Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. mars 2005 7 Umleggingarnar á føðideildini seta trygdina hjá sjúkum pinkubørnum í vanda, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøkt- arfrøðingar LANDSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit meta, at hetta er at seta trygdina hjá sjúkum pinkubørnum í vanda. So hvassorðað er felagið hjá føroyskum sjúkrarøkt- arfrøðingum um tær um- leggingar, sum leiðslan á Landssjúkrahúsinum ætlar at seta í verk á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Umleggingarnar bera í sær, at ljósmøðurnar skulu í størri mun taka lut í vanliga arbeiðnum á føðideildini. Sum skipanin er nú, eru tær á vakt og verða bara tilkall- aðar, tá ið ein kvinna skal eiga og leiðslan á Lands- sjúkrahúsinum heldur ikki, at hetta er at fáa fulla nyttu burturúr arbeiðsorkuni. Samstundis heldur leiðslan, at hetta verður eina betri tænasta til barna- konurnar, tí nú fáa ljósmøð- urnar fylgt teimum yvir eitt longri tíðarskeið. Koma ljósmøðurnar at at taka lut í vanliga arbeiðn- um á deildini, kann eitt heilt vaktlag av sjúkrarøkt- arfrøðingum sparast burtur. Talan er um fimm-seks ársverk. Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar vísir á at talan er um at siga átta sjúkrarøktarfrøðingum úr starvi. – Felagið mótmælir har- liga ætlanini hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, at siga átta sjúkrarøktarfrøð- ingum á føðideildini úr starvi, samstundis sum ann- ar starvsbólkur verður sett- ur inn á deildina í staðin, sigur felagið í eini hvass- orðaðari yvirlýsing. Felagið sigur, at tað er beinleiðis at reingja sann- leikan, tá ið sagt verður, at tað liggur bæði ein sparing og ein menning í hesi ætlan. Trygdina í vanda Forkvinnan í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøð- ingar, Jana H. Dalsgaard, sigur rætt og slætt at hetta er at seta trygdina hjá sjúk- um pinkubørnum í vanda. – Vit meta, at ætlanin hjá leiðsluni á Landssjúkrahús- inum hevur ikki sjúklingin í fokus og at avleiðingarnar verða, at sjúklingar, barnið, familjan, og serliga kvinn- an, aftur verða fyri vanbýti. – Við uppskotinum, meta vit ikki, at trygdin hjá sjúka pinkubarninum verður sett í hásæti, sigur felagið í yvirlýsingini. Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar sigur, at føðideildin á Landssjúkra- húsinum kann ikki saman- berast við føðideildir í Danmark. – Føðideildin á Lands- sjúkrahúsinum er ikki bara ein føðigongd, men ein blandað deild, har eisini sjúk børn liggja. Afturat van- ligum barnsburðum, tekur hon sær eisini av ov tíðliga føddum børnum, børnum við breki og sjúku annars. – Røktin av sjúkum pinkubørnum er ógvuliga krevjandi og hárfín og skulu sjúkrarøktarfrøðingar á føðideildini sigast upp, er væntandi, at hesi børn fara at vera verri fyri, tí dygdin í røktini gerst verri. Jana H.Dalsgaard minnir á, at fyri nøkrum árum síðani varð smábarnadeyð- in í Føroyum tann hægsti í Norðanlondum. Í dag er hann tann lægsti og tað er eisini takka verið sjúkra- røktarfrøðini á føðideildini. – Teir sjúkrarøktarfrøð- ingar, sum arbeiða á føði- deildini, eru serfrøðingar í at røkta hesi børnini. Men nú skulu serfrøðingarnir sigast upp í ein fakbólkur, sum ikki hevur førleikar á økinum, skal yvirtaka arbeiðið. À Landssjúkrahúsinum er ætlanin nú, at ljósmøð- urnar á Landssjúkrahúsin- um skulu nú átaka sær ar- beiði á føðideildini, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava havt higartil. – Ljósmøður eru ikki ut- búnar til at arbeiða við sjúkum børnum og børn- um, sum hava brek, og tí verða tey verri fyri, verður ætlanin hjá leiðsluni sett í verk. Hon minnir á, at fyri nøkrum árum síðani varð smábarnadeyðin í Føroyum tann hægsti í Norðanlond- um. Í dag er hann tann lægsti og tað er eisini takka verið sjúkrarøktarfrøðini á føðideildini. – Teir sjúkrarøktarfrøð- ingar, sum arbeiða á føði- deildini, eru serfrøðingar í at røkta hesi børnini. Men nú skulu serfrøðingarnir sigast upp í ein fakbólkur, sum ikki hevur førleikar á økinum, skal yvirtaka