Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 50 - 12. mars 2005 Í sambandi við Altjóða Frásøgudagin, World Story Telling Day 18. mars, verður eitt spennandi tiltak í Norðurlandahúsinum leygardagin 19. mars, kl. 17.00 Vølvuspá: Leikurin hjá teimum báðum Katrine Faber og Aksel Striim, sum í hesum høpi kalla seg Akkamaka Duo, er aldar- gamla »Vølvens Spådom«, sum sigur frá søguni um, hvussu heimurin varð til av eldi og ísi. Um tann lýsandi gudin Baldur, ið varð tikin av døgnum av listum Loka, og um hvussu gudarnir royndu at fáa hann aftur frá helheimi til heimin hjá teim- um livandi. Ein sokallað lýsandi søga í myrkri. Leikurin tekur sítt støði í spádóminum hjá Vølvuni, tí gamla Edda-kvæðnum, ið er eitt tað elsta og sterkasta kvæðið, vit hava í norður- lendskari mytologi. Spá- dómurin er ein áminning um, hvussu heimurin varð til, og samstundis ein for- søgn av Ragnarok – heims- ins enda, har nýtt lív verður til og ein ávaring um, hvussu heimurin kann missa sína javnvág. Akkamaka Duo endur- nýggjar tann aldargamla frá- søguháttin í tøttum sam- bandi við áhoyrarar, og sigur frá í samspæli við tónleikin og sangin, á sama hátt, sum fólk í øllum heimsins mentanum hava gjørt tað síðan tíðarinnar morgun. Leikurin verður 19. mars í Klingruni í Norðurlanda- húsinum, og er fyri vaksin og børn frá 7 ára aldri. Katrine Faber úr Danmark er í hesum døgum í Før- oyum í samband við, at hon 11. til 13. mars fer at halda workshop saman við tón- leikaterapeutinum Sanne Storm, ið býr í Tórshavn. Í hesum sambandi fer Aksel Striim eisini at hava sokallaði »knoglefløjte- kursus«. Søgan livir víðari Í ár byrjar altjóða frásøgu- dagurin í Norðurlandahús- inum 18. mars við einum degi, ið er roknaður til skúl- ar. Á altjóða frásøgudegnum fara fólk kring allan heim at siga søgur fyri so nógvuam, sum gjørligt. Í alla tíð og í øllum heims- ins londum hava frásagnir verið nakað serstakt, ið hev- ur hjálpt at bera søgu og arv víðari ætt úr ætt. Á Altjóða Frásøgudegnum hátíðarheldur Norðurlanda- húsið dagin við at bjóða ungum sum gomlum at lurta og siga frá. Við hesum kann frásøgnin liva víðari í okkara nútímans samfelagi, har vit hava brúk fyri tí samanhangi og vís- dómi, sum tann góða frá- søgnin kann bjóða menn- iskjum í okkara tíð. Meira fæst at vita um Altjóða Frásøgudagin, World Story Telling Day, á heimasíðuni www.storytellingday.net Altjóða frásøgudagur Klaksvík: Eftir at eitt av høvuðsnøvnunum á summ- arfestvalinum 2005, Brian Mc Fadden, varð kunn- gjørt, fekk Klaksvíkar Sjó- mansheim úr at gera, tí fólk vildu tryggja sær eitt gott kamar. Fyri nøkrum árum síðani vórðu kømurni við bað á sjómansheiminum um- væld, og síðani hava hesi verið serliga nógv eftir- spurd. Og longu nú eru øll kømurini við bað umbiðin til summarfestivalin. Enn eru tó kømur uttan bað eftir, sigur Jógvan Petersen, fyristøðumaður, við Norð- lýsið Klaksvík: Týskvøldið 15. mars fer Jóhanna Andrea- sen at halda fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni um sonevnda Karlstad háttin, ið verður nýttur til at læra børn við Downs syndrom at samskifta. Jóhanna Andreasen hev- ur sjálv góðar royndir við hesum háttinum, sum hon venur sonin, sum hevur Downs syndrom, við. Fyrilesturin um Karlstad háttin er liður í økisfundun- um hjá Javna, sum verða hildnir kring alt landið undir felags heitinum "Tú kanst - bara tú fært møgu- leikan". Fundirnir hava til endamál at Lýsa møguleikarnar hjá fólki við menningartarni Lýsa møguleikarnar hjá avvarðandi at børnum og ungum við menningartarni Lýsa hvørjar møguleikar fólk við breki ynskja stóð teimum í boði Læra okkum at síggja møguleikar og at brúka teir. Javni vónar, at tey, ið kunnu viðvirka til at geva teimum menningartarnaðu møguleikarnar, koma við á fundirnar. Her hugsa tey um lærarar, pedagogar, stuðlar, øll innanheilsu- verkið umframt politikarar. Annars eru øll vælkomin á fundirnar, sum eru skip- aðir við fyrilestri, kjaki og spurningum. Fundurin á Klaksvíkar Bókasavni verður týs- kvøldið 15. mars kl. 19 Fyrilestur um Karlstad háttin Øll kømur við bað umbiðin