Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. mars 2005 5 – Sjálvstýrisflokkurin hevur seinastu árini rikið ov nógv fyri vág og vind, og flokkurin er komin burtur frá sínari stevnu. Tað er neyðugt at staðfesta, hvat flokkurin veruliga stendur fyri, heldur Sámal Petur í Grund, nýggjur landsnevndarfor- maður í Sjálvstýris- flokkinum POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nýggi formaðurin í lands- nevndini hjá Sjálvstýris- flokkinum heldur, at flokk- urin má finna aftur til sína stevnu og staðfesta, hvat flokkurin veruliga stendur fyri. – Sjálvstýrisflokkurin hevur seinastu árini rikið ov nógv fyri vág og vind, og flokkurin er komin burtur frá sínari stevnu, heldur Sámal Petur í Grund, sum er fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin fyri Sjálvstýrisflokkin. – Nú má Sjálvstýris- flokkurin finna aftur til sína upprunaliga stevnu og gera greitt, hvat politikkurin hjá flokkinum er. Tað eru fleiri mál, sum flokkurin hevur gjørt ov lítið við seinastu árini, og Sjálvstýrisflokkur- in hevur spakuliga flutt seg tann vegin, at fólk ikki longur vita, hvat flokkurin stendur fyri. Nýggi landsnevndarfor- maðurin heldur, at loysnin hjá flokkinum er at hava greiðari politikk, fáa boð- skapin betur út, styrkja baklandið í flokkinum og fáa innanhýsis arbeiðs- gongdina betur skipaða. Úr fýra niður í eitt Sámal Petur í Grund var leiðandi politikari í Sjálv- stýrisflokkinum nógv av nítiárunum, og flokkurin hevði tá meira vind í segl- unum, enn hann hevur nú. Árini frá 1998 til 2002, tá ið fullveldissamgongan sat við valdið, hevði Sjálvstýr- is-flokkurin tvey lands- stýrisfólk og tvey løgtings- fólk. – Tað er ein sera stór broyting fyri flokkin at fara frá tveimum umboðum í landsstýrinum og løgtingin- um og til nú bara at hava eitt løgtingsumboð, sum situr í andstøðu, sigur Sám- al Petur í Grund. – Tað sigur seg sjálvt, at tann eini politikarin kann ikki hava orku til bæði at føra politikk í løgtinginum og at markera flokkin. Tí má baklandið í flokkinum styrkjast, og vit mugu fáa eina innanhýsis arbeiðs- gongd at virka, sigur hann. Fleiri mál at taka upp Sámal Petur í Grund hel- dur, at tað eru fleiri mál, sum flokkurin eigur at gera meira við. – Eitt er pensiónsmálið, sum vit fyrr hava arbeitt nógv við. Mynstrið í fólk- inum broytist til, at tað verða lutvíst fleiri eldri fólk, og tað er ein gyltur møguleiki fyri samfelagið, um vit gera nakað við hetta. Um vit einki gera, so kann eg næstan ikki ímynda mær, hvussu hóttafallið verður, sigur Sámal Petur í Grund. Hann heldur eisini, at Sjálvstýrisflokkurin er komin eitt sindur av leið í vinnupolitikkinum og eigur at finna aftur til síni upp- runaligu sjónarmið. Landsnevndarformaðurin heldur, at Sjálvstýrisflokk- urin framvegis kann hava ein týðandi leiklut í før- oyskum politikki. – Sjálvstýrisflokkurin hevur bygt brýr millum vinstra og høgra og millum sjálvstýri og samband, og tann leiklutin kunnu vit aft- ur fáa. Men tað er umráð- andi, at flokkurin hevur ein greiðan politikk og kann vaksa til næsta løgtingsval- ið, tí tað er tungt fyri flokk- in at verða so lítil, sigur Sámal Petur í Grund. – Tað má vera langt síðani, at Sjálvstýris- flokkurin hevur verið so sjónligur, sum hann er nú, sigur Kári P. Højgaard, formað- ur í Sjálvstýrisflokk- inum. Hann heldur, at flokkurin er á veg fram og harmast, at ein av ungu og virknu politikarunum er farin úr Sjálvstýris- flokkinum POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Formaðurin í Sjálvstýris- flokkinum er bjartskygdur um framtíðina hjá flokkin- um, hóast Sjálvstýris- flokkurin til tey tvey sein- astu løgtingsvalini hevur fingið minstu undirtøkuna nakrantíð og er blivin minsti flokkur í løgtingin- um. Sperrumarkið er 3,7 prosent, og til tey seinastu tvey valini hevur Sjálvstýr- isflokkurin fingið ávíkavist 4,4 og 4,6 prosent av at- kvøðunum. – Á seinasta valinum