leygardagur 12. mars 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 50 - 12. mars 2005
Hol í høvdið at tosa um kapping
Stjórin í Safari Trans-
port er ógvuliga vón-
brotin av tinglimum
hjá samgonguni
POSTVERKIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Verður Postverkið gjørt til
alment partafelag, soleiðis
sum tað nú liggur í kortun-
um, er tað heilt hol í høvdið
at tosa um nakra kapping.
Knút Lützen, stjóri í
Safari Transport er ómeta-
liga vónbrotin av tinglim-
unum hjá samgonguni.
Líka síðani ætlanin um at
gera Postverk Føroya til
alment partafelag kom í
eygað, hava Safari Tran-
sport og hini privatu flutn-
ingsfeløgini roynt at ávirka
málið fyri at tryggja sær, tey
fingu ein ærligan møguleika
at kappast við Postverkið.
– Eitt tað síðsta vit
gjørdu, var at skriva øllum
tinglimum hjá samgonguni
skriv um málið. Men tað
eru bara Johan Dahl og
Poul Michelsen, sum hava
svaraðu okkum aftur og tað
er eitt vónbrot.
Landsstýrið hevur heldur
ongantíð boðsent privatu
feløgunum á økinum fyri at
hoyra okkara sjónarmið og
tað er ikki minni vónbrot.
– Tá ið okkara sjónarmið
kortini eru komin eitt sindur
fram, er tað tí at vit hava
sjálvi biðið landsstýrið um
fund og tað er eitt líka stórt
vónbrot, sigur Knút Lützen.
Fáa yvir 100 milliónir
fyri onki
Stjórin í Safari Transport
sigur, at verður Postverkið
gjørt til partafelag eftir tí
ætlan, sum nú fyriliggur,
fer tað at fáa lætt spæl at
kappa høvdið av øllum
kappingarneytum á privata
marknaðinum.
– Higartil hevur Løgting-
ið skotið 21 milliónir inn í
partafelagið. Men harum-
framt er ætlanin at tað
nýggja partafelagið Post-
verkið skal fáa allar bygn-
ingar, bilar og aðrar ognir
frá Postverkinum sum nú
er, uttan at betala eitt klovið
oyra afturfyri.
Knút Lützen sigur, at
ognirnar eru virðismettar til
70-92 milliónir.
Hetta er ein virðismeting,
sum stjóri í Safari hevur
lítið álit á.
– Tað er Postverkið
sjálvt, sum hevur biðið um
hesa virðismeting og sum
hevur goldið hana.
Tí er talan ikki um eina
óhefta virðismeting og eftir
mínum tykki er hon eisini
misteinkiliga lág.
Knút Lützen sigur, at
bygningarnir hjá Postverk-
inum í Havn og í Klaksvík
eru mettir til umleið helvt-
ina av tí, teir kostaðu at
byggja. Onkrir bygningar
eru virðismettir til eitt
sindur meir enn helmingin
og onkrir eitt sindur minni.
– Tí er hetta ein virðis-
meting, sum eg gevi lítið
fyri, leggur hann afturat.
Hann vísir eisini á, at
umframt at fáa bygningar-
nar fyri púra onki, kann
Postverkið enntá útvega sær
eyka inntøkur av at leiga ein
part av bygningunum, út,
eins og tað ger nú.
Knút Lützen vísur á, at
privatu feløgini eru byrjað á
berum botni, Men Post-
verkið skal fáa bæði 21
milliónir í kassan og ognir
fyri yvir 100 milliónir fyri
púra onki.
– Tað er ikki kapping á
jøvnum føti. Vísir tað seg,
at Postverkið verður dugna-
ligt, sær tað ógvuliga svart
út hjá privatu feløgunum.
Frítt spæl at kappast
Stjórin í Safari Transport
sigur, at landsstýrið hevur
lagt upp til, at Postverkið
skal kunna útvega sær aðrar
inntøkur enn tær, sum tað
fær av vanligum postvirk-
semi.
– Tað kann ikki merkja
annað, enn at Postverið fer í
beinleiðis kapping við priv-
atu feløgini á økinum, tí tað
er onga aðrastaðni at fara.
Men fer Postverkið undir
annað virksemi enn vanlig-
an postflutning, skal tað
virksemið leggjast í dóttir-
feløg, sum skal vera full-
komiliga sundurskilt frá
móðurfelagnum.Er tað ikki
nog góð trygd?
– Nei, tí í so fall verður
dóttirfelagið stovnað við
góðum bygningum og øðr-
um
arbeiðsamboðum
í
rygginum. Hetta vera dóttir-
feløg, sum aldrin kunnu fara
á húsagang og tað er ikki
javnbjóðis kapping. Tvørt-
urímóti fara tey at fáa lætt
spæl at dumpa prísirnar, til
kappingarneytarnar
eru
avhøvdaðir og aftaná kann
so Postverkið aftur seta
prísirnar sum tað vil.
Knút Lützen sigur eisini,
at tað verður púra vónleyst
hjá privatu feløgunum at
forða fyri kappingaravlag-
andi virksemi hjá Post-
verkinum.
– Skulu vit gera vart við
prísdumping hjá Posterk-
inum, mugu vit klaga til
Kappingarráðið í hvørjum
einstøkum føri. Flytir Post-
verkið 100 kolli ein dagin
og dumpar prísin á 25 av
teimum, mugu vit senda
Kappingarráðnum 25 klag-
ur. Øll vita, at tað er ein heilt
ómøgilig uppgáva og sostatt
hava privatu feløgini onga
verju ímóti kappingaravlag-
andi virksemið hjá Post-
verkinum.
