Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. mars 2005 9 - Eg haldi, at felagið eigur at hyggja fram- eftir og eigur at halda fram við at vísa á alternativar orku- møguleikar við atliti til umhvørvisvernd. Tað undrar meg, at føroysku politikar- arnir ikki skulu hava størri áhuga fyri orkuspurningum og teimum alternativu møguleikunum sum eru - og sum aðrir gera nógv við í hesum døgum, sigur Óli Mikkelsen, lækni, sum hevur havt nært tilknýti til FNU í mong ár FNU 25 ÁR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í dag, 12. mars – grækaris- messudag – eru liðin 25 ár, síðan Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag (FNU) varð stovnað í Kirkjubø. Ein av spírunum til felag- ið, var Tormóður Dahl, sáli. Hann var aktivur í felagn- um øll árini, til hann doyði. Hesi 25 árini hevur felagið havt nógvar góðar og eld- hugaðar stuðlar – uttan, at vit á hesum sinni skulu nevna teir allar við navni. Hanus Vang er ein, Óli Mikkelsen ein annar, og í nøkur ár var Kári Thomsen formaður og aktivur í fel- agnum. Formaður í FNU í dag er Erling Simonsen, og hann er rættiliga áhugaður í øllum tí, sum hevur við orku, umhvørvi og um- hvørvisvernd at gera. Í samband við 25-ára dagin fyri stovning FNU’s, hava vit skift orð við Óla Mikkelsen, sum pensjóner- aður lækni. Broyttur hugburður Óli hevur verið í nevndini í FNU í nøkur ár, men hóast hann flestu árini hevur sitið uttanfyri nevndina, hevur hann av áhuga fylgt arbeiði felagsins og hevur verið við til nógvar nevndarfundir, hóast hann ikki sjálvur altíð var skrásettur nevndarlim- ur. – Eg havi fylgt við arbeiðnum hjá FNU megin- partin av hesum 25 árun- um, burtursæð frá tveimum teimum fyrstu árunum. Havi verið meira og minni aktivur hesi árini, men eg noyðist at ásanna, at eg kundi havt verið meira aktivur viðhvørt. Óli sigur, at í mong ár var Tormóður Dahl ímyndin av felagnum, og hann heldur, at Tormóður var ein rætti- liga góður formaður við stórum hugsjónum um um- hvørvið og umhvørvis- vernd. – Sum formaður í einum umhvørvisverndarfelag var ikki lætt at vera hoyrdur í sínari tíð, tí tað var meira at kalla illavorðið at tosa um umhvørvisvernd tá á døgum. Í dag er hugburð- urin fullkomiliga broyttur. Tað er ikki »out« longur at tosa um umhvørvið, men hvørja ávirkan felagið hev- ur havt á hesa hugburðs- broyting, dugi eg ikki at meta um. Eg ivist tó ikki í, at tað, sum felagið hevur staðið fyri, hevur gjørt mun hesi árini. Óli sigur, at tey fyrstu árini var felagið aktivt við í kjakinum um brennistøð- irnar, sum ætlanin var at byggja, og felagið legði stóran dent á, at ruskið mátti skiljast, soleiðis at ein partur av ruskinum kundi endurnýtast – heldur enn brennast. Somuleiðis legði felagið dent á, at ein partur av ruskinum kundi tyrvast heldur enn dálka náttúruna. Hann vísir á, at FNU legði stóran dent á vandan við umhvørvisdálking, um størstu fyrilit ikki vóru tik- in við, hvar hesar brenni- støðir vórðu lagdar – og hvussu tær vóru útgjørdar til tess, at minst møguligar nøgdir av eituri fóru út í náttúruna. – Nú nógv ár seinni verð- ur ein partur av ruskinum skilt, soleiðis at alt ikki fer upp í royk, men fer til endurnýtslu, sigur Óli Mikkelsen. Vatnorkan Føroya Náttúru- og Um- hvørvisverndarfelag luttók eisini aktivt við í kjakinum um vatnorkuútbyggingarn- ar hjá SEV. – FNU legði dent á, at skuldi SEV útbyggja vatn- orkuna, var umráðandi, at útbyggingarnar fóru fram so ovarliga í haganum sum gjørligt, tí tá fór elfelagið at fáa meira orku burtur úr út- byggingunum. Orkan er nevniliga eitt »produkt« av hæddini og nøgdini av vatninum. Tað merkir, at fór SEV dupult so langt niðan, mettu vit, at teir fingu somu orku burtur úr minni vatni. Óli vísir á, at tá ið SEV so kortini