Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

STEFAN Í SKORINI Tá Føroya Læruráð fór í søguna fyri einum ári síðani eftir bygnaðarbroytingarn- ar, vórðu uppgávurnar hjá ráðnum býttar út til onnur í Undirvísingar- og Menta- málastýrinum. Tað eru yrk- isútbúgvingarráðið og yrk- isnevndirnar, sum nú taka sær av uppgávunum hjá læruráðnum. Samstundis kom ein nýggj lóg um yrkis- útbúgvingar í gildi, sum av- loysti ta gomlu lærlingalóg- ina. Síðani er tað gamla sveinabrævið avloyst av einum yrkisprógvi, sum í grundini er tað sama, men fleiri hava víst sína ónøgd við tað nýggja yrkisprógvið. Tað gamla sveinabrævið líktist meira teimum, sum eru í útlondum og varð út- greinað á fleiri fremmanda- málum, so at eingin trupul- leiki var hjá einum út- lærdum at søkja arbeiði utt- anlands. Í tí nýggja yrkispróvnum er bæði útsjóndin og inni- haldið broytt frá tí gamla sveinabrævinum. Tað nýggja yrkisprógvið er bara eitt vanligt pappír, meðan tað gamla sveinabrævið var minni og hevði stíva permu. Heldur ikki er tað nýggja útgreinað á fleiri málum, men bara á føroyskum. Í vinnuni vóru fleiri læru- meistarar ónøgdir bæði við tað nýggju útsjóndina, sum ikki vísti nóg væl, at talan var um eina 4 ára langa út- búgving, og eisini varð hild- ið, at tað var sera óheppið, at yrkisprógvið bara varð skrivað á føroyskum. Hetta kann geva einum útlærdum trupulleikar, um hann hevur ætlanir um at søkja arbeiði uttanlands, tí eingin skilir prógvið. Á Undirvísingar- og Mentamálastýrinum hava tey eisini fingið fleiri klagur um tær broytingar, sum eru framdar. Broytingar eru á veg Tað vísir seg nú, at tey, sum Ónøgd við broyttu sveinabrøvini hava ábyrgdina á hesum økinum, hava tikið klagurn- ar til eftirtektar, tí nú hevur yrkisútbúgvingarráðið ætl- anir um broytingar, so at yrkisprógvið fer at líkjast meira tí gamla sveinabræv- inum. Bæði Petur Oluf Hansen, skrivari í yrkisútbúgvingar- ráðnum, og Erhard Jacob- sen úr yrkisnevndunum, har bæði umboð fyri arbeiðs- gevarar og arbeiðstakarar eru, siga, at yrkisprógvið stendur fyri nøkrum broyt- ingum. Teir eru á einum máli um, at hetta ikki er nakar stórur trupulleiki, men at hetta bara eru nakrar smáar tekn- iskar rættingar, sum skulu fremjast. Erhard Jacobsen sigur eisini, at um ein útlærdur skal søkja um arbeiði uttan- lands, so skal hann, sum nú er, venda sær til Undirvís- ingar- og Mentamálastýrið og biðja um at fáa eina út- greinan av próvnum á øðr- um máli. Erhard Jacobsen sigur seg harmast, um nakar hevur havt trupulleikar við sínum yrkisprógvi uttanlands, men hann sigur eisini, at eingin orsøk er at renna seg í trup- ulleikar viðvíkjandi málin- um á yrkispróvnum, tí tað er bara at venda sær til teir um hjálp. Henda skipanin, við at ein útlærdur skal biðja um at fáa prógvið á einum øðrum máli, er tó ikki tann besta. Hann hevur ikki hoyrt, at tey, sum hava fingið eina útgreinan av sínum yrkis- prógvi, hava havt nakrar trupulleikar uttanlands, tá tey skulu søkja arbeiði. Erhard Jacobsen sigur, at eisini er ætlanin at broyta útsjóndina av yrkispróvn- um, tí yrkisprógvið skal vísa, at henda 4 ára langa útbúgvingin er nakað ser- ligt. Enn er ikki endaliga av- gjørt, hvørjar og hvussu broytingarnar verða, men tað kemur fyri fyrst í sep- tember. Bæði innan vinnuna og í almennu umsitingini hevur ónøgd verið um nýggju sveinabrøvini, men broytingar eru á veg, verður sagt av Undirvísingar- og Mentamálastýrinum ÓLAVUR Í BEITI Summarflúgvingin hjá At- lantic Airways er so smátt farin at halla og higartil hev- ur øking verið