Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 50 - 12. mars 2005 Í gjár var eitt ára minningarhald fyri yvirgangs- atsóknini móti jarnbreytastøðini í Madrid, har yvir hundrað fólk lótu lív. Ársdagurin var hildin við eini altjóða ráðstevnu, har nakrir av heims- ins leiðarum og mætastu yvirgangsserfrøð- ingum vóru komnir saman at røða um útlitini fyri at minka um vandan fyri altjóa yvirgangi. Hósdagin flutti ST aðalskrivarin Kofi Annan røðu. Røðan er farin um allan heim og hevur vakt miklan ans. Kofi Annan boðaði frá, at nú er állvarsamaur vandi fyri einum yvirgangs- álopi við kjarnokruvápnum á Europa. Røðan var ein álvarsom ávaring til heimin og hon hevur vakt mikla ans og eins og hon hevur skelkað fólk í Europa. Tað er í grundini løgið, tí einki bendir á, at tað hevur eydnast at basa yvirganginum. Tað tykist heldur tvørturímóti og er væl heldur ikki so løgið, tí strategiin í antiyvirgangsherferðini higartil hevur verið skeiv. Lopið varð á Irak og hetta var ein liður í stríðnum móti altjóða yvirgangi. Men yvir- gangurin bara stendur viðog versnar. Sjalvandi er rætt at stríðast móti yvirgangi við hermegi. Men hetta er bert ein partur av stríðnum. Tað er neyðugt at fara til rótina. Rótin til yvirgangin er tann stóri ójavnin millum framkomna og tilaft- urskomna heimin. Hartil kmeur stríðið millum Ísrael og palestinar og so hetta, at USA og Saudi Arabia eru so tærr kýtt hvørt at øðrum - allir trupulleikarnir í Miðeystri sum heild. Stríðið móti yvirgangi er eitt politiskt stríð og má rekast sum eitt politiskt stríð. Kofi Annan ávaraði móti tí kós, sum USA og Bretland halda í stríðnum móti yvirgangi. Henda kós merkir, at londini í sínum ivri eftir at basa yvirrgangi í stóran mun hava gjørt seg inn á mannarættindini hjá landsins borgarum. Hetta er ein stórur vandi fyri fólkaræðið. Tað er nakað skeivt í hesum, at fyri at basa yvirganginum, sum í botn og grund er eitt ódemokratiskt fyri- brigdi, verður hetta gjørt við at skerja demo- kratiið og alment viðurkend mannarættindi. Hetta kemur aftur um brekkur og tað var hesum aðalskrivarin ávarðaði ímóti. Tað ber ikki til at verja fólkaræðið við ódemokratiskum miðlum. Hetta er ein gomul sannroynd, sum vit bert kunnu vóna, at USA, Bretland og Rusland fara at viðurkenna. Hendir hetta ikki koma vit øll í størri vanda. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein ávaring VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Suðuroyggin og Kypern syndromið Finnleif Guttesen Er hendan oyðileggjandi sjúkan við at fara í søguna, nú vinnufeløg í allari oynni tosa saman og ávísar kommunur leggja upp til samstarv? Onkrir sjálvútnevndir "serfrøðingar" norðan- fjørðs, skrivaðu um støðuna í Suðuroy, tá landsstýrið kom við einari ætlan um bygging av ellisheimi og miðnámsskúla. Til teir er bert eitt at siga, tit hava ikki ánilsi av, hvussu drepandi hetta Kypern symdromið er í Suðuroynni og fyri okkum øll, sum búleikast her. Fyri at skera tað út í papp, so er støðan akkurát sum í Avstralia, har hvørki Sydney ella Melbourne kundu góðtaka tann annan sum høvuðsstað og tí bleiv Canberra, sum er væl minni og liggur ímillum teir báðar, høvuðsstaður. Hetta er