avgjørdi at fremja útbyggingarnar í neðra, fór tað at merkja, at víðari útbyggingar av vatn- orkuni eisini vórðu framdar í hesi hæddini. – Síðan útbyggingarnar av vatnorkuni byrjaðu, hava vit hildið fast um, at SEV átti at farið longur niðan, soleiðis at felagið fekk mest møguligt burtur úr vatninum. Tað regnar nógv meira í erva enn í neðra. Hetta síggja vit eitt nú á mjørkanum, tá ið lýtt er í veðrinum. Sum áhugaður í náttúruni og umhvørvinum, sigur Óli, at tað hevur fallið sær hugtungt at síggja SEV taka áirnar, eitt nú inneftir Funningsfirði – og nú sein- ast Vesturdalsá, sum ger, at ovasti parturin av Fjarðará meira at kalla er turrløgd. – Vesturdalsá lá uttanfyri tað økið, sum SEV í fyrstu syfti fekk loyvi til. Seinni góvu myndugleikarnir loyvi til at taka hana við í útbyggingarnar, men sam- bært loyvinum skuldi áin ikki turrleggjast. Men einki er definerað um, hvat tað mekir, at ein á ikki skal turrleggjast. Tí tekur SEV alt vatnið – og so er tann áin eisini burtur úr okkara náttúru, sigur Óli Mikkel- sen. Líta frameftir Vit spurdu eisini Óla, hvat hann heldur, at Føroya Náttúru- og Umhvørvis- verndarfelag eigur at gera í dag, nú felagið hevur 25 ár á baki. – Eg haldi, at felagið eigur at hyggja frameftir og eigur at halda fram við at vísa á alternativar orku- møguleikar. Tað undrar Óla, at før- oysku politikarar ikki skulu hava størri áhuga fyri orku- spurninginum og teimum alternativu orkumøguleik- unum sum eru – og sum aðrir gera nógv við í hesum døgum. Hann fegnast tó um, at vindorkan og aðrar orku- keldur, eitt nú sólorka og brint, umsíðir verður tikin meira við í kjakið um orkuspurningar og alterna- tivar møguleikar. Í Danmark verða vind- myllurnar nógv mentar, og Óli sigur seg ikki skilja, at politikararnir ikki vísa hesi menning størri áhuga. Hava danir vind í Danmark, hava vit eisini vind í Føroyum. – Eg síggi eisini fyri mær, at sonevndu brint- motorarnir, sum royndir nú verða gjørdar við ymsa- staðni í heiminum, verða bíligari at framleiða. Hesar royndir eru nú komnar so langt áleiðis, at sjálvt í Reykjavík og aðrastaðni koyra bussar nú við brint. Óli heldur tað vera hug- stoytandi, at føroyska sam- felagið ger so lítið fyri at minka um eitt nú Co2-út- látið, nú vit eru gingnir undir avtaluna um Kyoto- sáttmálan. – Vit eru gingnir undir hesa avtalu – men so lata vit bara standa til uttan at seta okkum nøkur mál um, hvussu vit kunnu minka um dálkingina av umhvørvin- um. Halda avtalurnar Spurdur, hvat hann hevði gjørt, um hann í dag var formaður í FNU, sigur Óli, at hann í fyrsta lagi hevði mælt føroysku myndugleik- unum til at fylgja teimum altjóða avtalum, sum vit eru gingin undir. – Vit hava lyndi at snúgva okkum og siga, at vit hava ein so stóran fiskiflota, sum brúkar nógva orku. Men spurningurin er, um vit ikki kundu fingið líka nógv burtur úr við at brúkt minni orku, tí tað kann væl ikki vera nøkur meining í, at vit brúka nógva orku til at troyta fiskastovnar, sum frammanundan eru ov- veiddir. Hann vísir á, at tess minni oljan verður reinsað - jú, meira svávul er í henni, og tess størri verður dálk- ingin. – Soleiðis má roknast við, at nógvur svávul er í tungolju, sigur umhvørvis- maðurin, Óli Mikkelsen, at enda í samrøðuni. Føroya Náttúru-og Umhvørvisverndarfelag: Tað var illavorðið at tosa um um- hvørvisvernd fyri 25 árum síðan FNU legði dent á, at skuldi SEV útbyggja vatnorkuna, var umráðandi, at útbyggingarnar fóru fram so ovarliga í haganum sum gjørligt, tí tá fór elfelagið at fáa meira orku burtur úr útbyggingunum. Orkan er nevniliga eitt "produkt" av hæddini og nøgdini av vatninum. - Tað merkir, at fór SEV dupult so langt niðan, mettu vit, at teir fingu somu orku burtur úr minni vatni, sigur Óli Mikkelsen