á so at siga øllum rutunum hjá felagn- um. Føroyska flogfelagið gavst at flúgva til Glasgow tann 19. august, og tann 25. august gevst flogfelagið at flúgva til Stavanger. Allan oktober verður flogið til Aberdeen og char- terflúgvingin til Narssuaq endar 9. september. Tann 28. august skal so tað gamla flogfarið hjá At- lantic Airways til C-eftirlit í Woodford, uttan fyri Man- chester, og eftir hetta eftirlit verður flogfarið so málað. Flogførini fáa nýggjan lit Enn er ikki endaliga avgjørt, hvussu nýggi liturin verður, men ætlanir eru um at broyta litin á tí gamla flogfarinum nú tað skal til C-eftirlit Sama lit ella nýggjan Atlantic Airways hevur um- hugsað at fáa flogførunum báðum sama lit, men enda- lig støða er ikki enn tikin til, hvør hann verður. Hetta verður so í hvussu er greitt, tá ið gamla flogfarið kemur aftur frá eftirlitinum í Woodford tann 13. septem- ber. Atlantic Airways arbeiðir eisini við onkrum møgu- leikum í sambandi við nýggja flogfarið. Roynt verður í løtuni at leiga flog- farið út, men tað kann eisini hugsast at Atlantic Airways kemur at brúka flogfarið í egnari flúgving. RÚNAR REISTRUP Tiltakið »Vælskapt brek« sum ein áhugabólkur hevur tikið stig til til tess at skapa eina betri fatan av umstøð- um hjá brekaðum og teirra avvarðani, var í gjár evni á einum tíðindafundi, har sagt varð frá endabrestinum á tiltakinum. Í vár varð ein lagsmiðja- kapping fyriskipað í sam- bandi við tiltakið. Nærum 80 løg komu inn til kapp- ingina, sum tey trý, Lena og Leif Andresen og Niklas Johannesen vunnu. Ger fløgu í løtuni arbeiðir Jóhannus á Rógvu Joensen við at taka upp og ljóðblanda umleið 20 av løgunum, ið komu inn til kappingina. Hesi verða givin út á fløgu 30. september, ið eis- ini gerst eitt slag av enda- so nógv í tali, sum vanligt er til konsertir í Norður- landahúsinum. Hetta kemst av at hesaferð verða stóla- rekkjur tiknar burtur fyri at geva betri pláss til koyri- stólar. Fólk, ið hava brúk fyri at hava hjálpara við sær, fáa hendan ókeypis inn við til konsertina, og MBF buss- urin syrgir fyri at tey, ið vegna kropslig brek hava torført við at fara í Norður- landahúsið, kortini koma vegin fram, um tey ynskja tað. Á internetsíðuni http:// sangkapping.cbj.net ber til at fylgja við hvat hendir inn- an tiltakið »Vælskapt brek«. Vælskapt tiltak bresti á tiltakinum. Hendan dagin verður nevniliga eisini ein pall- borðsfundur og ein konsert fyriskipað sum partur av til- takinum »Vælskapt brek«. Konsertin verður við nøvnum frá fløguni, og á pallborðsfundinum fara fólk at sita, ið hava heimild at føra góð hugskot út í politiska lívið. Soleiðis ætla fyrireikararnir at tryggja seg ímóti, at fundurin bara verður tos uttan praktiskar avleiðingar. Koyristólapláss á konsertini Bæði pallborðsfundurin og konsertin verða í Norður- landahúsinum 30. septem- ber ávikavist klokkan 15.00 og 19.30. Atgongumerkjasølan til konsertina byrjaði longu í gjár. Áhoyraraplássini til hesa konsertina verða ikki 30. september verður endabresturin á tiltakinum »Vælskapt brek«. Tá verður fløga givin út við bestu løgunum frá lagsmiðjakappingini, konsert verður í Norðurlandahúsinum, og pallborðsfundur verður hildin um umstøðurnar hjá brekaðum Brúk fyri pengunum Norski forsætismálaráðharrin Jens Stoltenberg segði í fyrilestri sínum, at norðmenn ikki kundi verið útlendska kapitalin fyriuttan, tá oljuvinnan bleiv rist upp á føtur DIA MIDJORD, STAVANGER Noreg er ein av stóru veit- arunum til altjóða orkuídn- aðin, sum 7. størsti fram- leiðari og 3. størsti útflytari av