leygardagur 12. mars 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 50 - 12. mars 2005
Jan Jacobsen hevur
seintu trý árini verið
útróðrarmaður. Hann
roynir sum oftast
norðanfyri, og veiðan
er á góðari leið: Eini
150 pund uppá
stampin
ÚTRÓÐUR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Oyrarbakki: Tað er ikki av
besta veðri, tá útróðrarbát-
urin »Gunnvá« kemur stim-
andi suður gjøgnum Sunda-
lagið henda hósmorgunin.
Tað er væl av vindi og
tætt eru millum teir grovu
ælingarnar
norðaneftir.
Men onkur er kortini sum
ikki letur seg steðga av slík-
um umstøðum.
Vit hava eygleitt henda
bátin av Streymoyarlandin-
um. Komin nakað suður um
brúnna snarar hann í stýri-
borð, og leggur nú leiðina
inn í havnalagið á Oyrar-
bakka.
Eigarmaðurin, Jan Jacob-
sen av Norðskála hevur
drigið nakrar gággulínur,
sum skúlu brúkast sum agn
til næsta útróðrartúr í kom-
andi viku.
Gággurnar verða fingnar
uppá land, har hann enn
einaferð kann staðfesta, at
lítið er til av gággu.
– Tað er ikki so nógv at
fáa her á fjørðinum. Og
orsøkin er hin einfalda, at
tað verður so nógv roynt
eftir gággu, sigur Jan
Jacobsen.
Harður streymur
Henda morgunin hevði
hann verið eftir gággu til
agn, samstundis sum egn-
ingin var í gongd inni í ein-
um skúri á havnalagnum.
Jan var nú sjálvur til ar-
beiðis umborð á bátinum,
har hann var í holtur við
ymiskar praktiskar uppgáv-
ur umborð.
– Tá ein hevur bát, er
altíð okkurt at fjasast við.
Er tað ikki viðlíkahald, so
er altíð okkurt sum skal
umvælast. Tað er altíð okk-
urt at takast við, sigur hann.
Hann og ein annar maður
vóru á útróðri mánadagin í
hesi vikuni, og fingu teir tá
góð 2000 pund. Øll henda
veiðan varð løgd upp hjá
Fiskamarknaðinum á Toft-
um.
Nú riggaðu teir seg so til
at fara næsta túrin, men
hann verður ikki fyrrenn
um nakrar dagar. Helst ikki
fyrrenn mánakvøldið ella
týskvøldið.
– Streymurin er so harður
í løtuni. Og so er veðrið
heldur ikki av tí besta, sigur
hann.
Norður úr Mýlingi
Tað er altíð ójavnt, hvussu
nógvar línur ið menn taka
við sær á hvønn túrin.
Vit prátaðu herfyri við
ein annan útróðrarmann úr
Rituvík, sum bert hevði
einar átta stampar við sær á
hvørjum túri.
Men tá tann 33 fót stóri
Aqua-Star báturin hjá Jan
fer til útróðrar, so hava teir
vanliga millum 30 og 40
stampar við.
Meðan hesin útróðrar-
maðurin úr Rituvík, Bena-
diktus Olsen plagdi at
royna úti fyri heimbygd
sínari, so fer Jan sum oftast
norðureftir at seta línurnar.
– Eg royni sum oftast
millum tríggjar og seks
fjórðingar úr landi, norður
úr Mýlingi, sigur hann.
Og líkt er eisini til, at
fiskur er at fáa á hesum
leiðum.
Gággan er best
Eins og tað er við reiðskapi
og fiskileiðum, so er eisini
ójavnt, hvat menn fáa uppá
stampin.
Áðurnevndi Benadiktus
segði seg vera nøgdan, um
hann fekk 100 pund uppá
stampin. Men hjá Jan er
úrslitið sum oftast betri enn
so.
– Vit plaga at liggja um
150 pund uppá stampin,
sigur hann.
Jan brúkar nógv ymisk
sløg til agn – kúfisk, gággu
og høgguslokk.