arbeiðið. Eina heilt aðra bakgrund Forkvinnan í felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sig- ur, at allarflestu ljósmøður- nar á Landssjúkrahúsinum eru útbúnar í Danmark, sum er einasta land rundan- um okkum, har tað ber til at læra til ljósmóður, uttan at vera sjúkrarøktarfrøðingur frammanundan. – Tí hava tær eina heilt aðra bakgrund, tí tær eru bara útbúnar til at arbeiða við frískum børnum og frískum barnakonum. Tað, sum leiðslan á Lands- sjúkrahúsinum nú ætlar, er at blanda tvey fakøki sam- an, sum onki hava við hvørt annað at gera. – Samstundis er A 3, sum var songardeildin fyri kvinnusjúkur, júst aftur- latin mestsum frá degi til annan. Sostatt tekur føði- deildin sær eisini av sjúk- um barnakonum, ið allar hava krav uppá kvalifiser- aða sjúkrarøkt. Jana H.Dalsgaard sigur, at á deildum í Danmark, har sjúk pinkubørn og sjúk- ar barnakonur liggja , ar- beiða bara læknar og sjúkrarøktarfrøðingar. Tað kemur ikki fyri at ljósmøð- ur arbeiða har, tí tað eru tær ikki útbúnar til. Ætlanin er eisini at minka talið av songjar- plássum á føðideildini og tí koma fleiri kvinnur at eiga ambulant. – Her skal gerast vart við, at Heilsfrøðiskipanin ikki er fyrireikað til hesa upp- gávuna. Sum er, eru enn øki í landinum, ið ikki hava heilsufrøðing, sigur felagið fyri sjúkrarøktarfrøðingar í yvirlýsingini. – Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar mótmælir harðliga ætlaðu broyting- unum á Føðideildini og meinar, at tær eru óneyðugar á eini vælvirk- andi deild við vælútbúnum og dugnaligum sjúkrarøkt- arfrøðingum, ið hava før- leika at útinna allar kravdu sjúkrarøktaruppgávurnar, verður at enda sagt í yvir- lýsingini. Jana H. Dalsgarð er í løtuni stødd á norður- lendskum fundi fyri sjúkra- røktarfrøðingar og fundurin hevur givið føroysku sjúkr- arøktarfrøðingunum sín fulla stuðul. – Hetta er ikki at menna tænastuna til sjúk børn og sjúkar barnakonur, tí dygd- in í røktini fer at fella. Forkvinnan í Sjúkrarøkt- arfrøðingafelagnum sigur, at felagið metir hetta sum eitt álvarsmál og tað fer at gera, hvat tað kann, fyri at umleggingarnar skulu verða av ongum. – Hetta er eisini at verja okkara fakøki og eg kann minna á at vit fyrr hava verið í verkfalli fyri at verja okkara fakøki, sigur Jana H. Dalsgaard. Men hvussu langt felagið er til reiðar at fara í hesum føri, hevur hon ongar viðmerkingar til í løtuni, tí felagið fer at viðgera málið. Landssjúkrahúsið setir trygdina hjá sjúkum pinkubørnum í vanda – Vit vilja gera alt fyri at verja tað sjúka pinkubarnið og tað sjúku barnakonuna og tað, sum nú er í umbúna, er ikki forsvarligt, sigur Jana H. Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hann afturat. Hann sigur, at tá ið brúk hava verið fyri størri leit- ingum, hava einir 100 mans verið við í arbeiðnum, tí tá eru eisini fólk, sum ikki eru limir í felagnum, altíð fús til at veita eina hjálpandi hond. Eitt annað bjargingarfelag er í Suðuroy. Tað er Suð- uroyar Sunnara Bjargingar- felag, sum heldur til í Vági. – Í heyst var Bjarginga- felagið í norðaru helvt í Vági og vitjaði felagið í sunnaru helvt har vit tosaðu um felags viðurskifti uppi yvir einum kaffimunni. Signar Olsen sigur, at hetta var ein sera hugnalig løta og hann fer at gera sítt til, at feløgini koma at hava eitt tætt samstarv í fram- tíðini, soleiðis at bæði fel- øgini kunnu hjálpast at, tá ið á stendur. Í nevndini í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, eru Signar Olsen úr Hvalba, formaður, Bergur Stórhamar á Tvøroyri, næstformaður, Suni Vest á Tvøroyri, kassameistari, Sommer Joensen, sýslu- maður á Tvøroyri, skrivari og Poul Jespersen Hvalba er nevndarlimur. Agnete Vestergaard og Knútur Nygaard eru tiltakslimir. Bergur Stórhamar umboðar felagið í Lands- felagnum, tiltakslimur er Oddmar Thomsen og Errolf Olsen. Óla Jákup Olsen er granskoðari. Erhard Johansen, portørur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, h.m. handar Signar Olsen lykilin til sjúkrabilin á eini lítlari samkomu í Øravík mánakvøldið Framhald av síðu 6