hava fleiri sangir,
sum fólk eru góð við, sum
eitt nú »Eg saðlaði mær ein
hvítan hest«, »Tá ið teir sóu
landið…« eins og sjómans-
vísur sum »Kristin Háberg
leingist« og »Pætur á
Brekku«.
Umframt hetta hava vit
eisini funnið fram yrkingar
hjá Hans Andreasi, sum fólk
als ikki kenna - sum Regin
Dahl hevur sett løg til, sigur
Hanus Kamban.
Hesar yrkingar er m. a.
»Tístram« og »Kirkjan á
Tanganum«, sum er ein
hugtakandi
sangur
um
kirkjuna í Nólsoy. Kona
Hans Andreas, Petra, var úr
Nólsoy og hevði Hans An-
dreas tískil nógv samband
við
Nólsoynna.
Hanus
Kamban sigur, at hesin
sangur ikki er framførdur í
Føroyum áður.
Nøkur av teimum, ið fara
at syngja, eru Úlvur við
Lítli maður frá Fjallafonn
Leygarkvøldið og sunnudagin verður cabarett í Sjónleikarhúsinum í Havn at
heiðra skaldinum Hans Andreas Djurhuus
Høgadalsá, Rúni Bratta-
berg, Eivør Pálsdóttir, Hans
Iversen, Jóhanna av Stein-
um og Kristian Elisabeth
Mørkøre. Jóannes Andrea-
sen fer at spæla undir upp á
klaver. Eivør Pálsdóttir fer
eisini at syngja aftur við
kontrabassspæli hjá Mikael
Blak.
Fyri at vísa Hans Andreas
sum leikskrivara, verður
framførdur triðji partur av
leikinum um Anniku úr
Dímun, og er tað Eyðun Jo-
hannesen, sum hevur leik-
stjórnað. Leiklutin sum
Annika hevur Marita Dals-
gaard, sum júst hevur lokið
prógv sum sjónleikari. Onn-
ur, ið leika, eru Egi Dam,
Sverri Egholm og Hans
Tórgarð.
– Tað er stór kraft í hesum
leikinum, har Annika setir
seg upp í móti tíðini og
valdinum, sigur Hanus
Kamban.
Annika í Dímun varð
druknað í stakki - og til
hetta høvið hevur Súsanna
Winther Poulsen seymað
ein reyðan stakk til Maritu
Dalsgaard.
Gamla tjaldið
endurskapt
Fyri at fáa lýst umhvørvið í
Sjónleikarhúsinum í tjúgu-
num vóru ætlanir um at fáa
gamla
leiktjaldið,
sum
Kristin í Geil málaði, hongt
uppaftur. Myndirnar á hes-
um tjaldi lýsa væl tíðina,
men tjaldið var í so ringum
standi, at tað kundi ikki
heingjast uppaftur. Men ráð
vóru fyri tí…
– Vit fingu Per á Hædd at
fotografera tjaldið. Team 85
hevur viðgjørt tað á teldu,
og seglvirkið í Klaksvík
hevur so seymað eitt nýtt
tjald, sum er eitt kopi av tí
gamla tjaldinum, sigur
Hansu Kamban.
Cabarettin
um
Hans
Andreas verður bert sýnd
tvær ferðir. Leygarkvøldið
klokkan 20 og sunnudagin
klokkan 16. Atgongumerki,
sum kosta 140 kronur, fáast
í Kunningarstovuni í Havn.
Sjónvarpssendingar
um Hans Andreas
EIRIKUR LINDENSKOV
Í februarmánaði fer sjón-
varpið at vísa tríggjar send-
ingar um Hans Andreas
Djurhuus. Tað er Hanus
Kamban, sum leggur send-
ingarnar til rættis, og fara
tær at lýsa Hans Andreas
sum skald, hugsjónarmann,
lærara, talara og mangt ann-
að, sum eyðkendi Hans An-
dreas Djurhuus.
– Hans Andreas Djurhuus
var ein meira savnandi per-
sónur, enn bróðirin, Janus.
Hann hugdi meira uttan um
seg sjálvan, meðan Janus
var meira egosentreraður.
Hans Andreas var altíð bið-
in at tala, um onkur fundur
var, og hann segði ongantíð
nei, greiðir Hanus Kamban
frá.
– Gingu skip burtur, so
hendi tað seg meira enn so,
at einkjurnar bóðu Hans
Andreas ugga tær við eini
yrking, og so gjørdi hann
tað.
Hans Andreas
hevur
skrivað og yrkt nógv. Ein
stórur partur er prentaður,
men nógv tilfar liggur eisini
eftir hann, sum ongantíð er
prentað. Eisini er nógv til-
far, sum bara er prentað í
bløðunum og tískil ikki so
kent.
Hans Andreas Djurhuus
varð føddur í Havn í 1883
og vaks upp í Áarstovu.
Hann var lærari, og í hesum
sambandi mest kendur sum
lærari við Realskúlan í
Havn frá 1919 til hann
doyði í 1951. Men hann var
eisini lærari í Klaksvík, í
Sandavági, á Tvøroyri.
Hans Andreas Djurhuus 1883–1951
Áarstova í
Havn. Her
vuksu brøð-
urnir Hans
Andreas og
Janus Djur-
huus upp.
Húsini
stóðu á lítla
økinum
oman fyri
Hotel Djur-
huus niðast
á Áarveg-
num