– Men eg haldi tó, at
gággan er tann besta av
hesum, sigur Jan.
Fagna tjaldrinum innanveggja
Oyrarbakki: Ilt er at meta um, hvussu veðrið fer at vera
í dag, sjálvan grækarismessudag. Boðað er bæði frá
nógvum vindi, kava og kulda.
Men fyrireikararnir av einum serstøkum tiltaki í
Eydnuni á Oyrarbakka í kvøld, nýtast ikki at hugsa um
tað, tí hetta grækarismessutiltakið verður innandura
undir øllum umstøðum.
Teir bjóða nevniliga fólki til eina hugnaliga løtu, har
nógv ymiskt er á skránni. Løgtingsformaðurin, Edmund
Joensen fer á hesi hugnaløtu at hava tað, hann kallar
»Lokalar hugleiðingar«, áðrenn Ingvard Fjallstein við
teksti og myndum fer at siga frá um Stórá við Norðskála.
Annars er leikur og tónleikur á skránni, og sjálvandi
eisini nógvur felagssangur.
sb.
Skúlin skal lúka øll krøv
Strendur: Tíðin er nú komin til at okkurt verður gjørt
við Stranda skúla, so at hann kann løka tey krøvini, sum
sett verða í dag.
Skúlin varð tikin í nýtslu í 1969, og var útbygdur í
1984. Fyrst í 90’unum varð ein lítil goymslybygningurin
gjørdur, men síðani tá er næmingatalið økt, eins og tann
nýggja fólkaskúlalógin hevur sett skúlanum onnur og
størri krøv. Í dag ganga umleið 250 børn í skúlanum.
Nú er so ætlanin at fara undir hetta við dagføringini,
og eftir ein fund í næstu viku, verður helst nærri at frætta
um, hvussu arbeiðast skal víðari við at røkka hesum máli
í framtíðini.
sb.
Fáa ikki tikið ímóti fleiri
klæðum
Klaksvík: Hesi seinastu mongu árini er nógv føroysk
hjálp farin til Rumenia. Fleiri føroyingar hava sæð tað
sum sína uppgávu at stuðla hesum landinum við hjálp av
ymiskum slagi.
Ein teirra, sum íðin hevur ferðast hagar er klaksvíking-
urin Absalon Matras. Hann er í Rumenina einar 5-6 ferð-
ir um árið, og fyrireikar seg nú til at fara enn ein túr
seinni í hesum mánaðinum.
Hóast hann fær nógv klæðir og aðrar lutir við sær á
hvørjum túri, so er hann nú komin í ta støðuna, at hann
ikki fær tikið ímóti fleiri lutum frá fólki beint nú.
Hann hevur savnað hesi klæðini og lutirnar í eina
goymslu í kirkjukjallaranum í Klaksvík.
– Men har er nú so fult, at vit ikki fáa tikið ímóti meiri
beint nú. Hava fólk klæðir, so biðja vit tey um at goyma
teg til einaferð í mai mánaði, tá vit aftur kunnu taka ímóti
teimum, verður sagt.
sb.
Fyrsta ferðin við fiski
Vágur: Hóskvøldið kom nýggjasta føroyska farmaskip-
ið »Norland« til Hirtshals við farmi. Hetta var samstun-
dis fyrsta ferðin, at vágbingar fáa eina beinleiðis rutu av
slíkum slagi til europeiska meginlandið.
Hóast hetta er fyrsta royndin, so skilst á lagnum, at
vágbingar og suðuroyingar í síni heild fegnast um henda
nýggja flutnignsmøguleikan.
Sagt verður, at tað vóru serliga ísaðar vørur, sum
vórðu fermdar umborð á Norland, ta løtuna hann lá við
bryggju í Vági.
sb.
- Tað er altíð okkurt at takast við
– Tað er altíð okkurt at takast við tá ein hevur ein bát, sigur Jan Jacobsen av Norðskála, sum seinastu trý árini hevur verið útróðrarmaður burturav
Mynd: Jens Kr. Vang