olju. – Fyri 100 árum síðani var Noreg eitt fátækt land. Farna øldin er søgan um, hvussu vit arbeiddu okkum burtur úr vesaladóminum, segði norski forsætismála- ráðharrin Jens Stoltenberg, ið var fyrsti røðarin á ONS- stevnuni. Hann legði dent á, at Noregi undir ongum um- støðum kundi havt bygt upp eina so sterka vinnu, um ikki útlendskur kapitalur var við frá byrjan. – Útlendsku pengarnir, vitanin og ráðgevingin vóru neyðug. Men vit syrgdu eis- ini alla tíðina fyri at hava eiftirlit við og tryggja eig- araviðurskiftini yvir okkara oljutilfeingi, segði Stolten- berg. Styrkir Statoil Verður tað upp til Jens Stol- tenberg, skal norska lands- oljufelagið Statoil partvís privatiserast. –UEg meti tað styrkir um Statoil, sleppa privatir eig- arar upp í part. Men sam- stundis haldi eg, at landið skal eiga meirilutan í olju- felagnum. Jens Stoltenberg nevndi eisini á pressufundi seinni á degnum, at eitt nýtt felag skal stovnast. Hetta felag skal eiga Statoil og SDØE (Statens direkte økonomis- ke engagement, sum umsit- ur tær útvið 300 mia. hjá norska statinum). – Hetta tryggjar okkum, at vit fáa sum frægast burtur úr avlopinum, segði hann. Vit kunnu gera nakað Jens Stoltenberg vísti á í røðu síni, at tað er umráð- andi hjá stórum olju-fyri- tøkum at vísa ábyrgd fyri heilsu, umhvørvi og trygd- JAN MÜLLER, STAVANGER Millum føroysku luttakar- arnar á altjóða oljumessuni í Aberdeen eru eisini umboð fyri Flogvøllin í Vágum, sum nú av álvara er farin at brynja seg út til komandi oljuleiting við Føroyar. Finnbogi Niclassen, stjóri sigur, at teir eru við at fyri- reika samskiftið millum komandi oljuleitipallar og skip og Føroyar. VHF-radio verður sett upp í Akrabyrgi, soleiðis at man kann dekka samskiftið við helikoptarum úr Føroyum og heilt suður á leitiøkini. Ætlanin er at testflúgva radiotólini í februar komandi ár. Eisini verður arbeitt við at fáa luftrúmið á føroyskum øki stýrt úr Vágum. Tað merkir, at í tí hæddini, sum heli- koptararnir koma at flúgva tvs. undir 7500 fót kemur flogvøllurin at hava ræðið. Finnbogi Niclassen sigur, at teir fara at hava alt hetta klárt til juni-juli mánað næsta ár, tá leitingin kann byrja. Helst fara einar tvær stórar superpumu tyrlur at hava støð á flogvøllinum, tá leitingin byrjar. Onnur verður til at flyta fólk til og frá, meðan hin verður at standa klár til bjarging. Flogvallarstjórin veit enn ikki, hvørjar tylur og hvørji feløg fara at gera seg gald- andi, men bæði Flogfelag Føroya og Atlantsflog liggja framvið. Finnbogi Niclassen Flogvøllurin riggar seg til oljuvirksemi ini, tá tey skulu menna ork- una í einum fremmandum landi. Eisini nevndi hann, at seks børn doyggja í heim- inum um minuttin, tí tey ikki eru vaksinerað. –UEr tað nakar sum kann pynta upp á hesi ræðandi tøl, so eru tað sterk oljulond sum eitt nú Noregi, segði Jens Stoltenber og legði aftrat, at norska stjórnin komandi 5 árini hevur sett eina milliard krónur av í hesum sambandi. Jens Stoltenberg, forsætis- málaráðharri Her verður stóra framsýningin ONS hildin 8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 162 - 25. august 2000 Nr. 162 - 25. august 2000 Sverrisg¿ta 19 T—rshavn Tel. 315264 Fax 319623 Tógvhandilin IGLOO Sosialurin - 311820 Bygdarordrar verða eisini avgreiddir Natura 50 gr. fyrr 2450 NÚ 15 00 Lama 50 gr. fyrr 2975 NÚ 15 00 Orkide 50 gr. fyrr 2975 NÚ 15 00 PT 2 50 gr. fyrr 2100 NÚ 15 00 Flame 50 gr. fyrr 1500 NÚ 6 00 Arwetta fyrr 2500 NÚ15 00 Hauswoll fyrr 3475 NÚ20 00 Øko. natúr tógv NÚ10 00 ÚTSØLA Eitt úrval av troyggjum ÷20%