Knút Lützen hevur ítøki-
lig dømi um, hvussu trupult
tað er at fáa rættlag í ójavna
kapping:
– Vit klagaðu til Kapp-
ingarráðið um at Postverkið
fekk framíhjárætt at sleppa
við Sam um Vestmanna-
sund. Tað hendi javnan, at
vit bilar hjá Safari máttu
standa í bíðirað,samstundis
sum Postbilurin ótarnaður
slapp at koyra umborð, utt-
an at stilla seg í bíðirað.
– Vit noyddust heilt í
rættin fyri at fáa viðhald í
hesum máli. Skal tað verða
neyðugt hjá okkum at fara í
rættin við hvørjari klagu,
verður tað so tungt hjá okk-
um, at vit noyðast at geva
skarvin yvir, sigur stjórin í
Safari.
Postverkið definerar
sjálvt
Hann sigur, at Postverkið er
eisini í teirri heilt serligu
støðu, at tað skal ikki taka
mvg av posti.
– Sendir tú ein pakka við
Postverkinum, er onki mvg.
Sendir tú sama pakka við
okkum, mugu vit krevja
mvg. Tað er ikki kapping á
jøvnum grundarlagi.
– Í samráð við Toll- og
Skatt betalir Postverkið
mvg av flutningi, sum ikki
er vanligur postflutningur.
Samstundis
er
politisk
semja um, at mvg lógin
skal broytast, so at Post-
verkið og privatu feløgini
verða javntsett.
– Við hesum verður stað-
fest, at vit ikki eru javntsett
í løtuni. Og tað reingir ikki
tann veruleika, at Postverk-
ið sleppur sjálvt at gera av,
hvat er postflutningur og
hvat er ikki. Tann møgu-
leikan hava vit ikki og tað
er kappingaravlagandi.
Hann sigur, at Postverkið
er eisini í somu serstøðu,
hvat í tollavgreiðslu viðvík-
ur.
– Postverkið ger sjálvt av,
hvørjir pakkar skulu tollast.
Tann framíhjárætt hava vit
ikki. Vit skulu tolla hvønn
einasta pakka- og harafturat
noyðast vit at Toll- og
Skatti 30 krónur í av-
greiðslugjaldið fyri hvøn
einasta pakka, vit tolla.
Heldur ikki tað er kapping
á jøvnum føti, sigur Knút
Lützen.
– Tað nyttar onki at tosa um fría kapping tá ið einasta endamálið sær úr til, at vit skulu fara á heysin, sigur Knút Lützen, stjóri
í Safari Transport
Bjargingarfelag í Suðuroy fær sjúkrabil
Bjargingarfelagið í
Suðuroyar Norðaru
helvt hevur fingið ein
vælútgjørdan sjúkra-
bil frá Suðuroyar
Sjúkrahúsi
BJARGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið Suðuroyar Bjarging-
arfelag heldur aðalfund á
sýsluskrivstovuni á Tvør-
oyri klokkan 17 í morgin,
hevur formaðurin, Signar
Olsen, góð tíðindi at bera
limunum.
Fyrr í vikuni fekk felagið
nevniliga ein vælútgjørdan
sjúkrabil frá Suðuroyar
Sjúkrahúsi.
Bilurin kemur væl við, tí
hann er væl útgjørdur við
ymsari útgerð til fyrstu-
hjálp, neyðaggregati o.s.fr.
Signar Olsen sigur, at fel-
agið er sera takksamt fyri
hesa stórfingnu gávu, tí
hon kemur sera væl við.
Endamálið við bjarging-
arfelagnum er at veita
hjálp, tá ið á stendur, bæði á
sjógvi og landi.
Men endamálið er eisini
at útvega bjargingartól og
aðra útgerð og at venja fólk
at brúka hesa útgerð.
Og somuleiðis er enda-
málið at tilbúgvingingin í
sambandi við hjálp og
bjarging, verður útbygd
bæði á sjógvi og landi.
Altíð brúk fyri eini
hjálpandi hond
Formaðurin
sigur,
at
kommunur, feløg og ein-
staklingar kunnu vera limir
í felagnum. Limaskapurin
er ókeypis og hann vónar at
síggja nógv fólk á aðal-
fundinum í morgin, tí tað er
altíð brúk fyri eini hjálp-
andi hond.
Signar Olsen sigur, at í
løtuni arbeiðir nevndin fyri
at útvega felagnum høli at
vera í.
Tá ið tað er komið undir
land, verða umstøðurnar
munandi betri, tí tað er av
alstórum týdningi, at felag-
ið
hevur
umstøður
at
goyma útgerð og amboð og
at røkja tey, so at tey altíð
eru í fínasta standi, tá ið
brúker fyri teimum.
Í hølunum er ætlanin at
hava fundarhøli, matstovu
og goymslurúm, har tað
mesta av útgerðini kemur at
verða goymt. Annars hevur
felagið útgerð í Sandvík,
Hvalba, Tvøroyri og í
Fámjin.
Hann sigur eisini, at
viðvíkjandi leiting á landi,
er ætlanin at skipa felagið
so, at tað eru altíð menn tøk-
ir, sum eru staðkendir í
teimum ymsu hagapørt-
unum.
– Hesum hava vit havt
góðar royndir av, leggur
Framhald á síðu 7