vóru vit nær við at fáa tvey umboð í løgtingið, vit fingu einar 150 atkvøður fleiri enn á seinasta vali, og eg eri púra sannførdur um, at vit fara at fáa tvey løgtingsfólk á næsta vali. Sjálvstýris- flokkurin er á veg fram, sigur Kári P. Højgaard. Formaðurin í Sjálvstýris- flokkinum hevur aðrastaðni í blaðnum í dag eina við- merking um landsfundin um vikuskiftið. Har sigur hann millum annað: – At aldargamli Sjálv- stýrisflokkurin nú er í ferð við at leggja árarnar inn og er komin á deyðastrá, er ynskidreymur hjá politisku mótstøðumonnum floksins. Brúk fyri øllum góðum kreftum Í Sosialinum í gjár greiddi fyrrverandi formaðurin fyri Unga Sjálvstýrið frá, hví hann hevur gjørt av at fara úr flokkinum. Kenneth Rasmussen sak- nar, at flokkurin markerar seg í føroyskum politikki, tekur nøkur mál fram og heldur fast um tey. – Tað er eingin vilji í Sjálvstýrisflokkinum til at gera nakað munagott við støðuna, sum flokkurin er komin í, segði Kenneth Rasmussen millum annað. Kári P. Højgaard harm- ast, at ein av ungu og virknu politikarunum gevst í Sjálvstýrisflokkinum, men hann sigur seg standa spyrjandi. – Kenneth Rasmussen hevur verið virkin í flokk- inum, og tað eru ikki meira enn tvær vikur síðani, at hann kallaði inn til ein fund fyri at fáa meira lív í flokk- in, og vit umrøddu at gera arbeiðsbólkar at arbeiða við ítøkiligum málum. Eg helt, at nú skuldu allar góðar kreftir bróta upp um armar, og tí kemur tað óvart á meg, at Kenneth Rasmus- sen nú fer úr flokkinum, sigur Kári P. Højgaard. Báturin er á floti Á landsfundinum hjá Sjálv- stýrisflokkinum um viku- skiftið var flokkurin sam- anborin við ein bát, sum stendur á landið væl málað- ur og tilriggaður, men sum ongantíð fer á flot. Hesa mynd vil formað- urin í Sjálvstýrisflokkinum ikki kennast við. – Tað fyrsta, vit mugu gera, er at staðfesta, at bát- urin er á floti, og nú mugu vit eisini fáa øll at rógva í takt og sama veg. Vit skulu finna áralagið í flokkinum, sigur Kári P. Højgaard. – Tað má vera langt síð- ani, at Sjálvstýrisflokkurin hevur verið so sjónligur, sum hann er nú. Sjálvstýr- isflokkurin hevur verið virkin og hevur markerað seg í løgtinginum. Virk- semið í lokalfeløgunum og landsnevndini hevur ikki verið stórt, men tað kunnu vit broyta. Tað er eingin loysn at stinga í sekkin. Hóast undirtøkan hjá Sjálvstýrisflokkinum til tey tvey seinastu løgtingsvalini hevur verið minni, enn hon áður hevur verið, og flokk- urin nú er minsti flokkur í løgtinginum, sær formaður glottar fyri framman. – Um vit næstu árini klára at føra ein konstruk- tivan andstøðupolitikk, so eri eg als ikki í iva um, at vit fáa tvey løgtingsfólk til næsta val, sigur Kári P. Højgaard. Sjálvstýrisflokkurin hevur rikið fyri vág og vind – Nú má Sjálv- stýrisflokkurin finna aftur til sína uppruna- liga stevnu og gera greitt, hvat politikkurin hjá flokkinum er. Tað eru fleiri mál, sum flokk- urin hevur gjørt ov lítið við seinastu árini, og Sjálvstýris- flokkurin hevur spakuliga flutt seg tann vegin, at fólk ikki longur vita, hvat flokkurin stendur fyri, sigur Sámal Petur í Grund Formaðurin sær glottar fyri framman Soleiðis hevur tað gingið hjá Sjálvstýrisflokkinum til løgtingsvalini seinastu 25 árini. Úrslitið er gjørt upp sum prosent av samlaða atkvøðutalinum. 1970: 5,6 % 1974: 7,2 % 1978: 7,2 % 1980: 8,4 % 1984: 8,5 % 1988: 7,1 % 1990: 8,8 % 1994: 5,6 % 1998: 7,6 % 2002: 4,4 % 2004: 4,6 % • Tvey tey seinastu løgtingsvalini eru tey vána- ligastu hjá Sjálvstýrisflokkinum. • Sjálvstýrsflokkurin er í løtuni í andstøðu og er við sínum eina umboði minsti flokkur í løgtingin- um. • Í árunum frá 1998 til 2002 hevði Sjálvstýris- flokkurin tvey landsstýrisfólk og tvey løgtings- fólk. Fakta – At aldargamli Sjálvstýrisflokkurin nú er í ferð við at leggja árarnar inn og er komin á deyðastrá, er ynskidreymur hjá politisku mótstøðumonnum floksins, sigur Kári P. Højgaard