ein veruleiki sum suðuroyingar kenna alt ov væl, menn sokallaðir "lokalpatriotar" vilja ikki góðtaka broytingar, teir hugsa bert lokalt og um egnu áhugamál, og eru tí ein drepandi forðing fyri framburði í allari Suður- oynni. Kommunurnar mugu broyta hugburð og ganga fremst Kommunurnar í Suðuroy, serstakliga Tvøroyrar og Vágs kommuna. hava ging- ið fremst fyri at verja hvørt sítt lítla kongaríki ella dunnuhyl, har má onki fara út um bøgarðarnar. Skal nakað kommunalt arbeiði gerast, so skal tað helst gerast av arbeiðstak- arum innan fyri bøgarðar- nar, at bjóða tað út til arbeiðstakarar í allari oynni kemur næstan ikki uppá tal. Tað er so galið, at arbeiði fer heldur av oynni, enn at tað fer út um bøgarðarnar. Tað sita fleiri kommunal- politikarar, sum bert hugsa um egnu áhugamál og fáa hesir ikki mótspæl frá teim- um, tíverri fáu, sum tonkja upp á heildina, ja, so eru hesi seinnu tíverri nakrar vatnissur, sum einki hava at gera í einum kommunustýri. Barnavernadarøki Eitt mál, sum skuldi verði ein sjálvfylgja fyri allar kommunurnar at samstarv- ast um, er barnaverndarøki, og har hevur Porkeri tikið ábyrgd og bjóða seg fram til at húsa einari felags barnavernd. Tað verður áhugavert at síggja, um politikararnir á Tvøroyri og í Vági hava dirvi til, at taka undir við hesum tilboðnum ella um lokal áhugamál fara at forða hesum. Brandmeistari Tað verður søkt eftir brand- meistara til sløkkiliði á Tvøroyri, sum samstarvar við Hvalba. Tankar hava verði frammi í Hvalba um, at, hví ikki søkja eftir einum brandmeistara fyri alla oynna, sum kann saman- sjóða øll sløkkiliðini og samstundis verði ráðgevi hjá kommununum í bruna- málum. Her verður tað aftur polit- ikararnir á Tvøroyri og í Vági, sum skulu taka í egnan barm og vísa, at lokal áhugamál, sum til dømis, hvør skal hava starvi, ikki forðar fyri ein- um samstarvi. Kvøldskúlarnir Tað er næstan skomm at síggja tær neyðars lýsingar- nar frá kommununum í Suðuroy um kvøldskúla tilboð. Hví í allari víðu verð krevja kommunurnar (tær gjalda 50%) ikki av kvøld- skúlaleiðarunum, at teir gera eina felags kvøld- skúlaskrá fyri alla Suðuroy. Harvið hevði uttan iva, komi fleiri tilboð og verði størri undirtøka. Og tað er góð tí, til at gera hesar broytingar til komandi vetur. Vilja kvøldskúlaleiðar- nir, sum man kann hava ill- gruna um, ikki verða við í hesum broytingunum, so er bert eitt at gera, skift teir út. Um kommunupolitikarar serstakliga á Tvøroyri og í Vági, meina nakað sum helst við orðinum samstarv, vil komandi tíðin vísa. Tí tað er eingin ivi um, at politikararnir í hinum kommununum eru nógv meiri fyri samstarvi í allari Suðuroy enn politikararnir á Tvøroyri og í Vági hava verði. Livst so spyrst. Skeivt navn Í greinini "Sitrandi list", sum stóð í blaðnum í gjár, er eftirnavnið á øðrum av listamonnunum tíverri komið skeivt fyri. Rætta navnið er Jan Nystrøm. Blaðkvinnan Grækaris- messuhald í Runavík Leygardagin 12. mars kl. 19.00 verður Grækaris- messuhald á Torginum í Runavík. Løgtingsmaðurin, Bill Justinussen, heldur røðu, og hornorkestrið spælir. Skótarnir ganga skrúð- gongu frá Posthúsinum kl. 13.45. Øll eru hjartaliga væl- komin, sigur Runavíkar Býráð.